15. september 2022

ALS-gjaldið lækkar og barsilspeningurin hækkar

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur í dag sent uppskot um broytingar í barsilslógini og í kunngerðini um ALS-gjald í almenna hoyring.

Landsstýrið ætlar, at Barsilsskipanin skal gerast uppaftur betri. Tí verður skotið upp, at hækka hámarkið fyri útgjaldið við 2.000 kr., úr 25.000 kr. upp í 27.000 kr. um mánaðin.

Økta útgjaldið verður mett at kosta Barsilsskipanini 5,8 mió. kr., og tí er neyðugt at hækka barsilsgjaldið. Hækkingin verður á 0,03 prosentstig, sum merkir, at barsilsgjaldið fer úr 0,86% upp í 0,89%.
 
Samstundis verður ALS-gjaldið lækkað við 0,2 prosentstigum, úr 1% niður í 0,8%. Henda broytingin er gjørd í samráð við ALS stýrið. Í krónum og oyrum er talan um eina lækking av inngjaldinum í ALS á umleið 50 mió. kr. árliga, sum bæði borgarar og fyritøkur fáa ágóðan av. 
 
Fyri ein løntakara við eini árligari inntøku á 300.000 kr. merkja broytingarnar í ALS og barsilsgjaldinum eina árliga sparing á góðar 500 kr. um árið. 
 
Broytingarnar fáa eftir ætlan gildi 1. januar 2023. 
 
Les meira og síggj uppskotini her: https://www.uvmr.fo/.../als-gjaldid-laekkar-og.../