02. juli 2021

Føroysku sílini mugu ikki avtakast

Søgulig gongd

Tað er ein skeiv avgerð at avtaka føroysku sílastammuna, og tí eigur tilgongdin hjá myndugleikunum at avtaka hesa sílastammuna at steðgast beinanvegin, og áðrenn tað ikki vendist aftur.

Sum  fyrrverandi landsstýrismaður við m.a. alimálum var áðrenn mína starvstíð í VMR ein fyrisitingarlig avgerð tikin um at avtaka lívfiskastøðina í Skopun og harvið lata laksa-lívfiskin fara í søguna, tí mann vildi heldur fáa rogn frá Norra.

Eg steðgaði hesi avgerðini og Skopun sum lívfiskastøð helt fram til endaliga loysn bleiv funnin, meðan Poul Michelsen var landsstýrismaður, har avtalað bleiv, at Bakkafrost tók størri aktivan lut í Fiskaaling og rakstrinum av Fiskaling. Ætlanin um lívfiskastøð í Skálavík bleiv endiliga veruleiki við Bakkafrost sum eigara.

Tað haldi eg vit øll í dag kunnu verða stak nøgd við, at hartil er komið.

Vit eru faktisk i stórt sæð somu støðu nú við sílunum, sum hava verið ald á vøtnunum omanfyri Vestmanna nú í mong ár. Har varð eisini ein fyrisitingarlig avgerð tikin um, at ongi síl skuldu alast á vøtnum, deils orsakað av smittuvanda og deils tí, at hetta skuldi dálka vøtnini í ólukkumát. Hendan avgerð bleiv útsett fyri at finna eina aðra brúkiliga loysn fyri sílunum, antin á eini landstøð ella á sjónum.

Norðadalur var uppá tal fyri fáum árum siðani og varð ein loysn hugsað har saman við Poul Hansen sála, men orsakað av alipolitikkinum, “ein alari - ein fjørður”, varð hetta ikki gjørligt, tí tá vit víðkaðu aliøkini bleiv trupulleikin við 5 km frástøðuni millum aliøkir, og mann bær ótta fyri evt. smittu, sum kundi koma við frárensluvatninum.

Her skal tó sigast, at í øll árini sílini hava verið á vøtninum, hevur hetta ongantið verið nakað mál mær vitandi  í samband við smittu av aling í Vestmanna og tískil neyvan heldur nakar trupulleiki, t.d. frá Norðadali.

Upprunin til føroysku sílini

Hesi føroysku sílini, sum upprunaliga komu úr Danmark, hava víst seg við tí kynsbótaarbeiði, sum Andreas Reinert og aðrir hava gjørt - hetta er eitt stórt arbeiði við at fáa mótstøðuføri. Nevnast kann, at tær fiskasjúkur, sum vit kenna við t.d. laksi,  siggja ikki út til at rína ikki við hesi sílini.

Tað var eisini sjón fyri søgn, tá alingin bleiv hart rakt av ILA i byrjanini eftir árhundraskiftið - tá vóru síl ald á sama økið, sum laksur, og tey blivu ikki sjúk.

Føroyar sum alitjóð

Hetta kynsbótaarbeiðið eiga vit sum alitjóð sjálvandi at dyrka og brúka í okkara víðari arbeiði og visjón fyri aling í Føroyum, tað veri seg á sjógvi og landi, og tí er tað onki minni enn ein skandala um vit avtaka hesi seinastu sílini nú.

Altjóða gongdin innan alivinnu

Vit ala bara laks nú, -  tað er rætt og tað er gjørt við stóran dugnaskapi, men vit mugu ongantíð verða blind fyri, at náttúran, møgulig sjúka og økosystemini, kunnu spæla okkum eitt puss, so vit aftur fáa trupulleikar. Heldur ikki skulu vit verða so blind ikki at síggja skógin fyri berum trøum.

Til dømis Kina, sum er ein stórur og støðugt vaksandi marknaður fyri fiskavørur og laks, ala í dag laks á opnum havi við norskari tøkni og vitan, og Russland, sum er okkara størsti marknaður, er gott ígongd við at økja teirra laksaaling, har tað er møguligt.

Hetta kann skjótt koma at ávirka okkara marknaðarmøguleikar og harvið prísir tann skeiva vegin.

Tørvur á langtíðarloysn og strategi

Vit mugu virka langtsiktað bæði við laksinum og eisini við sílunum, og hvussu vit allarbest kunnu gagnnýta tað genetiska tilfar og vitan, sum vit kunnu fáa burturúr teimum, bæði hesi fiskasløg eru sera tætt í slekt (Salmo Salar og Salmo Trutta).

Vit eiga at granska nógv meira, hvussu vit kunnu gagnnýta okkara støðu við hesum alifiski og teir fyrimunir silini hava - og tað gera vit so avgjørt ikki við at avtaka sílastammuna.

Ein loysn eigur at finnast, og almennu Føroyar sum alitjóð hava skyldu at finna eina haldføra langtíðarloysn á hesi avbjóðing, nú.

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin