30. november 2021

Vindmyllur ella pumpuskipan - hvat skal koma fyrst?

Tað hevur gingið alt ov seint við grøna orkuskiftinum. Tað eru flestøll samd um. Men hvørja ferð okkurt framstig hendir á økinum, so rópa summi upp um, at nú gongur tað ov skjótt.

Vit skulu útbyggja vindorkuna úr 18 upp í 240 megawatt næstu árini. Málsetningurin er, at øll el-framleiðsla á landi skal vera grøn longu í 2030 (um bara 8 ár). Her skal ikki bara ganga skjótt, men tað má ganga rættiliga nógv skjótari enn higartil, um vit skulu koma í nánd av tí málsetninginum.  

Eingin vindmylla er komin upp í meginøkinum seinastu sjey árini, og vit skulu hava 60 myllur upp afturat, umframt sólpanel - og vit fáa at vita, at her gongur alt ov skjótt.

Orkuspill í útbyggingarfasuni

Meðan útbyggingarnar fara fram, sleppa vit ikki undan, at orka fer til spillis. Hetta kemst av, at alt verður ikki bygt samstundis. Fyri at sleppa undan varandi orkuspilli arbeiðir SEV við eini ætlan um eina pumpuskipan. Við henni skal bera til at goyma framleiðsluna sum loypur av, tá til dømis nógvur vindur er, fyri at kunna brúka hesa orkuna, tá okkum manglar orku.

Men pumpuskipanin verður ikki klár fyrr enn um eini fimm ár, og tí sigur onkur, at vit mugu bíða við at seta fleiri vindmyllur upp, til pumpuskipanin er farin at virka.

Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur boðað frá einum fyrispurningi til Magnus Rasmussen, landsstýrismann, um hesi viðurskiftini. Hann spyr, um landsstýrismaðurin kann tryggja, at brúkarin ikki fær rokningina fyri streymin, sum ikki verður brúktur, um myllurnar koma upp áðrenn pumpuskipanin.

Vit kundu eisini vent spurninginum við: Pumpuskipanin kostar ikki minni enn 1,2 milliardir krónur. Henda risaíløgan skal rindast aftur við avlopsstreymi frá vindmyllunum. Men um ongar myllur eru komnar upp, tá pumpuskipanin stendur klár, hvaðani skal so avlopsstreymurin koma, sum skal fíggja íløguna? Kann Henrik Old ella onkur annar tryggja, at brúkarin ikki fær ta rokningina?

Hetta er sum hønan og eggið: Uttan hønu verður einki egg, og uttan egg verður eingin høna.

Vit fáa ikki alt upp sama dag, og tí verður í útbyggingarfasuni eitt ávíst orkutap.

Vit mugu tí koma skjótt ígjøgnum útbyggingarfasuna og yvir í framleiðslufasuna, um Føroyar skulu hava varandi orku.

Samstarv er vegurin fram

Tað var tí gleðiligt at hoyra Hákun Djurhuus, stjóra í SEV, í sambandi við eykaaðalfundin í farnu viku, leggja upp til betri samskifti millum partarnar. Hann vísti á felags málsetningin, sum vit øll eiga at standa saman um. Eg kann ikki siga annað enn, at eg eri samdur.

Latið okkum stremba eftir at fáa ferð á væl skipaðar útbyggingar á orkuøkinum, soleiðis at vit røkka málinum um grøna el-framleiðslu í 2030.

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin