09. august 2021

Stevna fram ímóti einum samfelag í serflokki

Aðalorðaskiftið um frágreiðing løgmans á ólavsøku 2021 er loksins liðugt eftir tveir drúgvar tingfundir.

Løgmaður vísti í røðu síni á tað, ið er framt í politisku skipanini seinasta árið, umframt hvat ætlanin er at fremja frameftir.

Í einum aðalorðaskifti, har nógv mál og øki verða umrødd, slepst ikki undan ósemjum.

Tó er tað gleðiligt, at flestu politiskir flokkar standa saman um nøkur grundleggjandi mál og hava sama yvirornaða málið; at halda fast um tryggleikan, kveikja trivnaðin og áhaldandi skapa vøkstur í landinum.

Millum annað hevur orðaskiftið snúð seg um burðardyggan vøkstur, fongsulsviðurskifti, bústaðarviðurskifti, heilsuøkið, rúsevnistrupulleikan, sálarheilsu, orku- og veðurlag, gongd í haga, uttanríkis- og verjumál, útbúgving, umframt onnur mál.

Nú fara vit aftur til verka og stevna fram ímóti einum samfelag í serflokki.

“Latum okkum finna góða áralagið, gera dreym til veruleika og skapa eitt samfelag í serflokki við trivnaði, tryggleika og burðardyggum vøkstri sum stavnhaldi”

Sambandsflokkurin