08. september 2022

Blokkpolitikkur - flokkarnir skulu melda greitt út til valið

Føroyskur politikkur er blokkpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur seinastu valskeiðini verið nógv merktur av blokkpolitikki, t.v.s. flokkar, sum hava valskrá og eina politiska hugsjón, sum minnir um hvørja aðra, gera eina samgongu - vanliga við einum fleirtali aftanfyri seg í løgtinginum.

Blokkpolitikkur í Føroyum verður í fleiri førum útskeldaður fyri vantandi fremjan av reformum og endaleysum politiskt-hugsjónarligum kjaki, sum onki flytir. Sóknast verður eftir realpolitikki, og hvør politisk skipan og arbeiðslag er best fyri at náa politisku málunum fyri samfelag og vinnu.

Í Føroyum eru blokkarnir typiskt høgra/vinstra (blátt/reytt), men kunnu helst eisini vera fullveldi/samband.

Tó so, eru tað mál, sum árliga fíggjarlógin við t.d. íløgum, sum vanliga breið undirtøka og semja er fyri at samtykkja í løgtinginum - tá drippar av til øll. Tá talan er um at fremja reformar er støðan ein heilt onnur, ongar breiðar semjur og samstarv.

Í øllum hesum skipanum og blokkum, so hava vit kortini bara éitt og sama samfelag at leiða og stýra uttan mun til samgongu ella andstøðu.

Fyrimunir og vansar við blokkpolitikki

Fyrimunir við blokkpolitikki:

- Blokkpolitikkur hevur onkursvegna tryggjað politiskan stabilitet í Føroyum seinastu mongu árini

- Blokkpolitikkur skapar frið og greiðu um, hvør hevur politiska valdið

- Í blokkpolitikki verður sett fokus, sum kann tryggja slagdygd og úrslit

- Skjótar avgerðartilgongdir - bara vera samdur í sínum egna blokki

Vansar við blokkpolitikki:

- Vandi fyri at brúka óneyðuga nógva tíð og orku at rulla politikk aftur, tá eitt valdsskifti kemur

- Alla tíðina politiskt-hugsjónarligt kjak, sum stórt sæð onki flytir

- Ein tepur samgongumeirluti kann skapa trýst og ósemjur í einari samgongu og samfelagnum, tí hin helvtin av fólkinum ikki kennir seg umboðaða

Spurningurin er so, um fyrimunirnir eru fleiri ella viga tyngri enn vansarnir.

Samanumtikið kann sigast, at blokkpolitikkur er effektivur upp á stutt sikt (tørvurin at betra verandi skipanir og fremja íløgur), men kann harafturímóti vera sera ineffektivur upp á longri sikt (tørvurin at fremja neyðugar størri reformar, sum eiga at rótfestast breitt politiskt fyri at skapa eitt kappingarført vælferðarsamfelag og stabilitet).

Er blokkpolitikkur góður fyri fólkaræðið?

Vit kunnu siga, at blokkpolitikkur í veruleikanum kann geva veljarunum beinleiðis ávirkan á avgerðirnar og er tí ikki vánaligur fyri fólkaræðið. Onkur heldur, at tað er júst at vera trúgvur móti sínum veljarum og harvið fólkaræðinum, tá smalar politiskar semjur verða gjørdar. Á henda hátt nýtast politikarar ikki at ganga upp á kompromis við tey vallyfti, sum teir eru valdir inn upp á.

Hevur ein blokkur vunnið valið og umboðar blokkurin størsta partin av fólkinum við einum greiðum meirluta, ja so er onki beinleiðis galið at føra blokkpolitikk. Men vit kunnu vera samd um, at tað kunnu vera nógvir fyrimunir at føra ein politikk, sum fevnir meira breitt ella yvir miðjuna.

Brotnar samgonguavtalur og vallyfti

Tað vit eisini síggja í føroyskum politikki er, at veljarin ofta ikki fær tað frá einari samgongu, sum hvør einstakur flokkur gav lyfti um til vali, tá og eftir, at valskráir hjá t.d. 3 flokkum eru samansjóðaðar í eina politiska samgonguavtalu. Flokkarnir levera ikki politisku vøruna, sum veljarin hevur fingið lyfti um.

Vit síggja slík dømi frá hesari samgonguni: Sundurskiljing av netinum og el-framleiðsluni hjá SEV og málið um gongd í haga, sum bæði eru óloyst vegna ein ávísan flokk í samgonguni - hóast tey stóðu sum mál at loysa í valstríðnum hjá Sambandsflokkinum og síðan nú í samgonguavtaluni.

Veljarin má fáa greiðar útmeldingar

Nú tað skjótt stundar til løgtingsval er umráðandi, at flokkarnir melda greitt út til veljaran í valstríðnum og valskráunum, hvat teir kunnu rokna við ítøkiliga at fáa uppfylt av vallyftum, um so er, at teirra flokkur kemur í eina vinstrasamgongu, borgarliga samgongu, fullveldissamgongu ella breiða samgongu - alt annað er at halda veljaran fyri gjøldur og skaðar fólkaræðið.

Flokkarnir mugu tí leggja eina politiska strategi, og samskifta og avtala nærri møguleikar við aðrar flokkar - hetta áðrenn valið.

Skulu vit hava eina minnilutastjórn ella breiða samgongu, setir tað onnur krøv til politiska mentan, samstarv og politiskt hegni at føra politikk.

Sambandsflokkurin eigur at vera til reiðar at samstarva breitt politiskt og eitt nú stovna eina samgongu, sum ikki byggir á vanliga blokkpolitikkin.

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin