12. september 2022
Flest allar dagstovnaleiðslur fingu ein hvøkk tá Sernám í seinastu viku sendi kunnandi skriv út til dagstovnar og dagrøktir. Í skrivinum stóð, at neyðugt var, vegna avmarkaða starvsfólkaorku á økinum, at tillaga virksemið hjá Sernám frá nú av og fram til juni 2023.
Avmarkingarnar bera við sær, at dagstovnar og dagrøktir ikki fáa ráðgeving frá sernámsfrøðiligum ráðgeva og/ella sálarfrøðingi í hesum tíðarskeiði. Tær tænastur, sum Sernám nú fer at veita, eru avmarkaðar til talu- og málmenningarøkið (logopedi/audiologopedi) og rørslu- og sansamenningarøkið (ergoterapi/fysioterapi).
Ein stovnur, ið skal veita sernámsfrøðiliga ráðgeving við ongum sernámsfrøðiligum ráðgevum hevur, eftir mínum tykki, einki tilverugrundarlag longur.
Avmarkingin ber eisini við sær, at Sernám ikki fer at taka “nýggj” børn inn í sína skipan, sum hava tørv á sernámsfrøði. Hetta eru børn, ið møguliga hava autismu, add/adhd, menningartarn, angist og/ella aðrir og samansettar avbjóðingar. Hesi børnini kunnu nú einans takast upp akutt.
Við hesi broyting kunnu einans børn við talu- og sansamotoriskum/ergoterapeutiskum avbjóðingum fáa hjálp og tað hongur bara ikki saman, tí fleiri av hesum børnum hava ofta eisini aðrar avbjóðingar, sum eru nevndar omanfyri.
Flest øll børn við serligum tørvi hava eisini tørv á talu- og málmenning og rørslu- og sansamenning, tó hava hesar avbjóðingar lítið uppá seg hjá teimum børnum, sum javnan enda í klandri, eru bráðsint og reagera úteftir. Hesar avbjóðingarnar gerast einans verri, fáa tey ikki røttu hjálpina.
Øll serfrøði vísir, at tað hevur alstóran týdning at seta so tíðliga inn sum gjørligt, fyri at lofta barninum rættstundis. Hetta fyri at tryggja, at barnið mennist á jøvnum føti við onnur børn. Fær barnið ikki hesa hjálpina, ella verður hon ikki veitt í tíð, eru avleiðingarnar nærum ómenniskjasligar og setir tað spor fyri lívið hjá barninum.
Tað eru stórar avbjóðingar á dagstovnaøkinum, tí tað manglar starvsfólk og serliga mangla námsfrøðingar. Varnast ein námsfrøðingur, at eitt barn ikki trívist ella mennist á jøvnum føti við hini børnini, er uppgávan at siga frá sum skjótast við foreldrini og í felag seta neyðugt tiltøk í verk. Týdningarmiklasta amboðið í hesum sambandi er at fáa sernámsfrøðiliga ráðgeving frá Sernám. Starvsfólkatørvurin á dagstovnum bara veksur, m.a. orsakað av vantandi sernámsfrøðiligari ráðgeving, til teirra sum eru á økinum. Sum støðan er nú, sær tað út til at dagstovnar koma í ta støðu, at starvsfólk møguliga mugu umvegis barnaverndirnar fyri at fáa eksterna ráðgeving. Tann leistin hóvar mær ikki.
Vantandi hjálp til børnini fer at elva til eyka nógv trýst á barna- og ungdóms psykiatriini, Barnaverndartænastuna og á Almannaverkið. Almannaverkið fær eiheldur veitt eina tænastu uttan staðfesta diagnosu.
Vit verða noydd at raðfesta rætt. Tað ber til at miðvíst arbeiða fyri at stytta bíðilistarnar til akutta hjálp, men hetta er skeiv raðfesting. Vit verða noydd at raðfesta at veita barninum nøktandi hjálp í tíð, tvs í dagstovninum, áðrenn tað kemur so langt og áðrenn barnið skal í skúla. Hetta bæði lættir um trýstið á avvarðandi myndugleikum og ikki minst loftar barninum í tíð, soleiðis at avleiðingarnar av vantandi hjálp ikki fylgir barninum restina av lívinum.
Sum starvsfólkatørvur er í løtuni, hvørja trygd hava vit fyri at í juni 2023 verður annaleiðis. Støðan er ørkymlandi og ikki sørt ræðandi.
Landsstýrismaðurin hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at kanna starvsfólkatørvin, og endurskoða ymisku økinum, tí vænti eg eisini at hetta nú kemur óvart á hann. Um nakar, so veit landsstýrismaðurin hvørja ávirkan tað hevur, at fyribyrgja og at hjálp verður sett inn rættstundis.
Eg heiti á landstýrismannin at raðfesta rætt á økinum og tryggja neyðugu fortreytirnar hjá Sernám at reka virksemi á tann hátt, tað er tilætlað. Er talan um manglandi fíggjarliga orku, eru vit í Sambandsflokkinum fús at seta tað til, sum brúk er fyri.
Rósa Samuelsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin