20. oktober 2021

Rehabilitering í Føroyum má mennast - nú má handlast

Tað stendur skrivað í samgonguskjalinum, at: “Ein yvirskipað lóg skal gerast, sum tryggjar, at ein ætlan verður gjørd fyri hvønn einstakan, bæði viðvíkjandi likamligum, sálarligum og sosialum tørvi". Afturat einari rehabiliteringslóg, má ein rehabiliteringsdepil skipast, ið hevur ábyrgd av lógini og harvið tryggjar, at borgarin fær tær tænastur, ið lógin ásetur.

Rósa Samuelsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, hevur í hesum sambandi sett bæði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, landstýrismanni í heilsumálum, hvør sín skrivliga fyrispurning (§ 52a) um rehabilitering innan almanna- og heilsuøkið. Rehabilitering fyrigongur bæði á heilsuøkinum og almannaøkinum, og tí hava bæði fingið hvør sín spurning.

Løgtingskvinnan spyr fylgjandi:

1. Hevur landsstýriskvinnan/maðurin ætlanir um at seta í verk eina yvirskipaða rehabiliteringslóg, sum fevnir um allar geirar innan rehabilitering?

2. Arbeiðir landsstýriskvinnan/maðurin fram ímóti at seta á stovn ein rehabiliteringsdepil, sum eina samskipaða tvørfakliga heildartænastu til kropsliga, sálarliga og sosiala viðgerð?

    Um ja, nær og hvussu?

    Um nei, hvørjar eru grundgevingarnar?

3. Er samstarv millum Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið um nakrar framtíðarætlanir fyri rehabilitering?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, at brúkarin hevur í eitt longri tíðarskeið eftirspurt eitt meira skipað øki innan rehabilitering.

Í svari til fyrispurning frá tingmanninum, Johan Dahl, í mai mánað, søgdu bæði landsstýrismaðurin í heilsumálum og landsstýriskvinnan í almannamálum, at ongar ítøkiligar ætlanir vóru at skipa rehabilitering í ein depil.

Sambandsflokkurin hevur síðani skipað fyri almennum kjakfundi um tørvin á rehabilitering í Føroyum, tí flokkurin metir, at økið er í dag ov óskipað og vandi er fyri, at borgarir, ið gerast álvarsliga sjúkir ella skulu til viðlíkahaldsvenjing, detta niðurímillum. Til tiltakið vórðu bæði umboð frá Almannaverkinum og Sjúkrahúsverkinum boðin við, umframt gestaframleggjari frá Vejlefjord Rehabilitering.

Niðurstøðan á fundinum var, at hóast økini tosa saman og royna at samstarva, so eru karmarnir ikki nøktandi til endamálið. Harumframt eru avmarkaðir framtíðarmøguleikar fyri menning í verandi skipan.

Rósa Samuelsen sigur at enda í sínum viðmerkingum, at tað hevur sera stóran týdning fyri øll tey, sum verða rakt av álvarsligari sjúku og tey avvarðandi - sosialt, fíggjarliga o.a. - at okkara rehabilitering í Føroyum virkar væl og effektivt. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Sambandsflokkurin