16. september 2022

Viðlíkahald av vegastrekki, Norðagøta og inn eftir Kambsdali

Vegastrekkið niðan ígjøgnum dalin í Norðragøtu og inn eftir Kambsdali er ov illa viðlíkahildið. Tað er nógv vinnulív á Kambsdali og Fuglafirði, umframt at tað liggur ein stórur miðnámsskúli í sama øki. Sostatt er eisini nógv tung ferðsla, sum setur eyka krøv til eitt trygt vegastrekki.

Tað er neyðugt, at hetta vegastrekkið verður viðlíkahildið, tí vánaligu viðurskiftini eru tarnandi fyri ferðsluna og ikki gott fyri ferðslutrygdina. Eitt nú royna bilførarar at stýra uttan um holini, fyri at koma nøkulunda ígjøgnum hetta strekkið. Edva Jacobsen hevur tí sett landsstýrismanninum í fíggjarmálum ein § 52a fyrispurning um viðlíkahaldið av vegastrekkinum.

Tað eru nógvir vegir, sum treingja til ábøtur runt um í landinum, men í hesum økinum er nógv vinnulív og tað ferðast fleiri hundrað næmingar hvønn dag, umframt øll onnur ferðsla.

Koyriumstøðurnar eru í dag til stóran ampa fyri ferðsluna, her ímillum ferðslutrygdina.

Fyrispurningurin kann lesast her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10205