02. september 2022

Sambandskvinnur møtast - temakvøld um retorikk

Hóskvøldið, 1. september, skipaði arbeiðsbólkurin "Fleiri kvinnur í Sambandsflokkin" fyri enn einum temakvøldi, hesuferð í Mettustovu í Havn. Evnið til tiltakið var retorikkur.

Anna Falkenberg, forkvinna í arbeiðsbólkinum, bjóðaði vælkomin og greiddi stutt frá arbeiðnum hjá arbeiðsbólkinum og hvørji temakvøld hava verið higartil. Eydna Skaale, retorikkari, hevði síðani eina góða og interaktiva framløgu um retorikk har hon m.a. greiddi frá um tilvitað og ótilvitað samskifti, og kom við ymiskum ráðum til, hvussu ein best samskiftir ein boðskap. Ein sera gevandi framløga og pláss var til at spyrja spurningar og luttaka í ymsum royndum. Stóra takk til Eydnu fyri eitt framúr gott innslag! 

Eitt sera væleydnað kvøld við rekord góðari uppmøting. Um tú ynskir at gerast partur av kvinnuforuminum, kanst tú venda teg til ein av kvinnunum í arbeiðsbólkinum ella Sambandsflokkin her á Facebook.

Vit vóna at síggja enn fleiri sambandsáhugaðar kvinnur til eitt komandi tiltak