09. september 2020

Javnaðarflokkurin svav í tímanum

Í fýra ár umsat Javnaðarflokkurin arbeiðsmarknaðarmál, uttan at hann gjørdi nakað sum helst fyri at stytta arbeiðsvikuna. Nú – bara eitt ár eftir at hann lat hurðarnar aftur eftir sær í Tinganesi, heldur flokkurin tað vera avgerandi neyðugt, at hetta verður gjørt.

Aksel V. Johannesen, sum var løgmaður í undanfarna landsstýri, skrivar í lesarabrævi, at eg, sum landsstýrismaður við arbeiðsmarknaðarmálum, átti at tikið undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum, tí hann sigur seg vera sannførdan um, at vinningurin av at stytta arbeiðsvikuna er so stórur, at tað er dýrari at lata vera. Eg má spyrja: Síðani nær er tað blivið dýrari at lata vera? Um vinningurin er so stórur, hví gjørdi Javnaðarflokkurin so einki við hetta málið, meðan hann umsat arbeiðsmarknaðarmál fyri bara einum ári síðani?

Aksel skrivar eisini, at Javnaðarflokkurin kundi ikki stytta arbeiðsvikuna í farna valskeiði, tí tað málið var ikki partur av valskránni hjá flokkinum til valið í 2015, og tað var heldur ikki partur av samgonguskjalinum hjá undanfarnu samgongu.

Hvat er hetta fyri undanførsla? Var tað ikki Javnaðarflokkurin sjálvur sum orðaði sína valskrá og valdi ikki at taka hetta málið við? Og stóð flokkurin ikki á odda fyri samgongusamráðingunum eftir valið? Var hetta ikki alt eitt frával hjá Javnaðarflokkinum sjálvum?

Aksel skrivar speirekandi, at høvdu allir politikarar havt sama hugburð sum eg havi, so høvdu vit helst framvegis havt 48 tíma arbeiðsviku. Tað er ikki rætt. Høvdu allir politikarar havt sama hugburð sum eg, so høvdu partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir ásett bæði løn og arbeiðstíð. Tað er mín meining um tann spurningin. Eg taki fult undir við at stytta arbeiðsvikuna, um partarnir blíva samdir um tað.

Aksel skrivar um uppskotið, sum Javnaðarflokkurin nú hevur lagt fyri tingið, at tað hevur verið til fyrstu viðgerð, men at samgongan vísti ikki áhuga fyri at broyta lógina. Eg veit ikki, hvat hann byggir tað á. Eg var í tingsalinum alla tíðina meðan viðgerðin fór fram, og eg hoyrdi fleiri samgongufólk vera positiv fyri uppskotinum. Men kanska er endamálið als ikki at fáa uppskotið samtykt? Kanska er endamálið heldur at sleppa at siga, at samgongan tekur ikki undir við tí?

Eg gjørdi í eini blaðgrein eitt einfalt roknistykki sum vísti, hvat tað kostar, at arbeiðsfólk arbeiða tríggjar tímar færri um vikuna, um onnur verða sett at gera arbeiðið sum tá restar í. Eg veit væl at eitt tílíkt roknistykki kann setast upp við ymiskum fortreytum, men hetta var fyrst og fremst fyri at geva eina mynd av, hvussu dýrt tað er. Roknistykkið vísti, at kostnaðurin er 750 mió. krónur um árið. Aksel hevur helst misskilt hetta og heldur, at talan er um tað sum lands- og kommunukassar missa. Tað havi eg ongastaðni sagt. Hetta er kostnaðurin, sum arbeiðsgevararnir skulu gjalda meira fyri sama arbeiði.

Tað er rætt at royndir aðrastaðni eru komnar til ta niðurstøðu, at við at seta arbeiðstíðina niður, verða millum annað færri sjúkradagar, men tað er ikki allur sannleikin. Kanningar eru nevniliga ikki á einum máli um tann spurningin, og onkrar kanningar vísa tað øvugta. Og enn einaferð: Um Javnaðarflokkurin trýr teimum góðu kanningarúrslitunum, hví gjørdi hann so einki við málið, meðan hann var í samgongu og umsat arbeiðsmarknaðarmál? – Hví bara í andstøðu?

Mær dámar væl, at Aksel móti endanum á greinini sigur, at í Javnaðarflokkinum vilja tey hava eitt samfelag, har tað ber til at fáa familjulívið og arbeiðslívið at hanga saman, uttan at tað gongur út yvir fíggjarligu og sálarligu orkuna hjá føroyingum. Tað gangi eg út frá, at øll vilja. Men um tey meina nakað við tað, so eiga tey at koma við uppskotinum meðan tey hava møguleikan at gera nakað við tað. Andstøðuprofileringar hjálpa ikki arbeiðarafjøldini.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður