26. juni 2020
Í dag tann 26. juni verður 3. viðgerð av skattauppskotinum viðvíkjandi sølu av veiðirættindum. Verður lógin samtykt, merkir tað, at feløg, sum eiga veiðirættindi, fáa ein serskatt á 50%.
Tað er fyrstu ferð, at vinningur frá sølu av veiðirættindum verður skattaður. Hesin serskattur er ikki í oljuvinnuni ella alivinnuni.
Hetta merkir, at feløg og einstaklingar, sum ynskja at selja seg úr vinnuni, skulu gjalda helmingin av vinninginum í landskassan. Hetta skuldi verið søtur musikkur hjá andstøðuni, men tað løgnað er, at andstøðan tekur ikki undir við uppskotinum.
Tey ynskja ikki, at persónar sum hava fingið ovurhonds stór virði av fólksins ogn, sum tey sjálv plaga at taka til, skulu skattast, men at hesir persónar skulu varðveita alt sjálvir.
Fyri at vísa, hvussu lógin kemur at síggja út, verður hon samtykt við 3. viðgerð í dag. Eg havi tikið eitt hugsað dømi niðanfyri.
Søla í felag ella av partabrøvum |
|
|
Søluvinningur |
|
1.000.000 |
Serskattur 50% |
|
-500.000 |
Vinningur aftaná serskatt |
|
500.000 |
Vinningsbýtisskattur 35% |
|
-175.000 |
Nettovinningur |
|
325.000 |