11. desember 2020

Politisk symptombehandling av rúsevnatrupulleikum

Landsstýrið ætlar at seta í verk tiltøk, sum kunnu minka um nøgdina og nýtsluna av hørðum rúsevnum millum ung í Føroyum. Klassiski feilurin, sum gjørdur verður er at seta tiltøk í verk í blindum og uttan, at veruligu trupulleikarnir verða greinaðir og lýstir. Tí vil virknaðurin frá tilmælum og tiltøkum verða lítil og onki verdur, men minnir heldur um populistiskan politikk, tvs. lættar og einfaldar loysnir upp á umfatandi og djúpt stingandi trupulleikar.

Politiskar ætlanir og arbeiðsetningur

Landsstýrið ásannar, at støðan við hørðum rúsevnum millum ung er sera álvarsom og tað er tað ongin, sum ivast í og tí hevur landsstýrið gjørt av, at munadygg tiltøk skulu setast í verk, so vit fáa bast støðuni við hørðum rúsevnum millum ung, og tað haldi eg eisini er sera gott, men eg má siga eg undrist yvir sera spinkla arbeiðsetningin hjá arbeiðsbólkinum.

Uppgávan hjá arbeiðsbólkinum er skipað í tveimum pørtum. Arbeiðsbólkurin skal fyrst koma við uppskoti um:

1. hvørji tiltøk kunnu setast í verk beinanvegin;

og síðani skal arbeiðsbólkurin koma við uppskoti um:

2. hvat skal gerast frameftir.

Hvat er galið í føroyska samfelagnum?

Í arbeiðssetninginum verður ikki lagt upp til eina diagnostisering ella problemanalysu av nøkrum slag, áðrenn nøkur viðgerð/ terapi ella tiltøk verða sett í verk - tað er ikki nøktandi og virkar litið seriøst.

Hesin mátin at grípa slikt arbeiði ann upp á er í mínum hugaheimi politisk symtombehandling uttan virkna og beinraktar loysnir.

Tað, sum tey ungu gera ella teirra atburður, er onkursvegna ein spegilsmynd av sosiala umhvørvinum og fíggjarligum trupulleikum, og annars, hvussu vit hava innrættað okkara samfelag.

Men ikki eitt orð um at kanna, hvørjir veruligu trupulleikarnir eru í samfelagnum, hvat slag, hvar starta trupulleikarnir (longu i dagstovnunum og fólkaskúlanum etc.), hví, hvussu umfatandi, hvørjar avbjóðingar dragast børnini við, sum t.d. kunnu verða sálarligar ella psykriatriskar, og hvørjar skipanir svíkja børnini og tey ungu etc. Og hvat gera vit á ymsku økjunum í løtuni við at fyribyrgja, at tey ungu ikki skulu koma sær í óføri við rúsevnum - frá børnum til ung og til vaksin. Her má alt vendast og kannast, áðrenn nakra sum helst viðgerð og tiltøk.

Hesir rúsevnatrupulleikar hava staðið upp á í áravís, so hví skal tað hurlast í gjøgnum nú. Tað er gjørt alt ov lítið seinastu nógvu árini við teir undirliggjandi faktorarnar, sum útloysa misnýtslu av rúsevnum - tað er ivaleyst lættari politiskt nú bara at biða um meira pening til átøk, sum kosta nógv og eru uttan virkna.

Hetta var júst sama politiska metodan, sum bleiv brúkt í sambandi við vánaliga PISA-úrslitið fyrstu ferð kanningin varð gjørd. Ein rúgva av tilmælum uttan eina problemanalysu - nakað, sum ein norskur professari eisini kritiseraði niður í sand og øsku sum fakliga inkompetent. Politisku átøkini í sambandi við PISA fingu heldur als onka ávirkan á betri úrslit frameftir, men kostaði í hægri játtanum - katastrofalt politiskt og fakligt arbeiðsslag - og burturspiltar skattakrónur.

Tað er klárt, at ger mann onga veruliga og beinraktað problemanalysu, so verða tilmælini meira og minni totalt við síðurnar av og uttan virkna. Hetta vísir seg at sleppa at endurtaka seg ferð eftir ferð, uttan at nakar yvirhøvur kritiserar síka mannagongd ella metodu.  

Víðkaður arbeiðssetningur

Við hesum verður lagt upp til at brúka meira eftirlit, harðari revsing uttan yvirhøvur at fara inn í veruligu trupulleikarnar og soleiðis finna røttu og bestu loysnirnar - varandi kvalitetsloysnir.

Embætisfólkini, sum ráðgeva landsstýrinum hava eina stóra uppgávu at tryggja dygdargott tilfar til landsstýrismannin og politisku skipanina at taka støðu út frá, og tað haldi eg manglar júst i hesum uppleggi.

Eg fari tí staðiliga at mæla landsstýrinum til, at arbeiðssetningurin verður víðkaður til eisini at fevna um eina støðulýsing og greining av viðkomandi og veruligu trupulleikunum í samfelagnum sosialt o.a., t.d. millum foreldur, børn og ung.

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin