28. september 2022

Gloymið ikki yngru børnini - fyribyrging er altavgerandi!

Eg fegnist um, at landsstýrismaðurin raðfestir sernámsfrøðiliga økið.

Tó ørkymlar tað meg, at landsstýrismaðurin, í svari til mín fyrispurning um skerjingar á Sernám, at í fyrstu atløgu verður tað hugt eftir, hvussu sernámsfrøðiligu tænasturnar eru settar saman á fólkaskúlaøkinum.

Svarið fær meg at óttast, at børnini í dagstovnaøkinum verða gloymd burtur og trupulleikin verður útsettur til fólkaskúlaaldur, og tí versnar.

Tað er nevniliga umráðandi, at sett inn verður áðrenn skúlabyrjan, soleiðis at vit kunnu bøta um sosialu eginleikarnir hjá børnunum og tryggja, at barnið verður loftað í tíð og mennist á jøvnum føti við sínar komandi floksfelagar.

Eg havi sagt tað fyrr og eg sigi tað aftur: fyribyrging er altavgerandi.

Rósa Samuelsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin