09. apríl 2021

Ferð sett á grøna orkuskiftið

Í februar í ár varð nýggja vindmyllulundin hjá SEV, í Porkerishaganum, formliga tikin í nýtslu.

Í hesi vikuni hevur Vindrøkt fingið loyvi at seta myllur upp á Gellingarkletti. Gongst sum Vindrøkt ætlar, verða teirra myllur klárar at framleiða longu í november í ár.

Hesar báðar lundirnar verða metta at kunna framleiða tilsamans 120 GWt um árið, sum er væl meira enn samlaða nýtslan hjá øllum húsarhaldum í Føroyum.

Arbeitt verður eisini við øðrum vindmyllulundum, sum eftir ætlan fara at framleiða grøna orku longu næsta ár.

Tað er gleðiligt at síggja, at ferð nú endiliga er komin á grøna orkuskiftið, næstan 7 ár eftir at myllur seinast vóru settar upp í Føroyum.

Nógv hevur verið tosað um grøna orku og CO2 útlát, men stórar forðingar hava havt við sær, at lítið er komið burturúr.

Sitandi landsstýrið hevur tí sett sær fyri at fáa beint hesar forðingarnar av vegnum, og at fáa sett ferð á grøna orkuskiftið.

Enn eru nógvar avbjóðingar eftir at loysa, og teimum arbeiða vit við.

Málsetningurin er, at øll elframleiðsla á landi skal stava frá burðardyggum orkukeldum í 2030. Hetta kunnu vit framvegis náða - men so má arbeiðast skjótt.

Tað eru nógvar góðar orsøkir til at leggja um til grøna orku - nevnast kann:

- vit eiga ikki at dálka umhvørvið

- vit eiga at gera okkum leys av, at onnur skulu selja okkum orku

- vit brúka sera nógvar pengar til at keypa orku frá øðrum

- og tey, sum keypa okkara útflutningsvørur seta krøv um, at vøran skal vera framleidd burðardygt

Landsstýrið raðfestir tí grøna orkuskiftið frammarlaga, og sjálvur fegnist eg um, at vit nú byrja at síggja ítøkilig úrslit av tí. 

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður