24. juni 2021

Tavan byggir íbúðir til útlendsk starvsfólk - og vísir vinnuni veg

Vinnuni tørvar arbeiðsmegi og ynskir sær fleiri útlendsk starvsfólk at manna virkini. Men Føroyar húsa sum er ikki øllum fastbúgvandi føroyingunum. Eg var inni á hesum í einum lesarabrævi fyrr í mánaðinum, og Vinnuhúsið úttalaði seg positivt fyri mínum sjónarmiði.

Tí er tað gleðiligt at síggja, at vinnan nú byrjar at taka ábyrgd og vil tryggja útlendsku arbeiðsmegini eitt gott stað at búgva, ta tíð tey eru her. Útlendingar eru líka nógv menniskju sum vit fastbúgvandi føroyingar og eiga tí at viðfarast væl. Vit mugu og skulu ikki fara tann vegin at síggja útlendingar sum minni verdar.

Tavan í Leirvík ætlar tí at byggja íbúðir til tey útlendsku starvsfólkini. Summi halda, at hetta eigur ikki at vera uppgávan hjá vinnulívinum, men hjá tí almenna. Eg eri ósamdur. Jú fleiri aktørar bjóða seg fram at byggja íbúðir, tess skjótari koma vit á mál. Tað privata initiativið hevur áður víst seg sum ein drívmegi, so hví ikki eisini her?

Veruleikin er, at bæði tað almenna og tað privata skulu taka tøk - og gjarna í samstarvi.

Onnur vilja siga, at hetta er ein óneyðug byrða at leggja á vinnulívið. Tað er kanska rætt, men umvent er bygging av íbúðum ikki bert ein kostnaður, men ein íløga, ið bæði kann geva leiguinntøkur upp á stutt sikt, men sanniliga eisini søluinntøkur upp á longri sikt.

Ein greið vinn/vinn-støða

Tí er tað ein vinn/vinn-støða, at Tavan tekur hetta upp á seg, heldur enn at bíða eftir, at onnur gera tað fyri seg. Tað er eisini ein vinn-støða fyri Leirvík og Eysturkommunu, tí íbúðirnar kunnu eisini leigast út til fastbúgvandi føroyingar, tann dagin tørvur ikki longur er á útlendskari arbeiðsmegi. Vit vita, at búskapurin bylgjar upp og niður - vit vita, at um nøkur ár hevur lágkonjunkturur aftur avloyst hákonjunkturin. Eftir sjey góð ár koma sjey rakár.

Íbúðarbygging er tó altíð ein góð íløga. Tí er tað mín vón, at aðrar stórar vinnufyritøkur eisini fara at síggja tað sum ein møguleika at byggja bústaðir til útlendsku arbeiðsmegina.

At klamsa bingjur upp á ídnaðarøkjum ella kroysta fleiri starvsfólk inn í sama kamar er ikki virðiligt.

Vit eiga at fara væl við teimum útlendingum, ið koma til Føroya at hjálpa til.

Ein seinasta áheitan frá mínari síðu skal tó vera: Tryggið, at góðskan á íbúðunum er góð. Sjálvandi eru pengar at spara upp á stutt sikt við at gera tingini upp á bíligasta máta. Men talan er jú um eina langtíðaríløgu, ið skal koma virkjum, íbúgvum og lokalsamfeløgum til góðar í fleiri áratíggju. Verður rætt atborið, fáa vit attraktivar góðskuíbúðir, ið hækka javnt og samt í virði, sum árini ganga.

Verður rætt atborið, gerast íbúðirnar eitt fíggjarligt aktiv hjá Tavuni - og hjá fleiri øðrum føroyskum fyritøkum.

Góðan byrð!

Jaspur Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin