03. oktober 2022
Í fíggjarlógaruppskotinum raðfestir landsstýrið nýggju útflutningsstovuna fyri veitaravinnur við tveimum milliónum krónum.
Export Faroe Islands er eitt amboð til at skapa vøkstur í veitaravinnunum. Veitararvinnurnar fevna um eina breiða viftu av vinnum, sum veita tænastur og loysnir til vinnuna, millum aðrar kt, verkfrøðitænastur, mekaniskar veitingar, shipping, skeiðsvirksemi, handil og flutning. Export Faroe Islands er eitt amboð til at skapa felags altjóða fokus á einum breiðum virkisøki, har nógvar føroyskar fyritøkur eru í heimsflokki.
Export Faroe Islands, ið er eitt átak hjá Vakstrarforum, skal, í tøttum samstarvi við vinnuna, lata dyr upp í útlondum, sum einstøka fyritøkan kann hava trupult við at sleppa inn um. Eisini skal Export Faroe Islands ráðgeva fyritøkum, ið vilja útflyta til altjóða marknaðin.
Stórur dentur verður lagdur á, at vinnan hevur ábyrgd og ávirkan á virksemið hjá Export Faroe Islands, bæði í nevndini og sum samstarvspartar í átøkunum, sum útflutningsstovan tekur stig til, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður.
Kelda: Umhvørvis- og vinnumálaráðið