31. august 2020

Prísurin fyri grøna orkuskiftið

Eg var í farnu viku eitt sindur í kjaki um SEV. Helst er tað ikki rætt at flyta viðgerðina av hesum týdningarmikla málinum ov nógv út í miðlarnar, nú fyrireikingar til broytingar á økinum eru í gongd, so eg vil avmarka meg eitt sindur. Eg fari tó at gera hesa stuttu viðmerkingina, nú bæði Ingilín Strøm, løgtingskvinna, Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn og John Zachariasen, nevndarformaður í SEV, leggja meg undir at hava brúkt skeiv tøl, tá eg havi sagt, hvussu nógv grøna orkuskiftið fer at kosta.

Um rætta talið sigur Ingilín, at tað verður millum 2,8 og 4 milliardir krónur. Bogi sigur umleið 2,8 milliardir og John sigur millum 2,8 og 3 milliardir krónur “umframt tey útboð sum koma”. Har manglar eisini annað í roknistykkinum hjá John, tí hann sigur, at SEV við hesum pengunum fer at klára 92% av grønu orkuni í 2030. Her skal havast í huga, at tað eru tey seinastu prosentini sum eru nógv tey dýrastu.

Øll trý eru samd um, at SEV klárar sjálvt at fíggja grøna orkuskiftið, og at tí er ikki neyðugt at broyta bygnaðin í SEV.

Eg fann talið á heimasíðuni hjá SEV

Til spurningin hvaðani eg havi talið 7 – 8 milliardir, so er at siga, at eg havi bæði sæð og hoyrt nógv tøl, ið hava verið sett í samband við grøna orkuskiftið. Millum annað liggur eitt tíðindaskriv frá 2018 inni á heimasíðuni hjá SEV. Skrivið snýr seg um, at Umhvørvisstovan hevði gjørt eina orkukanning fyri Heilsu- og Innlendismálaráðið. Í tíðindaskrivinum stendur millum annað soleiðis: “Niðurstøðan er í stuttum, at vindorka og sólorka eiga at byggjast út næstu árini, og um nøkur ár er millum annað skilagott at byggja pumpuskipan í Vestmannaøkinum.” Eisini stendur í tíðindaskrivinum: “Íløgurnar eru settar til 400 milliónir krónur um árið frá 2016 at rokna  – vaksandi til 650-700 milliónir krónur um árið í 2030.”

Út frá hesum skuldi verið lætt at rokna, at 400 milliónir um árið í 15 ár eru tilsamans 6 milliardir, og um íløgurnar tey seinnu árini skulu vaksa heilt uppí 650-700 mió. krónur, so enda vit onkrastaðni millum 7 og 8 milliardir.

Onkur hevur síðani sagt mær, at eitt sindur av rakstri og avskrivingum eru við í hesum roknistykkinum (hóast tað ikki stendur har), meðan útbyggingar av netinum ikki eru við. Eisini verður sagt, at tað sum borgararnir í samfelagnum sjálvir skulu rinda í sambandi við umskiftið til grøna orku, er tikið við í roknistykkið.

Spurningurin blívur altíð, hvat skal teljast við og hvat skal ikki teljast við. Um vatngoymslurnar í Vestmanna skulu útbyggjast, so kostar tað rættiliga nógvar pengar, men velja vit ístaðin at lata Sundsverkið koyra eitt sindur um summarið, so eru stórar íløgur at spara, men so verða vit ikki ordiliga grøn. Eg veit ikki um tað er tað, John Zachariasen hugsa um, tá hann tosar um 92% grøna orku.

Tá alt kemur til alt, er tað ikki so avgerandi hvør kann vísa á hægsta, og hvør kann vísa á lægsta talið. Eg skuldi bara latið vera við at nevnt nakað tal í sjónvarpskjakinum, næstseinasta fríggjakvøld, tí nú blívur alt kjakið um, hvat tal er rætt og hvat er skeivt. Tað umráðandi er, at vit fáa framt tað grøna orkuskiftið skjótast gjørligt.

Eitt monopol kann klára alt

Viðvíkjandi spurninginum um SEV einsamalt klárar at fíggja umleggingina til grøna orku, so er tað í roynd og veru ein meiningsleysur spurningur, tí sum útgangsstøði kann eitt monopol klára alt. Fyrimunurin við at vera monopol er nevniliga, at tú hækkar bara prísin til pengarnir røkka. Kundarnir hava onga aðrastaðni at fara, so valið hjá teimum stendur ímillum at góðtaka ásetta prísin, ella at sita í myrkri.

Eg rokni sjálvsagt ikki við, at hetta fer at henda í sambandi við grøna orkuskiftið, men samgongan hevur sett sær fyri, at framleiðslan av grønari orku skal vera gjørd í fríari kapping, har kundin fær eina góða tænastu fyri rætta prísin. Um tað verður SEV ella onkur annar, sum fer at veita tænastuna, tað veldst um, hvør vinnur kappingina.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður