22. desember 2021

Aksel og Høgni - ímyndin av størsta politiska samgonguruðuleika nakrantíð

Eg má hóast verandi ósemjur um illoyalitet og ósemjur um etisku málini, taka sitandi samgongu í forsvar fyri at hava verið handlikraftiga og framt nógv góð politisk mál og verkætlanir.

Andstøðuleiðararnir og fólk í andstøðuni sýnast at hava eitt sera stutt politiskt minni, tá tey nú fyri tíðina so bragdliga trína fram í miðlunum og ferð eftir ferð tosa um kaos og nýval.

Politiski retorikkurin hjá andstøðuni er í mínari verð als ikki eftirfarandi og øll tey, sum hava fylgt við í politikki seinastu mongu árini vita at so er.

Eg skal her ikki gera nakra umfatandi politiska greining av samgonguni frammanundan hesari og nú andstøða, men eg vil líka taka aftur í aftur og minna á, hvussu ótrúliga stórur politiski ruðuleikin var meðan teir ráddu fyri borgum - ja, totalur ruðuleiki frá degi eitt.

Nøkur sigandi dømi koma her:

Vit minnast øll, hvussu langa tíð tað tók Tjóðveldi at koma við einari nýggjari fiskivinnulóggávu og tá hetta misfostur eftir fleiri ár kom í gildi, ja so vrakaði veljarin táverandi samgongu og henda nýggja samgongan kom til. Talan var um drál av ringasta slag og politiskar ósemjur undir øllum samgonguskeiðnum um, hvussu fiskivinnan skuldi skipast framyvir. Tann politiska tilgongdin sá alt annað enn vøkur út.

Vit minnast rok og valdskampar í Tjóðveldi.

Vit minnast, at Tjóðveldi ikki flutti nakað sum helst á sjálvstýrisleið tey fýra árini í samgongu - onki. Bara rok á hesum økinum.

Vit minnast málið viðvíkjandi Glasir og eykajáttanir til løgur - rok og vantandi upprudding í hesari byggiverkætlanini. Her hevði Javnaðarflokkurin málsøkið um hendi.

Vit minnast rokið innanhýsis í Javnaðarflokkinum, har Gerhard Longberg skuldi úr flokkinum og tað sama Kristin Michelsen. Rok innanhýsis og útihýsing av limum í flokkinum.

Vit minnast eisini, at Framsókn brúkti fýra ár upp á Uttanríkismál, men lítið og onki varð heldur flutt á sjálvstýrisleið frá teirra síðu.

At enda í valskeiðnum var táverandi løgmaður Aksel V. Johannesen, sera lítið frammi alment og nærmast goymdi seg í øllum politiska ruðuleikanum.

Eitt er púra vist og tað er, at henda samgongan kemur ikki undanfarnu samgongu upp á knøini, hvat viðvíkur politiskum ruðuleika, tá vit líta aftur bara 3-4 ár.

Men hvat, tað er lættari at síggja flísuna í eyganum hjá okkara næsta, men bjálkan í okkara egna eyga hann síggja vit ikki.

Ístaðin fyri at kritisera samgonguna, so hevði tað verið ein betri stílur, at tit andstøðuflokkar greiða veljarunum frá, hvat tit sjálvir hava at bjóða upp á av málum við veruligum politiskum innihaldi. Men tað hevur verið sera lítið at hoyrt um tað - bara háfloygdur politiskur retorikkur og tóm politisk statements.

Vit eru hóast alt nøkur, sum hava eitt longri politiskt minni enn andstøðan.

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin