25. september 2021

Formansfrágreiðing - landsfundur 2021

Hjartaliga vælkomin øll somul.

Tann 18. august 1906 - fyri 115 árum síðani - var ein slóðbrótandi søga á forsíðuni á Dimmalætting. Tað vóru slóðbrótandi tíðindi, sum ávirkaðu um alt landið.

Ein politiskur flokkur varð stovnaður.

Dimmalætting skrivaði, at: “Partiets hovedformål er at samle de medlemmer af tinget, som vil arbejde for en frisindet udvikling for det færøske folk - med særligt henblik på bevarelsen af de nuværende statsretslige forhold”.

Nýggi flokkurin var Sambandsflokkurin. Og í 115 ár hevur hann arbeitt fyri eini frílyntari menning fyri føroyska fólkið - samstundis, sum vit vilja varðveita góðu viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum.

***

Samanbera vit føroyska samfelagið fyri 115 árum síðani við hvussu tað sær út í dag - er nógv broytt.

Vit hava eitt tað mest framkomna samfelagið í heiminum í dag - og menningin er hend, meðan Sambandsflokkurin hevur havt sæti í Tinginum.

Vit eru elsti flokkur í Føroyum, men samstundis hava vit ein toppmodernaðan málsetning. Tað er høvuðsorsøkin til, at vit aftur hetta valskeiðið sita við valdið. Enn í dag er tørvur á tí, sum Sambandsflokkurin stendur fyri. Tað veit eg. Tað vita tit. Og tað veit Føroya fólk.

Tí vóru tað við seinasta val 6882 veljarar, sum settu sín kross við Sambandsflokkin. Tað er nógv. Og tað ber boð um, at tit - baklandið í flokkinum - veruliga gjørdu eitt risa arbeiði við at reka.

Men tað ber eisini boð um, at stevnumiðið framvegis er haldført og viðkomandi.

Øll tey knapt 7000 fólkini, sum valdu flokkin, grundaðu sína atkvøðu á visjónir og ynski. Fyri seg sjálv, fyri samfelagið og fyri tað, sum vit øll hvør sær halda hava týdning. Vit eru ein stórur flokkur, ið rúmar nógvum ymsum hugsanum; og tað skulu vit framhaldandi vera.

Men hóast vit ikki altíð eru samd um raðfestingarnar, so er aðalendamálið kortini framvegis púra greitt.

Vit vilja skapa menning fyri føroyska fólkið. Innanfyri rammurnar á ríkisfelagsskapinum.

Fyrsta treytin fyri menning er tryggleiki. Og við øllum okkara møguleikum, skulu vit skapa eitt samfelag í serflokki. Tað var málið, áðrenn valið, og tað er málið, sum vit í tvey ár hava arbeitt ímóti.

***

Fyri 115 árum síðani bjóðaðu vit okkum fram. Og øll hesi árini hevur Sambandsflokkurin verið ein flokkur, ið tekur ábyrgd. Tað hava seinastu tvey árini eisini prógvað. Tað hevur verið nógv at síggja til. Nógv at taka støðu til. Og vit hava staðið í eini ódn, sum ikki hevur havt nógvar líkar hesi farni 115 árini.

Tá nógv er at síggja til er skjótt til, at vit sleppa tí týdningarmesta. At tey trúgvastu enda í skugganum. At sambandið við baklandið verður køvt av illveðrinum, sum herjar.

Tí leggi eg í dag upp til eina samrøðu. Eina samrøðu uttan lógir og lógargreinar, men beinleiðis ímillum menniskju. Tað er har, fólkaræðið livir. Tað er har - í sambandinum okkara millum - at flokkurin hevur sína keldu og sín legitimitet.

Í dag fari eg at kunna tykkum um, hvussu gongur við málsetninginum, sum vit fóru til val uppá.

Og eg gleði meg at hoyra tykkara hugsanir og fatanir av tí, eg beri fram.

Tí.. tá eg hugsi um Føroyar, um føroyingar, og tað, sum vit hava skapt, verði eg bæði bjartskygdur og errin.

Errin av, at vit í felag – hóast okkara stødd og fjarskotnu staðseting – hava skapt eitt samfelag, sum er so framkomið. Tað er ikki fullkomið, men tað er eitt av teimum bestu. Og tað hava vit ofta lyndi at gloyma.

Vit eru heimsins frælsasta fólk í heimsins besta landi.

Eitt land, har øll hava javnbjóðis møguleikar at skapa sína framtíð og eitt land, har tað ikki er inntøkan ið ger av, um børn okkara kunnu fáa útbúgving, ella um tey sjúku fáa viðgerð. Eitt land, har vit taka okkum av børnum og eldri - umframt hvørjum øðrum, um á stendur.

Føroyar eru eitt fantastiskt land. Eitt land við møguleikum, eitt land við tryggleika og eitt land, har vit hava álit á hvørjum øðrum.

Tað skulu vit halda rimmarfast um. Og øll menning skal byggja á hendan grundvøllin.

So langt vænti eg, at vit øll eru púra samd.

---------

Eg vænti eisini, at vit eru samd um, at vøksturin, sum vit áhaldandi skapa, skal vera burðardyggur. Vit kunnu ikki saga greinina av, sum vit sita á. Tað hevði verið eitt óbótaligt svik mótvegis komandi ættarliðum.

Og nú vit eru í fiskivinnumiðstøð Føroya, Klaksvík, hevur hetta, saman við teimum tryggu kørmunum vit hava lagt um fiskivinnuna, alstóran týdning. Við tryggu kørmunum síggja vit aftur íløgur í nýggj framkomin skip, ið eru munandi burðardyggari enn undanfarnu. Hetta verður framvegis bulurin undir føroyska búskapinum og framtíðar vælferðini í Føroyum.

Vit skulu loysa umhvørvisligar og sosialar avbjóðingar - uttan at skaða tilfeingið á jørðini.

Vit skylda komandi ættarliðum at skifta til grøna orku, og verða ein fyrimynd fyri onnur lond.

Vit eru øll samd um, at Føroyar í 2030 skulu verða 100% grønar á landi, og tað arbeiðið er byrjað. Vit fara at trífalda orkuframleiðsluna frá vindi hetta komandi árið. Tað er eitt stórt stig á leiðini.

Men tað er ikki nóg mikið.

Veðurlagsbroytingar eru ein verulig avbjóðing. Mest ítøkiliga dømi er, at vatnstøðan er hækkað við sekstan og einum hálvum sentimetri seinastu 70 árini, og við góðum átta sentimetrum bara seinastu 20 árini.

Skulu Føroyar vera ein partur av loysnini, skulu vit vísa, at tað ber væl til at vera eitt framkomið land og hava eitt lágt CO2 útlát.

Skal eitt heilt samfelag gerast grønari mugu vit hugsa breitt, og fáa eina breiða semju um veðurlagspolitikkin fyri at tryggja málinum í 2030.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur lagt uppskot um veðurlagspolitikk fram fyri áhugapørtum og politisku flokkunum. Tað er eingin ivi um, at vit vilja hava eina breiða semju. Hoyringar eru enn í málinum, soleiðis, at allir partar kunnu semjast um grønu leiðina fyri Føroyar frameftir.

Og at seta leiðina, sum vit skulu ganga, rætt út í kortið, er avgerandi fyri at kunna stýra rætt. Fyri at enda har, sum vit hava sett okkara mál.

Tí mugu vit støðga á og taka eitt yvirskipað kjak um, hvussu tað stendur til í samfelagnum – hvat vit duga, hvat vit kunnu, og hvat vit skulu leggja størri dent á.

Hvat ætla vit við Sjúkrahúsverkinum? Hvussu við bústaðarviðurskiftunum? Hvat vilja vit við skúlaverkinum? Hvørjar karmar skal vinnan hava? Hvørji arbeiðspláss vilja vit leggja okkum eftir? Og ikki minst - hvat skal tað føroyska brandið vera? Hvat skulu onnur kenna okkum fyri?

Hetta kjakið og hesi evnini verða millum annað viðgjørd í Vakstrarforum. Eitt forum, sum er samansett av fólki við servitan innan hesi ymsu økini.

Eg setti Vakstrarforum á stovn við tí fyri eygað, at tað skal seta nøkur mál sum vit kunnu miðja ímóti. So vit vita, hvar vit flóta og so at vit fáa tryggjað framhaldandi vælferð og vøkstur í Føroyum. Hetta er ætlað sum eitt stig út í framtíðina, har vøkstur, umhvørvi og sosial vælferð fara at ganga hond í hond. Har tøknin verður eitt støðugt neyðugari amboð.

Endamálið við Vakstrarforuminum er at birta undir alternativar vinnur í Føroyum, umframt at skapa virðisøking í siðbundnu vinnunum. Hetta arbeiðið er tíðaravmarkað til hálvtannað ár.

Eg síggi óendaligar møguleikar - bæði innan havið, veitaravinnur, ferðavinnuna, kunningar- og samskiftistøkni, útbúgving og arbeiðsmegi, umframt grønu leiðina. Hetta eru alt øki, sum kunnu fremja tann burðardygga vøksturin.

---------

Innan heilsu og røkt vísa greiningar frá Búskaparráðnum, at vit koma at mangla starvsfólk í stórum tali, tí verða útbúgvingar innan hesi økið raðfest, so vit nøkta framtíðartørvin. Vit kunnu ikki bíða til tørvurin er her, vit mugu útbúgva fólkini nú, so tey eru klár, tá brúk er fyri teimum.

Tað gongur væl í Føroyum - og tað merkist eisini á arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðsloysið í Føroyum liggur um 1% og arbeiðsmarknaðurin rópar eftir arbeiðsmegi, sum ongantíð fyrr.

Tað er sjálvandi gott. Men tað ger, at vit hava brúk fyri fleiri hondum innan allar geirar. Tí mugu øll, sum orka og kunnu, taka eitt tak. Hartil mugu vit fáa útlendska arbeiðsmegi at taka sær av uppgávunum, sum liggja á láni.

Um vit vilja varðveita vælferðina, mugu vit síggja í eyguni, at tað er neyðugt við útlendskari arbeiðsmegi. Vit eru í løtuni ov fá til at nøkta okkara egna tørv.

Men! Og hetta er eitt stórt Men. Tá vit fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, mugu vit eisini hugsa um integratión. Beinanvegin. Vit hava tørv á øllum hondum, vit kunnu fáa.

Og tað er okkara skylda at tryggja, at tilflytarar verða væl integreraðir í føroyska samfelagið. Teir hjálpa okkum at halda samfelagnum koyrandi. Teir hjálpa okkum við vøkstrinum. Teir hjálpa okkum í teimum størvunum, sum vit hava ilt við at seta sjálvi. Tað minsta er, at vit skipa viðurskiftini virðiliga. Tí verður ein integratiónslóg løgd fyri tingið í næstum.

Eingin ivi er um, at øll hesi fólkini, sum av fríum vilja velja Føroyar, eru ein vinningur fyri føroyska samfelagið sum heild.

------------

Men eg veit, at eg nú nærkist einum evni í einari grásonu. Einum evni, har hugsaninar eru nógvar og ymiskar.

Spurningurin, hvørt Føroyar skulu taka ímóti flóttafólki ella ikki, kloyvir fólkið.

Í dag kemur kjakið undan vatnskorpuni í kjalarvørrinum á syndarligu støðuni í Afghanistan, har Taliban hevur tikið ræði.

Hetta kann elva til ein flóttafólkastreym móti Evropa. Hvør skal okkara støða vera? Skulu vit taka okkara part av hesum flóttunum? Higartil hava vit ikki gjørt tað - og vit hava ikki neyðugu tilbúgvingina at taka ímóti teimum í løtuni.

Men mín meining er, at vit skulu laga føroysa samfelagið til framtíðina - eisini tá talan er um flóttafólk. Vit eiga at læra av royndunum, onnur lond hava gjørt.

Bara rólig! Eg fari ikki at eksperimentera við føroyska samfelagnum.

Men vit eiga at hjálpa. Tí skulu vit fyrst og fremst hjálpa til har, sum skipanirnar eru klárar. Har serhjálp og viðgerð eru klár.

------------

Tað verður altíð okkara fremsta aðalmál. At styrkja og menna føroyska samfelagið. Eins og vit hava gjørt í 115 ár.

Tíbetur eru vit øll samd um, at tey, sum eru sjúk, skulu hava bestu hjálp. Sjúkrahúsverkið er eitt av okkara hjartamálum - og heilt víst ein av orsøkunum til, at so mong valdu okkara hugsjón framum aðrar á seinasta vali.

Og vit hava nógv úrslit á heilsuøkinum.

Eitt heilsustýrið verður stovnsett á nýggjárinum, har vitanin og førleikarnir verða savnaðir. Við at savna førleikarnar fáa vit størri møguleikar, og er landsstýrismaðurin farin at fyrireika yvirtøku av farsóttarlógini.

Sambandsflokkurin hevur sett viðgerðartrygd í gongd. Vit eru ikki komin á mál, men vit eru á veg móti málinum. Við fíggjarlógini fyri næsta ár, hava vit raðfest heilsuverkið við 90 mió. ið svarar til tær 30 mió. um árið, vit lovaðu veljarunum.

Vit hava raðfest heilsuverkið, tí vit vilja ikki góðtaka, at fólk bíða í mánaðir eftir eini viðgerð, tá læknin hevur ávíst tey. Og at fólk, sum eru skurðviðgjørd, skulu bíða í langa tíð eftir endurvenjing, tað skal gerast betur.

Tí hevur Sambandsflokkurin nú sett rehabilitering á breddan. Vit høvdu ein politiskan kjakfund um rehabilitering í august, og niðurstøðan var, at vit mugu gera eitt greitt uppgávu-, ábyrgdar- og heimildarbýti millum geirarnar; tað verði seg myndugleikar, ráð, stovnar og sjúkrahús.

Tí rehabiliteringin riggar á teimum einstøku stovnunum. Men í stóru myndini meti eg, at tað er ov óskipað. Hetta kann loysast við einum rehabiliteringsdepli, sum virkar tvørturum geirarnar.

---------

Tá vit snakka um rehabilitering og sjúku, mugu vit ikki gloyma tey, ið líða sálarliga. Ein sálarlig sjúka kann vera eins hættislig og ein likamlig.

Tað vísir seg, at mong ung í Føroyum hava ringa sálarheilsu. Hetta er ørkymlandi og tí vóni eg, at skipanin, vit hava sett í verk, við at veita teimum 15-35 ára gomlu ókeypis sálarhjálp, fer at bøta um sálarheilsuna.

Málið má tó vera at fyribyrgja, at tey ungu av fyrstani tíð verða illa fyri sálarliga. Rúm skal vera fyri feilum, tí tað er hóast alt av feilunum, ið vit læra mest.

Føroyar skulu framhaldandi vera besta og tryggasta staðið at vaksa upp og vera ungur í.

Men í løtuni er serliga eitt, sum hóttir hesa visjónina. - Rúsevni!

Rúsevni tykjast alsamt lættari at fáa fatur á, og tað er staðfest, at tað eru ung í Føroyum, sum frammanundan hava tað trupult, sum koma út í misnýtslu og kriminella umvørvið, har hóttanir og ógvusligur harðskapur er alt meira vanligur.

Hetta ørkymlar meg. Her skal handlast.

Tí eingin skal detta niðurímillum. Vit mugu forða fyri, at tey ungu enda í skeivum umhvørvi - ella taka skeivar avgerðir um hesi viðurskiftini.

Ein heildarætlan um at fyribyrgja rúsevnum verður løgd fram í oktober. Hon fer at lýsa, hvussu vit best lofta ungum, sum eru á veg út í trupulleikar. Eisini mugu tey, sum longu eru blivin bundin, hava bestu hjálpina.

Vit hava nøkur viðgerðartilboð, men okkum tørvar eitt ambulant, ið ger tað lættari at vera ein partur av gerandisdegnum - samstundis, sum man er í viðgerð. Hesum arbeiða vit fram ímóti.

Eitt annað mál, ið eisini hevur fylt nógv seinasta árið, er ynskið um at broyta neyðtøkuásetingina í revsilógini, so hon verður grundað á samtykki. Hetta verður nú gjørt. Somuleiðis broyta vit revsilógina, so, at revsingin frameftir verður herd í samband við kynslig brotsverk.

Eg haldi, at tað hevur stóran týdning, at vit bæði herða revsingina og halda áfram við lýsingarátøkum, men ikki minst at vit vaksnu tosa við okkara børn um teirra mørk og fáa tey at seta síni egnu mørk. Tí sjálvandi krevur sex samtykki - og tað skal avspeglast í lógini.

Men vit mugu ásanna, at vit ikki fáa loftað øllum við fyribyrgjandi átøkum og tað førir meg víðari til ein annan eins álvarsaman trupulleika; nevniliga føroysku fongsulsviðurskiftini.

Hetta er nakað, ið vit arbeiða við, saman við okkara fólkatingsumboði, Edmund Joensen. Tí tað er í fólkatinginum, at pengar skulu setast av til at betra um umstøðurnar í føroysku kriminalforsorgini.

Arbeiðið er í gongd og væntandi verður seinni í ár nýggj avtala um kriminalforsorgina løgd fram. Vit hava tørv á einum nýggjum fongsli í Føroyum. --------

Góðu tit øll.

Fyri 115 árum síðani hevði Dimmalætting slóðbrótandi tíðindi at bera føroyingum.

Ein flokkur var stovnaður, ið vildi arbeiða innanfyri ríkisfelagsskapin.

Og eisini ríkisfelagsskapurin er mentur hesa seinastu øldina. Vit eru í einum sterkum, sunnum og modernaðum Ríkisfelagsskapi, sum ferð aftaná ferð prógvar sítt virði.

Eisini seinastu tvey árini eru stig tikin, fyri at gera felagsskapin enn rúmiligari og smidligari.

Føroyingar í Føroyum kunnu nú lættliga útvega sær danskt CPR-nummar og NemID. Hetta hevur verið okkara mál í longri tíð, og nú er tað loyst.

Hetta er ein fongur fyri lesandi, fyri tey, ið skulu niður í sjúkraørindum og fyri tey mongu, ið ynsktu út at síggja heimin. Hetta gleðast eg og Sambandsflokkurin um.

Ríkisfelagsskapurin hevur eisini prógvað sítt virði, tá tað viðvíkur felags málsøkjum. Uttanríkis- og verjupolitikkur hevur fylt alsamt meira í samskiftinum - millum fólk sum heild og ímillum teir tríggjar ríkispartarnar.

Spenningar í arktiska økinum og um okkara leiðir gera, at vit aktivt mugu taka støðu til mál, ið vit annars fyrr havi latið danskar myndugleikar um.

Sambandsflokkurin vil tí hava, at vit í Føroyum fáa størri politiskt rásarúm í okkara egnu uttanríkisog verjumálum.

Fyrr í summar var ríkisfundur á Marienborg har eg hitti statsministarin, Mette Frederiksen og formannin fyri Naalakkersuisut, Múte Borup Egede.

Niðurstøðan var, at Føroyar og Grønland skulu hava størri ávirkan í uttanríkis- og verjumálum í kongaríkinum. Vit avtalaðu at seta eina sokallaða samstarvsnevnd við umboðum úr Føroyum, Danmark og Grønlandi, sum í felag skulu viðgera uttanríkis- og verjupolitiskar støður í Norðatlantshavi og Arktis.

Hetta var eitt stórt framstig, sum eingin føroysk stjórn fyrr hevur megnað.

Vit halda fast um, at eingin avgerð skal takast um Føroyar - uttanum føroyskar myndugleikar.

Hendan gongdin tey seinastu tvey árini hevur veruliga prógvað, at ríkisfelagsskapurin er í menning, og hann verður moderniseraður við vælvild frá øllum ríkispørtum. Hetta fegnist eg um.

----------

Sum eg nevndi at byrja við, so eru vit øll framvegis samd um, at stevnumiðið framvegis er bæði rætt og neyðugt.

Vit skulu hava menning fyri føroyingar innanfyri ríkisfelagsskapin. Men vit eru ikki altíð samd um, á hvørji kós, menningin skal fara fram.

Vit eru ein stórur og breiður flokkur, ið rúmar nógvum visjónum. Tað skulu vit framhaldandi vera. Tað, sum savnar okkum, er tann sosial-liberala stevnan. Tað er ynskið um einar tryggar Føroyar fyri allar borgarar.

Men tá talan er um tey sonevndu etisku málini, eru vit ikki samd. Í Sambandsflokkinum hevur altíð verið siðvenja, at limir í flokkinum hava rætt til egna sannføring í hesum málunum.

Hetta samgonguskeiðið hevur serliga verið merkt av einum máli av hesum slag. Nevniliga málið um barnsburðarfarloyvi til samkyndar mammur.

Vit fóru til samgongusamráðingar við tí kravi, at hjúnarbandslógin ikki skuldi rullast aftur.

Hetta kravið varð gingið á møti. Fyri at tryggja okkum, at hjúnarbandslógin ikki varð rullað aftur, settu vit eina orðing í samgonguskjalið, ið ljóðaði, at samgongan skuldi atkvøða samlað um andstøðuuppskot. Tíverri er hendan orðingin nú vorðin ein forðing. Hon upphevjar aldargomlu siðvenjuna um, at einhvør tinglimur kann atkvøða eftir egnu sannføring í sokallaðum etiskum málum. Vit mugu ásanna, at hetta er sera óheppið.

Tí skulu vit frameftir ongantíð binda Sambandsflokkin upp á etisk mál - hvørki progressivt ella konservativt. Tá tú hevur eitt so gott og breitt bakland - tá tú hevur útvið 7000 atkvøður aftanfyri teg, ja, so má tað vera pláss til ymsar meiningar á nøkrum økjum.

--------

Tíbetur eru vit tó framvegis samd um tað, sum Dimmalætting prentaði á forsíðuna 18. august 1906.

Vit ynskja at varðveita og menna tey stjórnarrættarligu viðurskiftini og framhaldandi arbeiða fyri einari frælsari menning fyri føroyska fólki.

Latum okkum standa fast við hetta. Lat okkum standa fast saman. Lat okkum fokusera uppá tey mál, ið veruliga binda okkum saman - samstundis, sum vit eisini tora at tosa um tey mál, ið skilja okkum.

Sambandsflokkurin er ein stórur og breiður flokkur. Vit skulu rúma nógvum meiningum og visjónum. Og eg gleði meg nú at hoyra tykkara íkast til politiska orðaskiftið.

Tí tað er her - í beinleiðis samskiftinum ímillum okkum menniskju, at fólkaræðið livir. Tað er her - í sambandinum okkara millum - at flokkurin hevur sína keldu og sín legitimitet.

Takk fyri øll somul.