05. juni 2020

Viðurskiftini hjá varðhaldsfangum skulu betrast

Eftir at hava verið á eftirlitsvitjan í Arrestini i Mjørkadali løgdu vit, Rósa Samuelsen og Djóni Nolsøe Joensen, uppskot til samtyktar fyri Løgtingið, um at kanna og taka neyðug stig til, at umstøðurnar í Arrestini í Mjørkadali, skulu verða nøktandi og á sama støði sum í danska fongsulsverkinum annars. Í gjár bleiv hetta uppskotið samtykt - og tað er at fegnast um.

Vit kunnu eisini fegnast um, at løgtingsins rættarnevnd umframt tilmælið at arbeiða fyri at tryggja teimum, ið sita fongsulsdóm í Føroyum, neyðug tilboð og tryggja, at myndugleikin á staðnum fær møguleikan fyri at skipa eina tilgongd, ja, so til ber at bjóða eitt útslúsingartilboð í sambandi við leyslating.

Harafturat verður kannað at byggja nýggjan arrest- og fongsulsbygning í Føroyum og at leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi.

Vit kunnu eisini leggja afturat, at tað er alneyðugt at arbeiða fyribyrgjandi, soleiðis at børn og ungdómar fáa ta hjálp teimum tørvar, so tíðliga sum gjørligt.

Flest øll, sum enda í fongsli, eru kend í fleiri skipanum frammanundan, har mann professionelt ikki hevur tikið hond um ungdómin og familjuna nóg tíðliga. Talan er í fleiri førum um vantandi viðgerð av m.a ADHD, Autismu og rúsmissnýtslu, sum stendst av hesum.

Okkara arbeiði, sum liggur fyri framman, er at tryggja, at mann heilt frá dagstovnaøki og fólkaskúlanum, fær servitan at taka hond um børn, sum hava ein serligan tørv og veitir teimum ta hjálp teimum tørvar. Eina skipaða tilgongd, har allir  involveraðu partarnir samstarva við familjuna

Vit vilja takka rættarnevndini og løgtinginum fyri góða viðgerð av málinum.

Rósa Samuelsen og Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsfólk

eftirlit við varðhaldsfangum