26. august 2020

Hvat hevur Ingilín ímóti grønari orku?

Ingilín Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, harmast í eini blaðgrein um, at føroysku oljufeløgini nú fara at sleppa at selja grøna orku, heldur enn at halda seg til teirra verandi virksemi, sum er at selja olju. Hetta má sigast at vera eitt løgið úttalilsi frá eini kvinnu, sum fyri bara einum ári síðani varð vald á ting, millum annað tí at hon skuldi gera nakað við veðurlagspolitikk og náttúruvernd.

Ingilín sigur, at politiska skipanin er í ferð við at seta Magn og Effo í fremstu røð, tá skiftast skal yvir til grøna orku.

“Orkan verður dýrari, tí privat feløg hava eittans endamál, og tað er at tjena pengar,” sigur hon. Tí mælir hon til, at vit heldur lata SEV hava einkarætt til grønu orkuna.

Hava onga avtalu við oljufeløgini

Lat meg gera greitt beinanvegin, at landsstýrið hevur onga avtalu gjørt við nakað felag um, at tey skulu sleppa framat at framleiða grøna orku. Tvørturímóti, so arbeiða vit við at fáa javna kapping á økinum. Hetta merkir, at um til dømis eitt oljufelag vil sleppa at seta vindmyllur upp, so skal felagið fyrst ígjøgnum eina útbjóðing, har felagið má hava eitt lægri boð enn til dømis SEV hevur. Er boðið hægri, so sleppur felagið ikki framat.

Tí er tað løgið at Ingilín kemur til ta niðurstøðu, at oljufeløgini fara at framleiða dýrari orku enn SEV. Veruleikin er, at tey sleppa als ikki framat framleiðsluni, um tey ikki hava eitt lægri boð.

Og júst tí verður arbeitt við at skilja net og framleiðslu sundur. Netið skal vera monopol við ongari kapping, meðan kapping skal vera um framleiðsluna.

Dýra orkuskiftið krevur nógvar viðleikarar

Mær dámar sera væl málsetningin hjá SEV um, at øll el-framleiðsla á landi skal koma frá grønum orkukeldum longu í 2030. Men hetta orkuskiftið verður dýrt. Nógvar milliardir krónur skulu finnast til at gjalda hesa stóru umleggingina.

Ingilín skrivar, at SEV fer at missa verandi lánini, um felagið verður býtt sundur í eitt netfelag og eitt framleiðslufelag. Um tað er rætt, so kunnu vit spyrja, hvussu Ingilín sær fyri sær, at SEV fer at klára at fáa fígging til alt tað grøna orkuskiftið, um felagið sjálvt skal standa fyri øllum? SEV skyldar kanska hálvaaðru milliard krónur, og grøna orkuskiftið kann fara at kosta heilt uppí einar átta milliardir krónur.

Tí er tað at eg sigi, at ein treyt fyri at røkka málinum (sum eg vóni at Ingilín og Javnaðarflokkurin taka undir við) um at øll el-orka á landi skal koma frá grønum orkukeldum longu um 10 ár, er at onnur eisini vera við í arbeiðinum. Og júst tí arbeiði eg við at skilja netið frá framleiðsluni hjá SEV. Netfelagið skal vera monopol, meðan jøvn kapping skal vera um framleiðsluna.

Fyrireikingin er í gongd

Tá Ingilín finst at mær, bæði tí at arbeiðið hevur tikið nakað av tíð, og eisini tí at tað skal vera illa fyrireikað, so veit eg ikki, hvat hon byggir tað á.

Arbeiðið verður væl fyrireikað, og allir tættir verða tiknir við í fyrireikingina. Ein pakki við uppskotum um orku- og umhvørvispolitikk verður eftir ætlan lagdur fyri løgtingið um stutta tíð.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður