08. juni 2021

Heita vatnið í undirgrundini skal brúkast

Samgonguskjalið millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin sigur, at vit skulu raðfesta vitan innan nýggjar orkukeldur í Føroyum, og at eitt nú skulu flógvar keldur skrásetast.

Tað eru nógvar keldur í Føroyum, sum eru flógvar, men harumframt eru fólk eisini farin at borða eftir jarðhita, og tað gevur áhugaverdar upplýsingar um orku í jørðini.

Eg havi fingið upplýst frá Jarðfeingi, at tey hava mált hitan í umleið 400 jarðholum í sambandi við at fólk hava fingið sær jarðhita, og hetta hevur givið áhugaverdar upplýsingar um, hvar í Føroyum hendan orkan serliga er at finna.

Næsti spurningurin er so, hvat vilja vit brúka upplýsingarnar til?

Í Kollafirði hevur ein heit kelda runnið á sjógv nú í 7 ár. Vatnið er 27 gradir heitt, og tað sigst kunna hita 150 hús í bygdini. Men størsti parturin av vatninum rennur beint á sjógv. Umleið ein milliard litrar eru runnir á sjógv síðani keldan varð funnin. Íløgan í at gagnnýta vatnið verður mett at kosta 3 mió. krónur. So kunnu vit ímynda okkum, hvussu nógv tað hevur kostað føroyska samfelagnum, at vit ikki hava gagnnýtt hetta vatnið.

Samgonguskjalið sigur, at vit skulu skráseta heitu keldurnar, men her er ein møguleiki at taka næsta stigið, sum er at fáa nyttu burturúr vatninum. Tað haldi eg, at vit eiga at gera, ongantíð ov skjótt, og á fundi við Jarðfeingi í farna mánaði varð avrátt, at tey skulu koma við eini frágreiðing um, hvørjir møguleikar eru. Næsta stigið verður so at tosa við Tórshavnar býráð, fyri at fáa sett ætlanina í verk.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður