01. september 2021

Málið um gongd í haga

Nú eitt umskifti varð gjørt í landsstýrinum, má eg finna meg í at verða “hongdur út” í miðlunum sum ein, ið einki fekk á skaftið, men soleiðis eru treytirnar í politikki. Journalistar og politiskir viðmerkjarar hava góðar dagar, og tað nyttar helst lítið hjá mær at viðmerkja tað, ið hesir “ekspertarnir” siga, men lat meg tó gera eina roynd:  

Tað sum hevur verið stóra avbjóðingin við málunum um gongd í haga er, at tað stendur í samgonguskjalinum, at semja skal gerast við allar partar (sum annars eru rættiliga ósamdir). Tí er tað ikki landsstýrismaðurin sum avgerð, nær komið verður á mál. Ein landsstýrismaður kann ikki siga við fólk, at nú skulu tit vera samd, tí ta avgerðina eiga tey sjálvi.

Tann 10. september í fjør legði eg eitt uppskot fyri landsstýrið um skipan av gongd í haga, men tað bleiv milt sagt feigað av borðinum av landsstýrisfólkum, sum sjálvi hava tætt tilknýti til landbúnaðin. Einki skuldi broytast, og víst varð til, at samgonguskjalið sigur, at semja skal vera við allar partar. Øll vita, at tað er so at siga ómøguligt at finna semju millum partar, har onkur heldur, at eingin skal stíga sín fót útum bøgarðarnar, meðan onnur halda, at øll skulu ganga frítt.

Tá eg havi luttikið á tiltøkum saman við bóndum og jarðeigarum í eini roynd at fáa partarnar at flyta seg, tá hava sjálvt landsstýrismenn sitið í salinum (sum umboð fyri bøndurnar), og svarað til. - Tá eru fortreytirnar ikki góðar.

Men framstig eru kortini gjørd, og í mars mánaði hevði eg ein langan fund við Bóndafelagið, Óðalsfelagið, Jarðir og Visit Faroe Island um málið. Eg haldi at partarnir á tí fundinum vístu góðan vilja til at fáa nakað at henda, og síðani hevur ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri partarnar arbeitt víðari við málinum. Tað arbeiðið gekk somikið væl, at í juni komu tey til eina semju. Hendan semjan skuldi tó leggjast fyri baklandið hjá onkrum av pørtunum, áðrenn hon kundi endaliga góðkennast. Har liggur málið nú, og orsaka av umskipanini í landsstýrinum, fellir tað ikki mær í lut at bera tað innum mállinjuna. Tað er heldur ikki so avgerandi hvør ger tað, og eg skal nokk klára at liva við, at “ekspertarnir” siga í miðlunum, at eg einki havi gjørt við hetta málið – teir vita jú ikki betur.

Portrið í Saksun

Viðvíkjandi nógv umtalaða portrinum í Saksun, so hevur spurningurin verið frammi, um eg fór at seta krav um at tað skuldi takast niður. Men av tí at gjaldsportur eru partur av semjuni sum komið varð fram til í juni, og sum í løtuni verður viðgjørd hjá pørtunum, so havi eg hildið tað verið skeivt at gera nakað við tað málið, meðan tað verður viðgjørt. Men tað veit “eksperturin” ikki av, sum í Útvarpinum á middegi segði, at eg hevði ikki so mikið sum klára at loyst eitt mál um eitt portur í Saksun.

- Nei tað er helst ikki lætt at vera ekspertur.

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður