27. desember 2020

Tunnilsgjøldini skulu niður

Áðrenn Eysturoyartunnilin varð samtyktur, gjørdi Landsverk eina kost-nyttu kanning av tunlinum. Niðurstøðan var, at nyttuvirðið fyri føroyska samfelagið varð áleið 100 mió. kr. um árið. Niðanfyri komi eg at greina hetta nærri.

Tíðarsparing

Fólk, sum búgva á Skálafjørðinum og arbeiða í Havn, koma at spara meira enn ein tíma um dagin, svarandi til áleið 200 tímar um árið - í mun til ferðsluna áðrenn tunnilin.

Metingar vísa, at vit samanlagt spara áleið 4 milliónir tímar, sum vit í dag brúka í einum bili, men sum vit nú kunnu brúka til annað. Nøkur vilja brúka hesa tíð saman við familjuni ella til ymisk ítriv - hetta er gott, men telur ikki við í eini kost-nyttu kanning.

Nøkur velja tó at arbeiða nakað meira, og tað telur við í eini kost-nyttu kanning. Í kanningini varð mett, at hetta fór at skapa eitt samfelagsvirðið svarandi til áleið 30 mió. kr. um árið.

Spardir kilometrar og betri umhvørvi

Borgarnir spara bensin, slit av dekkum og slit av bilum - landið sparir slit av vegum. Alt hetta verður tikið við í eini kost-nyttu kanning - og metir Landsverk, at árliga sparingin av hesum er áleið 60-70 mó. kr.

Umhvørvisliga vil nýtslan av tunlinum hava við sær, at vit árliga brúka nógv minni av svartari orku.

Vanlukkur

Sum nevnt omanfyri, so kann nyttan av tunlinum hava við sær, at føroyingar brúka 4 milliónir tímar minni í bili. Hetta vil helst eisini minka um vandan fyri vanlukkum. Hetta hevur eitt árligt samfelagsvirðið á 16 mió. kr. um árið, serliga spardar í tryggingum og heilsuverkinum.

Treytin

Høvuðsgrundin til, at Landsverk viðmæltið at byggja Eysturoyartunnilin var, at samfelagsliga virðið var so høgt - góðar 100 mió. kr. um árið ella 3,5 mia. kr. yvir 30 ár. Men hetta er bara galdandi, um fólk velja at brúka tunnilin.

Um prísurin verður settur ov høgt, vil helvtin av bilinum brúka ta longu farleiðina - og harvið brúka meira tíð, bensin og slit - samstundis sum tey eisini økja um møguleikan fyri vanlukkum.

So høgu tunnilsgjøldini eru ein gøla og stór skomm, ikki bara fyri teir einstøku borgararnar og familjurnar, men fyri alt samfelagið.

Politisk inntriv møguliga neyðug

Politikkararnir valdu at seta eina nevnd og stjóra at stýra felagnum, og vit kunnu í dag ásanna, at tey hava gjørt eitt gott arbeiði, tá talan er um bygging av tunlinum, men tá talan er um prísásetingina fyri nýtslu av tunnlinum, hava tey dumpað.

Vit vita, at verður prísurin rímuligari, koma nógv fleiri at brúka tunnilin, og harvið eisini at gjalda fyri tunnilin. Hetta sigur allur logikkur, og hetta hava vit eisini sæð í hinum tunlunum.

Um tunnilsfelagið ikki sjálvt velur at tillaga tunnilsgjøldini, verða vit noydd at gera politisk inntriv, til frama fyri bæði borgaran og samfelagið sum heild.

Hvussu skulu tunnilsgjøldini fáast lægri

Tunnilsgjøldini muga og skulu niður - hetta er eitt ófrávikiligt krav.

Lægru prísirnir koma at hava við sær meira ferðslu, og er hetta lutvíst við til at fíggja príslækkingina.

Um hetta ikki er nóg mikið, kann helst gerast avtala um at leingja afturgjaldstíðina.

Eisini er tað ein møguleiki at leggja allar undirsjóvatunlarnar í éitt felag, sum tá fær enn fleiri inntøkukeldur.

Seinasti møguleikin er, at landskassin fíggjar ein part av rakstrinum.

Jaspur Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin