10. august 2021

Skilaleysur politikkur ella hvat?

Ferð eftir ferð, ja, upp í saman og upp í saman, so hevur sitandi andstøða ákært okkum í samgonguni fyri skilaleysan politik á fíggjarliga økinum.

Retorikkurin hevur verið soleiðis, at her fer at enda heilt galið.

Vit í samgonguni hava so víst hesum pástandi aftur, men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás - okkara boðskapur hevur ikki rinið við.

Hetta er ikki ókent fyribrigdi í føroyskum politikki, men troyttandi er hetta eftir mínum tykki.

Tí er tað so vælsignað, at onkur kemur uttanífrá og kvalifiserað greinar viðurskiftini og leggur fyri dagin eina væl kjølfesta meting av støðuni - í hesum førinum av kredittvirðinum hjá Føroyum.

Kredittmetingin

Kredittmetingin hjá okkum hevur verið til próvtøku og próvdómarin var ikki hvør sum helst, nei tað var ratingarfyritøkan Moody´s.

Próvtalið var gott - Aa2 - sum merkir, at Føroyar hevur triðhægstu meting av ratingstiganum, sum hevur 21 stig.

Vit hava megnað at hildið fast í hesum góða próvtali síðani vit tóku við. (Minst til: í svárastu heilsu- og fíggjarkreppu í søguni).

Hevur góða próvtalið nakran týdning?

Ja, hetta hevur stóran týdning. Ratingin sigur nakað um, hvussu evnini hjá Føroyum eru at rinda aftur skuld.

Tað hevur týdning at fáa eitt gott próvtal, tí so eru tað fleiri íleggjarar, sum vilja veita Føroyum lán. Góða próvtalið hevur eisini ávirkan á, hvussu lága rentu landskassin skal rinda fyri lánið. Jú betri próvtal, jú lægri renta

Hvør er orsøkin til góða próvtalið?

Samanumtikið er orsøkin:

- at Føroyar hava fíggjarligt sjálvræði

- at Føroyar hava eitt høgt minstagjaldføri, ið minkar um endurfíggingarváðan. Minstagjaldførið er  í 2021 3,3 mia. kr.

- at, hóast undirskot eru á fíggjarlógini í 2020 og 2021 orsakað av Covi-19, so vil skuldin í mun til rakstrarinntøkurnar hjá landskassanum venda aftur til at vera fallandi næstu árini

- at sannlíkindini fyri at Danmark veitir hjálp um neyðugt, eru stór

Jú, hendan samgongan hevur megnað nógv og eisini gjørt nógv rætt!

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin