19. september 2020

Formansfrágreiðing - landsfundur Sambandsfloksins 2020

Góðan morgun øll somul

Góðu føroyingar, góðu sambandsfólk!

Vegna Sambandsflokkin vil eg bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin til ein øðrvísi landsfund í ár. Vælkomin til tykkum, sum eru her á Hotel Hafnia og vælkomin til tykkum, ið fylgja okkum á alnótini - ið røkkur um allan knøttin.

Hetta er fyrsti Landsfundur, eftir tvey væleydnaði val. Fólkatingsvalið, har vit vunnu okkara sess á Christiansborg aftur, og løgtingsvalið, ið tryggjaði Sambandsflokkinum fulla ávirkan á politikkin í Føroyum. Nú sita vit við ábyrgd og hana skulu vit brúka til gagns fyri land og fólk.

Til løgtingsvalið eydnaðist tað Sambandsflokkinum at koma í landsins leiðslu við løgmanni, sjey tingfólkum og tveimum landsstýrisfólkum. Hesa ábyrgd eri eg sera eyðmjúkur um, og eg fegnist um, at vit komandi árini hava bestu fortreytir til at seta okkara fingramerki á politikkin. Tað hava vit tað seinasta árið gjørt, og tað fara vit framhaldandi at gera!

*********

Sambandsflokkurin hevur víst, at vit taka ábyrgd, tá vit sita við valdið. Og tað setur stór krøv til flokkin og øll tey, sum mynda flokkin dagliga. Tað er okkara skylda at koma við boðum uppá, hvussu samfelagið Føroyar skal innrættast - og hvussu vit skapa ítøkilig úrslit.

Tað gera vit í felag!

Sambandsflokkurin trívist best við ábyrgd.

Vegna flokkin vil eg takka øllum eldsálum kring landið. Øll tit sjálvbodnu, og tit, sum í allari stillheit gera eitt stórt arbeiði fyri okkara flokk.

Ikki minst fari eg at takka tykkum, sum stríddust í báðum valstríðunum. Tykkara innsatsur og ágrýtni gjørdist avgerandi fyri úrslitið.

Tað eru veljararnir, eldsálirnar, veljarafeløgini, ungmannafelagið, tingmanningin, fólkatingsumboðið og landsstýrisfólkini, ið eiga flokkin - TIT eru Sambandsflokkurin!

Tøkk hava tit øll uppibornað fyri tað!

*********

Góðu øll somul!

Vit kunnu av røttum siga ”Tað var ein tíð fyri Koronu, ein tíð við Koronu, og tað verður ein onnur tíð eftir Koronu”

Hesa avbjóðingina hava vit tikið uppá okkum, hon skal loysast – Vit fara at klára tað.

Her á landsfundinum verður høvið at umrøða politisku avbjóðingarnar í Føroyum í dag og framtíðar politisku kósina, sum vit í Sambandsflokkinum fara at seta.

Sambandsflokkurin vil tað fría samfelagið í tøttum samstarvi við umheimin.

Sambandsflokkurin vil við síni sosial-liberalu kós tryggja okkum øllum eitt samfelag í serflokki. Okkara sosial-liberala kós er okkara hornasteinur í øllum, vit politiskt takast við.

Málið er greitt - Fólk skulu trívast í Føroyum. Tað skal verða avbjóðandi, spennandi, mennandi og stuttligt at liva og virka í Føroyum.

Sambandsflokkurin vil skapa eitt gott lív fyri landsins borgarar. Eitt lív, ið bjóðar okkum øllum fult av møguleikum.

Vit skulu tryggja framhaldandi framgongd, betraða vælferð við at lata búskapin vaksa:

  • Geva vinnuni frælsi at nørast
  • Geva borgarunum frælsi at mennast

Soleiðis fáa vit eitt samfelag í serflokki!

Sambandsflokkurin tekur ábyrgd og stýrir við skili. Vit tóku um endan í 1994, tá harðast leikaði á, aftur í 2004 – tá vit vendu niðurgongd til framgongd. Vit sóu tað aftur tá heimsbúskaparkreppan herjaði, tá vendu vit niðurgongd til framgongd, tá vit, hóast búskaparligar brotasjógvar, tryggjaðu vælferðartænasturnar og fingu búskapin aftur á rættkjøl. Hettar er góður og tryggur sambandspolitikkur.

Vit høvdu dirvi at stýra, og tað gjørdi, at vit komu væl gjøgnum búskaparkreppuna.

*********

Vit hava tað seinasta hálva árið staðið í eini nýggjari kreppu - eini heimsumfatandi heilsukreppu - sum lættliga kundi havt ført við sær eina fíggjarkreppu.

Eisini her hevur Sambandsflokkurin staðið við róðrið. Bæði við løgmanni, heilsumálaráðharranum, og ikki minst við vinnumálaráharranum, ið klárgjørdi allar hjálparpakkar fyri tað føroyska vinnulívið og tann einkulta lønmóttakaran.

Strategien hevur verið greið: álit á fólkið, heldur enn lógarkrøv.

Sambandsflokkurin hevur álit á fólkinum, og hvør einstakur føroyingur hevur víst, at vit standa saman tá á stendur, og hava niðurbart koronusóttina heili tvær ferðir.

Tað rørdi mínar kenslur, tá børn hesa tíðina spurdu, hví tey ikki kunnu spæla sum vanligt, vitja ommu og abba, ganga í skúla, ella fara til ítrótt – grundleggjandi lívsvirðir vóru sett úr gildið, uttan at vit kundu vísa hesum spyrjandi børnum, hvat tað var, vit krógvaðu okkum fyri. Tað var sera hugvekjandi at uppliva, tað treytaleysa álit børnini hava á okkum vaksnu.

*********

Tað var ongin, sum við ársbyrjan kundi ímynda sær, hvat stóð okkum í væntu av avbjóðingum og trupulleikum, at ein umfarssótt soleiðis skuldi raka allan heimin og okkum sjálvi so hart og dygt.

Hetta kravdi sera góð og skjót umstillingarevni, bæði fyri borgarar, vinnuna og politisku skipanina, við tí endamáli at minka um skaðiligu árinini av tí, sum var í væntu. Tíbetur hava vit klárað okkum væl gjøgnum heilsuligu vandarnar av kreppuni. Higartil hevur ongin latið lív í Føroyum vegna koronu - tað skulu vit fegnast um.

Øll í Føroyum hava gjørt sítt besta til góða úrslitið - vit hava víst, at vit koma longst við at hava álit á føroyska fólkið - takk fyri tað, eiga tit øll somul.

Tá Føroyar, hin 12. mars í ár, fóru niður í ferð vóru fólk sera ivasom, hvørt tað var rætt at gera tað, ið bleiv gjørt. Men nú í dag, eitt hálvt ár seinni, kunnu vit ásanna, at okkurt hava vit gjørt rætt. Vit hava nevnliga vunnið á koronu - ikki minni enn tvær ferðir.

Vit vístu Føroya fólki álit. Tey fingu ábyrgd - saman við okkum, og saman megnaðu vit øll tað.

Vit hava í mesta mun roynt at hjálpt til har, ið tørvur var á tí.

Vinnan hevur fingið hjálparpakkar, ið hava verið við til at gera tað gjørligt, í mesta mun, at halda fram við tí, tey tókust við, áðrenn korona rakti okkum. Føroyski borgarin, ið hevði tørv á tí, fekk somuleiðis hjálp til at klára seg í gjøgnum kreppuna.

Starvsfólk vórðu send heim frá arbeiði, men ikki øll fingu henda møguleikan.

Tí í einum so væl virkandi vælferðarsamfelag eru tað altíð nøkur, ið mugu arbeiða fyri at fáa samfelagshjólini at mala.

Vinnan skipaði seg saman við starvsfólkunum og kláraði at halda hjólini í gongd.

Starvsfólk á heilsuøkinum kýttu seg meir enn nakrantíð, starvsfólk á dagstovnum og skúlum, starvsfólk á eldraøkinum, á serøkinum og aðrastaðni tað sama. Eg vil her takka tykkum øllum fyri tykkara avrik. Uttan tykkum hevði verið torført at komið ígjøgnum kreppuna.

Eisini tykkum øllum, ið máttu heim at arbeiða, vil eg takka. Tað krevur skjóta umstilling at skula broyta gerandisdagin soleiðis. Børn og ung sluppu ikki á stovn og í skúla.

Tit máttu, við børnunum við hús, royna at fáa familjulív og arbeiði at ganga í hakk.

Persónliga havi eg merkt hvussu trupul henda tíðin hevur verið, hjá avvarandi. Tað hevur verið torført.

Óvissan, um nær vit sluppu at vitja okkara kæru, ið eru rakt av sjúku, eru komin til árs, búgva á ellisheimum, bústovnum og aðrastaðni, var ørkymlandi.

Hesi átøk vóru neyðug, og vit megnaðu tað.

Børnini og ungdómurin eiga eisini eina tøkk - tit hava verið fyrimyndarlig og vit kunnu bara vera errin av tykkum. Tit hava víst, at vit trygt kunnu lata ábyrgdina víðari til tykkara.

*********

Við lóg skal land byggjast er gamalt at siga. Hetta er satt, men umframt lógir krevur tað, at vit hava álit á hvønn annan. Hetta vístu vit í verki og tískil er møguligt at byggja land.

Tað hevur sett síni serligu krøv at brúka politiskt hegni og royndir at leggja til rættis, leiða og stýra politiskt gjøgnum hesa kreppuna - og ikki minst tryggja breitt politiskt samstarv.

Men tað er týdningarmikið fyri meg at siga, at henda koronastøðan merkir ikki, at Sambandsflokkurin hevur gloymt, hvat stendur fyri framman av politiskum málum at loysa, og hvørji lyfti eru givin.

Vit hava nógv vit vilja fremja í verki, og nøkur av hesum málunum fari eg nú at viðgerða her.

*********

Sambandsflokkurin er einasti veruligi ríkisfelagsskapsflokkur. Vit síggja allar fyrimunirnar, ið eru í samstarvinum við Danmark og Grønland.

Frælsi fæst best í samstarvi við onnur – bæði frælsið hjá tí einstaka, frælsið hjá vinnuni og frælsið hjá okkara landi á altjóða pallinum.

Ríkisfelagsskapurin er eitt vinarband – ið allatíðina skal pleygast og mennast.

Eg havi sum løgmaður fingið fleiri fyrispurningar úr útlenskum miðlum, sum vilja lýsa okkara vælvirkandi ríkisfelagsskap.

Í enskum og sponskum miðlum lesa vit, at umheimurin hyggur eftir okkara vælvirkandi ríkisfelagsskapi, sum ein leist fyri at skipa seg við so stórum frælsi, í felagsskapi.

Ríkisfelagsskapurin, eins og heimurin, er ikki statiskur, men er allatíð í eini støðugari broyting. Hesari broyting skulu vit ikki vera bangin fyri, men taka hana til okkum, og á tann hátt geva felagsskapinum eitt innihald, sum er nútíðarsvarandi, og sum er ført fyri at møta framtíðar avbjóðingum.

Vit eiga sum tjóð at hava størri ræði á málum, sum viðkoma okkum sjálvum og sum vit hava førleika og vitan til at arbeiða við og loysa. Føroyar eru partur av heimssamfelagnum og eiga at vera við í teimum strategisku málum og altjóða rákum, sum ávirka og viðkoma okkum. Arbeitt verður í løtuni miðvíst við at skipa hetta samstarvi millum londini í Ríkisfelagsskapinum.

Sambandsflokkurin hevur altíð gingið á odda við at arbeiða við altjóða politikki, sum kann gagna Føroyum og tryggja, at vit lættari og skjótari fáa atgongd til spennandi marknaðir og kunnu gera handilsavtalur, sum kunnu skapa búskaparvøkstur og arbeiðspláss. Málið skal verða at fara frá, í mestan mun, at útflyta rávørur til at selja matvørur, og soleiðis skapa arbeiðspláss og økja peningavirðið í samfelagnum.

*********

Føroyar hava eina serliga strategiska staðseting í Arktis-høpi. Føroyar eru náttúrliga portrið til Arktis, við einum góðum undirstøðukervi. Vit gera stórar útbyggingar, t.d. havnaútbyggingar, vit hava gott samband út í heim, og fjarskiftið er í serflokki.

Føroyar eru tí komnar í eina geo-politiska serstøðu, og eru vorðnar partur av altjóða stórpolitikki, har nú risalond sum USA, Russland og Kina vilja gera sína ávirkan galdandi í Arktis, og vilja hava atgongd til ríkidømið í økinum og hernaðarligt vald. Vit kunnu siga at uttanríkispolitikkur, trygdarpolitikkur og handilspolitikkur verða bundin tættari saman.

Vaksandi altjóða áhugan fyri Føroyum merkja vit í dagliga arbeiðinum, og tættari samskiftinum við heimsveldini, har Føroya Løgmaður fyri fyrstu ferð í søguni fekk høvi, at vitja í Downing Street 10, Uttanríkisráðharrin hitti amerikanska uttanríkisráðharran, og ikki minst nógvu vitjanirnar frá sendiharrum umboðandi stórveldini.

Vit skulu brúka okkara støðu sum best á øllum økjum – betri marknaðaratgongd, tættari sambond við umheimin – soleiðis tryggja vit einar Føroyar við ótømandi møguleikum til hvønn einstakan.

*********

Tá ið vit í valstríðnum í fjør vórðu spurd, hvørjum Sambandsflokkurin vildi samstarva við, um tað var Javaðarflokkinum ella Fólkaflokkinum, var okkara svar altíð greitt. Sambandsflokkurin vil samstarva við allar flokkar, tí í okkara stevnuskrá er tað besta frá vinstru og tað besta frá høgru. Tað standi eg framvegis við, sjálvt um vit í síðsta enda valdu at fara í eina borgarliga samgongu. Tað valdu vit, tí tað var her, vit kundu telja uppí 17 og fáa sum mest av okkara politikki. Vit hava ikki gloymt okkara stevnuskrá, og vit skulu framhaldandi samstarva við allar flokkar.

*********

Hyggja vit eftir liberalu stevnu sambandsfloksins, ið er tað fíggjarliga beinið, vit skulu standa á, skal búskaparstýringin í hesum samgonguskeiðnum vera við til at betra haldførið hjá tí almenna. Um tað bara kemur eitt nos ímóti við lægri inntøkum, so verður hall á fíggjarlógini – Tað er tað vit uppliva í hesum døgum. Samstundis er trýstið stórt á fleiri og betri almennar tænastur og harvið stórt trýst á útreiðslur landskassans.

Tí er ein framhaldandi menning av vælferðarsamfelagnum neyðug fyri at skapa búskaparvøkstur. Sambandsflokkurin heldur, at tað er best, at vit framleiða okkum til eitt betri búskaparligt haldføri saman við einari neyvari útreiðslustýring.

Fiskivinnan er saman við alivinnuni ein av vinnuligu hornasteinunum undir okkara búskapi og vælferðarsamfelagi. Tí skal vinnan vita, hvat hon hevur at fyrihalda seg til. Vit skulu virðisøkja okkara tilfeingi úr havinum mest møguligt, m.a. við at alt skal takast við til lands og í mestan mun virðisøkjast í Føroyum.

Eisini er fiskivinnulóggávan broytt soleiðis, at 30% av botnfiskaveiðini skal seljast umvegis eina uppboðssølu, við tí endamáli at skapa betri atgongd til rávørur til tey virki, sum ikki hava fiskiskip atknýtt.

Fortreytin er betraðar handilsavtalur, atgongd til kapital og lønsamur rakstur. Tað skal loysa seg!

Enn er langt eftir á mál, skulu vit menna meirvirking á landi. Virðisketan í fiskivinnuni ella tilgongdin við meirvirking byrjar longu, tá fiskurin verður veiddur og heilt til hesin er á marknaðinum sum konsumvøra. Tí hevur Sambandsflokkurin lagt upp til, at ein skipan skal setast í verk, sum tryggjar góðskuna á veidda fiskinum.

Neyðugt er við íløgum í nýggja útgerð umborð á okkara veiðuførum og íløgum í nýggj skip og framleiðslutøkni. Henda tilgongdin er byrjað, serliga nú karmarnir í fiskivinnuni eru vorðnir støðugari og tryggari.

Ítøkiliga vilja vit at:

  • Umsitingarætlanir fyri botnfiskastovnarnar skulu setast í verk
  • Føroyar skulu taka lut í øllum viðkomandi altjóða samstarvi um fiskivinnu
  • Vaksa um okkara rættindi á øllum heimshøvum
  • Tryggja gagnnýtslu av verandi rættindum

*********

Nýggj fiskivinnuskipan er samtykt.

Lat meg sláa tað heilt fast, Sambandsflokkurin hevur hildið tað vit fóru til val uppá. Sambandsflokkurin hevur tryggjað at:

  • Kvotur verða til nýggjar aktørar í uppisjóvarvinnuni.
  • Serskattur er ásettur á sølu av veiðirættindum. Um veiðirættindir verða seld, og peningurin útlutaður til eigararnar, fella 2/3 av vinninginum til landskassan.
  • Føroyingar koma at eiga alla fiskivinnuna í framtíðini. Keyparaskarðin til at keypa veiðirættindi lækkar munandi, tí útlendingar ikki kunnu keypa um stutta tíð, og antitrustmørk eru fyri verandi aktørar, ið tryggjar at miðsavnanin ikki verður størri. Sostatt lækkar søluvirðið á veiðirættindum munandi.

Jú, Sambandsflokkurin hevur sanniliga fingið sera nógv av okkara fiskivinnupolitikki ígjøgnum, hann er nú í tráð við uppskotið vit løgdu fyri Løgtingið í 2017.

Við nýggju fiskivinnulóggávuni, hava vit tryggjað, at fiskivinnutilfeingið í veruleikanum er ogn Føroya fólks, og ikki bara á pappírinum.

*********

Hví hevur tað so stóran týdning at vinnan trívist, jú tað er tí, at vinnan er grundarlagið undir góðari vælferð. Vit ynskja at tryggja, at øll Føroya fólk eru partur av framkomna, trygga vælferðarsamfelagnum. Hetta sæst aftur í sosialu stevnu okkara.

Føroyska heilsuverkið er ein av grundarsteinunum undir sosialu stevnu okkara. Heilsuverkið tørvar leypandi menning og tillagingar, her verður hugsað bæði um kommunulæknaskipanina og sjúkrahúsverkið.

Hóast vit hava havt búskaparligt viðrák seinastu árini, mangla framvegis pengar til so týðandi økið, sum okkara heilsuverk.

Harafturat er tørvur á ábótum í almannaverkinum og útbúgvingarverkinum.

Tey bleytu virðini skulu áhaldandi raðfestast hægri. Tað eru júst hesi virði, sum kunnu gera av, hvørt fólk og familjur velja at búgva ella flyta aftur til Føroya.

Sambandsflokkurin fór á val uppá at geva pensjonistum eitt størri rásarúm. Tað hava vit givið teimum. Pensjonistarnir hava eftir árskiftið 1100 krónur meir at liva fyri um mánaðin, og tað loysir seg hjá teimum at arbeiða. Hetta hevur leingi verið tiltrongt og hetta fegnast vit um.

*********

Eitt vælvirkandi heilsuverk er sera týdningarmikið í okkara vælferðarsamfelagi. Sambandsflokkurin vil tí seta neyðugar resursir av til økið.

Vit fara at virka fyri, at tað árliga verða játtaðar 30 mió. kr. eyka til uppraðfesting av okkara heilsuverki til viðgerðartrygd, rehabilitering og aðrar átroðkandi viðgerðir. Vit eru longu byrja við munandi hægri játtan til heilsuverkið í 2020.

Vit vilja seta í verk eina viðgerðartrygd, har borgarin fær viðgerð innan ein mánaða. Eisini skulu sjúklingar við sálarligum sjúkum og likamligum sjúkum javnstillast, hvat viðgerðartrygd viðvíkur. Føroyingar skulu verða beinleiðis partur av donsku skipanini um viðgerðartrygd.

Enn er tó nógv at gera á heilsuøkinum. Ikki minst er rehabilitering ein týðandi táttur, og sum framkomið land skulu okkara borgarar hava góð tilboð um rehabilitering, bæði likamliga, sálarliga og sosialt.

Tað er fyrst og fremst fyri virðingina hjá tí einstaka borgaranum, at koma, skjótast tilber, útaftur til eitt virkið lív. Hetta er samstundis ein íløga fyri samfelagið, ið vit fáa innaftur, við tað, at borgarin kemur úr aftur almennu skipanunum skjótast tilber.

Nútíðin krevur at vit eru kappingarfør á heilsutænastum – hetta er ein fortreyt fyri at fáa fólk at trívast og búseta seg.

Vit eru í kapping um týdningarmestu tilfeingið – ið er fólki - hendur og heilar

**************

Tað er av stórum týdningi, at vit framhaldandi menna heilsuverk okkara. Hetta m.a. við gransking. Arbeitt verður við at stovnsseta eina miðstøð fyri diabetesviðgerð, ið vit hava fingið í boði frá Novo Nordisk.

Umframt hetta gerst tað nú smidligari at verða ríkisborgari, tá tú eitt nú sum sjúklingur verður sendur til Danmarkar í sjúkraørindum. Eitt av okkara hjartamálum til valini í 2019 var at tryggja føroyingum CPR-nummar. Avtalað er gjørd um hetta, og tað eru vit sera fegin um.

Hetta fer somuleiðis at virka fyri, at vit øll tosa sama mál. Tað verður lættari at fáa innlit í journalir, smidligari at gerast partur og gera brúk av ymsum skipanum, ið danska heilsuverkið bjóðar. Umframt at lætta um á heilsuøkinum, hevur hetta við sær, at tað er lættari tá ið føroyingar eitt nú skulu finna sær eina lestraríbúð, skriva síni børn upp til barnagarðspláss ella søkja um lestrarstuðul í Danmark.

Føroyar skulu verða eitt vælferðarsamfelag fyri øll. Vit hava eina sosiala kontrakt, sum sigur, at teimum, sum tørva hjálp, og annars ikki klára seg í styttri ella longri tíð, skulu hava hjálp frá felagsskapinum.

Vit vilja tí:

  • Samskipa rehabilitering til fólk við serligum viðgerðartørvi
  • Bjóða tænastur og búðtilboð, umframt skúlatilboð til fólk við breki og avbjóðingum
  • Leigubústaðir til familjur, sum liva undir fátækramarkinum
  • Leigubústaðir til einligar forsyrgjarar, ungdóm og eldri

**************

Onnur mál, sum arbeitt verður við á sosiala økinum, er rætturin hjá pápum til foreldramyndugleika, orða ein brekpolitikk, íløgur í vardar bústaðir o.a.

Bústaðarmøguleikarnir í Føroyum skulu gerast fjølbroyttari, her Bústaðir og privatir koma at hava ein týðandi leiklut, at nøkta átrokandi tørvin.

Vit skulu eggja til útbúgvingar, íløgur skulu gerast í fólkaskúlan, so okkara ungu eru á hædd við tey bestu. Dugnalig ung fólk, ið kunnu mátast við tey bestu, eru avgerandi fyri Føroya framtíð.

Útbúgving skal tryggja, at fólkið hevur góðar og kappingarførar førleikar, bæði í vinnuni og innan tað almenna.

Fólkaskúlin er høvuðsgrundarlagið fyri menning av okkara børnum og ungdómi, tí skulu vit tryggja ein tíðarhóskandi skúla, ið er áhugaverdur fyri tey ungu.

Vit vilja tryggja eina góða integratión av útlendingum og er undirvísing í føroyskum sum annað mál raðfest.

Lærlingar hava fingið ein munandi skattafrádrátt. Hetta fer vónandi at fáa fleiri í læru.

*********

Floksforkvinnur og menn eru innkallaði til fundar um stýrisskipanarlógina, eitt nú fyri at tryggja, at allir føroyingar verða javnsettir.

Seinastu tíðina hevur verið kjakast um heitini á politikkarum í almenna rúminum. Tað hevur stóran týdning, at vit fáa broytt hesi heiti, so ein kvinna kennir seg sum eina kvinnu og ein maður sum ein mann. Øll eiga at verða umtalað sum tað kynið, tey eru. Vit vilja tryggja okkum, at heitini í almennu skipanini verða broytt, so at ein løgtingskvinna er ein kvinna og ein løgtingsmaður er ein maður.

Sálarsjúka og likamligar sjúkur skulu javnsetast. Somuleiðis skal viðgerðin av sálarligum órógvi gerast lættari. Lógaruppskot er til viðgerðar, sum tryggjar at ung ímillum 15-35 ár fáa ókeypis sálarfrøðiliga hjálp, so tey verða loftað í góðari tíð, og so tey kunnu hjálpast og stuðlast til at fara út í samfelagið aftur á ein virðiligan hátt.

Í fimm ár hava Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty International og ”Sig frá” havt kampanjur, um at sex krevur samtykki. Veruleikin er tó tann, at í revsilógini er neyðtøka grundað á harðskap og tvang, heldur enn samtykki ella frívilligheit. Fleiri dagføringar eru neyðugar í revsilógini, og hetta arbeiði er fari í gongd. Sjálvandi skulu tvey verða samd um sex, og tað skal lógin eisini avspegla.

*********

Fyri at náa málinum um 100% varandi orku á landi í 2030, skulu íløgur gerast. Vit hava hvørki ráð ella tíð til at útseta. Vit verða noydd til at handla og vit kunnu gera mun, hóast vit eru smá.

Grøna umleggingin og búskaparvøksturin ganga hond í hond. Vit skulu markera okkum sum undangonguland í umhvørvisspurninginum. Tað kemur okkum í gott orð og tað kunnu bæði fiski- og alivinnan njóta gott av. Brúkararnir kring heimin seta krøv, teimum loysir tað seg at fylgja – Tí skulu vit verða førandi á grøna økinum.

Krøv skulu leggjast á almennar myndugleikar. Krøvini skulu áseta, at grønar loysnir skulu veljast í almenna geiranum, har tað ber til. Millum annað, tá tað umræður upphiting av bygningum og keyp av bilum.

Tað hevur búskaparligan týdning fyri vinnuna, at tørvurin á elorku í framtíðini verður nøktaður og til ein kappingarføran prís. Harafturat kemur kravið um grønar orkuloysnir og at vit førka okkum frá olju til varandi orku, sum orkukelda - ein umstilling, sum eisini vil spara okkum fyri nógvar hundraðtalsmilliónir í útreiðslum til innflutning av olju.

Neyðugt er at skapa karmar fyri at kunna økja elframleiðsluna munandi komandi 10 árini og fremja eina liberalisering av elorkuøkinum. Hetta kann bara gerast innan eitt rímuligt tíðarskeið við, at øll taka tøk og sleppa framat við sínum hugskotum og loysnum.

Tað er kortini ikki nóg mikið bara at framleiða meira elorku, tað skulu nevnliga eisini skipanir og tøkni til á brúkarasíðuni fyri at kunna taka ímóti elorku, sum einasta orkukelda í framtíðini. Tað er týdningarmikið, at hesar broytingar á elorkumarknaðinum verða framdar í forstáilsi og góðum samstarvi við kommunurnar, sum varða av SEV.

Ferð skal veruliga setast á grøna orku. Við at tryggja kapping, og lata fleiri sleppa framat, fáa vit fleiri møguleikar til brúkaran og nýhugsanin innan økið fær gróðrarlíkindi. Fortreytin fyri hesum er:

  • Eitt gjøgnumskygt net
  • Eins atgongd hjá øllum
  • Brúkarin kann velja

Sambandsflokkurin vil at Føroyar skal verða undangonguland tá talan er um grøna orkuskiftið, og í tálmingini av veðurlagsbroytingunum.

*********

Eitt ár er farið, síðan vit tóku við landsins leiðslu. Tíðin hevur verið spennandi, mennandi og avbjóðandi. Men eg eri stoltur av at kunna umboða Sambandsflokkin í landsstýrinum. Eg eri stoltur av teirri manning eg havi við mær - bæði teimum fólkavaldu og tykkum øllum, ið gera eitt megnar arbeiði fyri flokkin.

Vit hava klárað at avrikað fleiri av politisku málunum, vit settu okkum fyri til valið; onkur eru ávegis og onnur koma á skrá komandi tíðina.

Eg takki fyri tykkara stuðul - eg fari at gera mítt til, at vit øll kunnu kenna okkum aftur í politikkinum, sum verður framdur komandi árini.

Góðu sambandsfólk!

So mong vórðu orðini - og við hesum leggi eg upp til orðaskifti.

Framhaldandi góðan landsfund øll somul.

Takk fyri!