19. august 2021

Føroyar komnar upp aftur í fimta gear

Sigast má, at Føroyar eru slopnar heppið gjøgnum koronukreppuna.

Spátt varð, at vit fóru at fáa eina stóra búskaparkreppu.

Landsbankin og ymiskir búskaparfrøðingar málaðu eina kolasvarta mynd av, hvat fór at henda. Men hóast vit fingu ein niðurtúr gjøgnum summarið 2020, var búskapurin longu komin aftur á beint, tá komið var út á heystið 2020. Síðani hevur bara gingið fram á.

Føroyski búskapurin tvísporar fram, og lutfalsliga eru vit nú langt frammanfyri grannalondini.

Lutfalsliga standa Føroyar sostatt sum vinnarar í kapprenningini.

Hetta er partvíst tí, at samgongan hevur megnað ein rættiliga skynsaman “dans við koronusmittuni”. Hóast vit ikki kundu ferðast sum vit vildu og ikki sluppu til øll tiltøk, vit høvdu hug til, hava vit í stóran mun hildið búskapinum í ferð og livað normal lív heima á klettunum.

Hagstovan skrivar, at løntakaratalið nú er væl størri enn tað var, áðrenn korona brast á. Indekstalið fyri juli 2021 er 101,43, og tað merkir, at løntakaratalið nú er 1,43% størri enn tað var í januar 2020. Í juli 2021 vóru 27.794 løntakarar, 473 fleiri enn í juli í fjør. Tøl kunnu lesast í greinini “27.800 løntakarar í juli - stendur í stað” (Hagstovan, 16. august).

Hetta merkir eisini, at fólkatalsvøksturin framvegis er stórur.

Vandi í allari vælferð

Frálíka búskaparliga støðan skapar tó eisini avbjóðingar.

Vøksturin er so stórur, at okkum nú vantar arbeiðsmegi. Hetta hevur við sær, at fólk í hópatali flyta til Føroya. Vinnulívið skríggjar eftir arbeiðsmegi, bæði á sjógvi og landi.

Við øðrum orðum er tørvurin nú ikki á stuðli, men heldur á at skipa arbeiðsmarknaðin á meiri smidligan hátt.

Trupulleikin er, at um vit loyva meiri arbeiðsmegi til landið, vil tað gera verandi bústaðarkreppu uppaftur enn størri. Vandi er í allari vælferð. Hvat nyttar tað at skapa nógvar inntøkur, tá hesar inntøkur ikki kunnu umsetast til bústaðir?

Tá kann vøksturin ikki umsetast til familiera vælferð!

Vit síggja longu nú fyritøkur, sum lýsa eftir bústaði til síni starvsfólk. Og vit hava enntá sæð fyritøkur, ið byggja bústaðir til síni starvsfólk.

Og júst hetta má vera ein partur av arbeiðsmarknaðarpolitikkinum: at ábyrgdin fyri bústøðum ikki einans verður løgd á land og kommunur, men at vinnulívið hjálpir til at skaffa teir bústaðir, ið skulu hýsa teirra arbeiðsmegi.

Størri føroyskar fyritøkur áttu snøgt sagt at gjørt bústaðafeløg, ið aktivt fara inn og byggja íbúðir til teirra arbeiðsmegi.

Ein av vinnugreinunum, ið hevur havt størstan vøkstur seinasta árið eru gistingarhús og matstovur - ein vøkstur á næstan 16% farna árið!

Fleiri nýggj gistingarhús eru bygd seinastu árini, og heldur enn einvíst at hugsa um at økja ferðafólkatalið, kundi hesin geirin umhugsað at skipa nøkur av eldri gistingarhúsunum um til íbúðir. Hetta skapar jú javnar og tryggar leiguinntøkur og ger tað lættari at hýsa starvsfólkum úr útlondum.

Jaspur Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin