09. mars 2021

Nú skulu øll sølustøð taka ímóti kontantum peningi

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fyri løgtingið sum fer at áleggja øllum fyritøkum at taka ímóti kontantum peningi millum klokkan 6 á morgni og klokkan 22 á kvøldi. Hetta verður gjørt við at seta donsku lógina um “betalinger” í gildi fyri Føroyar. 

Helgi Abrahamsen sigur, at fólk brúka minni og minni kontantan pening til at rinda við, og við alnetinum og snildfonum eru komnir uppaftur fleiri gjaldingarmøguleikar, eitt nú Mobile Pay og Apple Pay. Væntast kann eisini, at enn fleiri slíkar loysnir verða mentar í framtíðini.

Lóg og kunngerðir ikki settar í gildi fyri Føroyar

Í Danmark vórðu lógir og kunngerðir lýstar um hesi viðurskifti longu miðskeiðis í áttatiárunum, men hesar eru ongantíð settar í gildi fyri Føroyar.

- Tað eru serliga tríggjar orsakir til at uppskot um at seta gjaldslógina í gildi fyri Føroyar loksins verður lagt fyri løgtingið, sigur Helgi Abrahamsen.

- Fyrsta orsøkin er, at vit nú fáa greiðar og tíðarhóskandi reglur kring føroyska gjaldsøkið, sigur hann, men leggur tó afturat, at tað hava ikki verið stórvegis praktiskir trupulleikar av, at lógarverkið ikki hevur verið galdandi í Føroyum, tí føroysku fyritøkurnar, sum verða umfataðar av lógini, hava higartil í stóran mun rættað seg eftir ásetingunum í donsku lógini.

Onnur orsøkin til at uppskotið verður lagt fram, er, at fólk skulu hava rætt til at gjalda við reiðum peningi.

- Í Føroyum hava vit higartil ikki havt greiðar reglur um hvørt vinnurekandi hava skyldu til at taka ímóti reiðum peningi í samband við sølu, hóast tað hevur verið eitt greitt politiskt ynski um, at hesin rættur verður staðfestur, sigur Helgi Abrahamsen.

Við nýggju lógini verður ásett, at gjaldsmóttakarar hava skyldu til at taka ímóti reiðum peningi ímillum kl. 06.00 og kl. 22.00.

Peningaflutningsfyritøkur skulu skrásetast

Triðja orsøkin til at uppskotið verður lagt fram snýr seg um peningaflutningsfyritøkur.

- Fyritøkur, aðrar enn bankar, ið flyta pening millum lond, eiga at vera skrásettar hjá og undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum, sigur landsstýrismaðurin.

Myndugleikarnir eru vorðnir varugir við, at onkur slík fyritøka virkar í Føroyum, uttan av verða skrásett hjá Fíggjareftirlitinum. Skyldan hjá slíkum fyritøkum at skráseta seg verður ásett í gjaldslógini.

- Eftir at lógin er komin í gildi skulu allar slíkar fyritøkur sostatt skráseta seg hjá Fíggjareftirlitinum, og økir tað sjálvandi um trygdina og trúvirði hjá slíkum fyritøkum, sigur Helgi Abrahamsen.

Við gjaldslógini fáa Føroyar eina trygga og nútíðarhóskandi lóggávu á gjaldsøkinum, ið livir upp til altjóða krøv. Eisini tekur lóggávan hædd fyri tøkniligu menningini á gjaldsøkinum, sum væntandi heldur áfram komandi árini, sigur landsstýrismaðurin.

Løgtingið fer at hava 1. viðgerð av uppskotinum í næstu viku.