05. januar 2021

Okkara maður í Tórshavnar Býráð - Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri

Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin og Annfinn Brekkstein, Sambandsflokkurin, ávikavíst borgarstjóri og varaborgarstjóri, komandi fýra árini í nýggja býráðnum í Tórshavnar kommunu.

Nýggi býráðsmeirilutin í Tórshavnar kommunu bjóðaði til tíðindafund í morgun 5. januar í býráðssalinum. Á fundinum varð samstarvsavtalan hjá meirilutanum komandi fýra árini løgd fram.

Á tíðindafundinum kom eitt nú fram, at “Nólsoyar Páll skal ikki goymast burtur – hann skal setast uppaftur beinanvegin”, varð sagt av bæði borgar- og varaborgarstjóra. Akkurát hvussu og hvar tað verður gjørt, varð ikki sagt beinleiðis, men tað verður í Vágsbotni onkrastaðni.

Eitt annað rættiliga konkret mál var, at “samráðingarnar við IRF um samanlegging støðga frá í dag at rokna!”.

Kelda: Dagur.fo - Ingi Samuelsen

Mynd: Sverri Egholm