05. august 2021

Politiski ruðuleikin á orkuøkinum stendur við og versnar

Eg havi áður víst á komandi vøksturin í eftirspurninginum eftir elorku í Føroyum, tørvin á risastórum neyðugum íløgum í vindorkuútbyggingar, sum gerast skulu til eitt orkuskifti - og tað, at SEV einsamalt ongan kjans hevur at náa grøna orkumálinum 2030.

At fáa hetta loyst á nøktandi og tryggan hátt i hesum valskeiðnum er eitt av aðalmálum hjá Sambandsflokkinum - og stendur eisini í samgonguavtaluni.

Eg trúði satt at siga, at nú eftir mong ár við kjaki og ósemjum millum landið og kommurnar, so fór vend at koma í og vit fóru at fáa eina loysn, eitt samstarv og eina strategi, sum kundi framtíðartryggja grønar orkuútbyggingar - men nei, fløkjan bara gerst størri eftir seinastu almennu útmeldingunum at døma frá ymsu pørtunum á orkuøkinum.

Høvuðsendamálið við einari sundurskiljing av netinum og elframleiðsluni hjá SEV er at tryggja, at Føroyar náa ambitiøsa politiska orkumálinum í 2030 um, at øll orka á landi, t.e. húsarhald, akfør og almennir og vinnuligir bygningar, skulu fáa orku frá el, sum skal fáast úr vindi, vatni/Pump to Storage, umframt sól og sjóvarfalsorku. Uttan hetta ambitiøsa orkumál, so var høvuðsendamálið sjálvsagt eitt annað. 

Eisini er endamálið at tryggja brúkarunum ein lægri og kappingarføran prís. Hetta er kortini ikki høvuðsendamálið, soleiðis sum útgangsstøðið og málini eru í løtuni.

Politiskt eru tað nú flokkar og lands- og kommunalpolitikarar, sum gera sær dælt av ógreiðu støðuni, sum framvegis valdar á orkuøkinum.

Ongin ætlar at selja netið ella framleiðsluna hjá SEV - talan er um ognarliga ella bygnaðarliga at skilja sundur netpartin og framleiðslupartin. Endamálið er totalt gjøgnumskygni og at tryggja møguleikan fyri, at aðrir og nýggir aktørar kunnu framleiða el inn á netið hjá SEV, sum í roynd og veru brúkarin eigur - tú, eg og vinnan í Føroyum.

Í Tinginum, í sambandi við politisku frágreiðingina frá løgmanni á ólavsøku, boðaði landsstýrismaðurin í orkumálum, Helgi Abrahamsen frá, at partarnir á orkuøkinum arbeiddu við einari loysn á málinum og at ein semja var komin undir land. Knappliga kemur stýrisformaðurin í SEV-stýrinum út í gjár og kunngerð alment, at nú eiga kommunurnar at kappast við SEV og privatu aktørarnar um at reka vinnuligt virksemi og framleiða grøna orku - hetta umvegis stovnssetan av einum interkommunalum sjálvstøðugum felag.

Støðan er í mínari verð sera álvarslig og kann heilt einfalt ikki halda fram - nú standa stórar framtíðarætlanir, menning og vøkstur og virði fyri samfelagið upp á spæl.

Vit náa ongum grønum orkumáli 2030 við hetta lag - her má vend koma í.

Tað er okkara ábyrgd at loysa hetta so týðandi orkumálið, NÚ.

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin