12. mars 2022

Formansfrágreiðing - landsfundur 2022

Formansrøðan á landsfundi Sambandsfloksins 2022

Góðu sambandsfólk - góðu áhoyrarar, og til tykkum, ið fylgja fundinum á alnótini - Vælkomin á landsfund.

Vit hittast í dag á Grækarismessu. Hetta er dagurin, har vit fagna várinum, og tjóðfuglurin – tjaldrið – aftur kemur higar til lands.

Ein positivur og gleðiligur dagur at halda landsfund.

-------------

Nú kunnu vit aftur liva lívið, sum vit ynskja tað. Vitja hvønn annan, hugna okkum saman – aftur vera saman í álvara og gaman. Saknurin hevur verið stórur og hjá fleiri merkjast seinárinini enn, bæði kropsliga og sálarliga.

Samstundis, sum heilsukreppan slepti takinum, herjaði ein onnur óhugsandi kreppa - Tað er kríggj í Evropa, tað er kríggj í okkara nærumhvørvi í 2022.

Hóast hetta er veruleikafjart, er hetta nú ein nýggjur veruleiki vit mugu fyrihalda okkum til.

Vit skulu til eina og hvørja tíð verja fólkaræðið, og tí hava vit boða heiminum frá, at vit standa saman við Vesturheiminum og fordøma russisku innrásina í Ukreina.

Vit skulu hava eina støðu í hesum máli. Tað hevur avleiðingar, enn kenna vit ikki hvørjar.

Tað kostar at verja fólkaræðið.

------------

Fyri meir enn hundrað árum síðani var eitt heilt annað kjak um fólkaræði.

13. august 1915 var eitt orðaskifti í løgtinginum. Eitt orðaskifti, sum snúði seg um nógv, men fyrst og fremst um at geva kvinnum valrætt og valbæri.

Í 1915 varð Grundlógin broytt, soleiðis at danskar kvinnur fingu valrætt og valbæri til danska fólkatingið. Grundlógin staðfesti bara hesi rættindini til fólkatingið, ikki løgtingið.

Á ólavsøku 1915 legði táverandi amtmaður, Rytter, uppskot fyri løgtingið, um at geva kvinnum valrætt og valbæri til løgtingið. Andras Samuelsen, fyrrverandi formaður Sambandsfloksins, segði soleiðis undir orðaskiftinum:

”Eg vil úttala mína gleði yvir at kvinnur fáa atkvøðurætt til Løgtingið og kunnu innveljast í hetta”.

Valrætturin hjá kvinnum er í dagsins samfelag ein sjálvfylgja, men tað var hann ikki hjá øllum í 1915.

Vit, sum sambandsfólk, skulu vera errin av, at Sambandsflokkurin í 1915 hevði hesa sannføring. Eisini skulu vit vera errin av, at fyrsta kvinnan, sum nakrantíð stillaði upp til løgtingsval, stóð á vallistanum hjá Sambandsflokkinum í 1928. Hon kallaðist Hansine Hansen.

Í Dimmalætting stóð skrivað, at av tí orsøk, at Hansine Hansen stóð sum einasta kvinnan á nøkrum vallista, var tað púra natúrligt, at kvinnur valdu Sambandsflokkin. Hetta eigur eisini at vera ein sjálvfylgja í dag.

Hóast kvinnur fingu valrætt í 1916 og fyrsta kvinnan stóð á vallistanum í 1928, skuldi tað hóast alt ganga 62 ár, áðrenn fyrsta kvinnan varð vald í løgtingið í 1978.

Vegurin til javnstøðu millum kynini hevur víst seg at vera drúgvur. Í Sambandsflokkinum hava vit eisini eina avbjóðing við, at fáa kvinnur at bjóða seg fram til eitt nú løgtingsval. Hetta er ein fólkaræðisligur trupulleiki og ynskiligt hevði verið, um fleiri kvinnur sótu við landsins leiðslu.

Vit skulu uppstilla nakrar rammur, ið ger tað lættari hjá sambandskvinnum at koma til orðanna.

Tí er stig tikið til at stovna ein arbeiðsbólk við tí endamáli, at tryggja ein øktan leiklut hjá kvinnum í Sambandsflokkinum og harvið somuleiðis í politiskum avgerðum.

Hesin arbeiðsbólkurin er longu settur og farin til verka.

------------

Orðaskiftið 13. august 1915 snúði seg fyri allar flokkar ikki bert um valrætt til kvinnur. Fyri sjálvstýrismenn, hevði ríkisrættarligi spurningurin størri týdning, enn demokratiski rætturin hjá kvinnum.

At grugga ymisk mál við fullveldisideologi kenna vit eisini aftur í politiska orðaskiftinum í dag.

Radaramálið er enn eitt dømi um hetta. Eitt mál, har ríkisrættarligi spurningurin fær størri týdning, enn trygdin hjá føroyingum.

Heimurin í dag er ein annar, enn fyri bert einum mánað síðani. Russland, við Putin á odda, er orsøkin til, at vit í dag hava kríggj í Evropa. Hetta er ein hættislig støða, sum vit sum land fordøma uppá tað harðasta.

Vit skulu altíð verja tey demokratisku rættindini og fordøma ørskapin. Vit hava í longri tíð eisini sæð, at Russland dubbar seg í Arktis, og hevur lyndi til at koma okkum ov nær, bæði í luftrúmi og undirsjóvað.

Radaramálið snýr seg ikki um loysing, stoltleika, ella hvør skal eiga hann. Eins og í orðaskiftinum í 1915, ynskir loysingarvongurin einans at viðgera ríkisrættarliga partin og koma ikki inná tað, ið málið veruliga snýr seg um.

Tí radaramálið snýr seg um trygdina hjá føroyska fólkinum og at vísa ábyrgd yvirfyri okkara sameindu.

Tí sjálvsagt skulu vit vita, hvat gongur fyri seg í luftrúminum yvir Føroyum.

Vit eru á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið í trygdarpolitiskum høpi. Okkara støða skal ikki longur vera merkt av eini frástøðu til trygdar- og verjumál, og vit skulu fara frá, tilvitað einki at vita.

Føroyar hava fingið ein meira týðandi leiklut á altjóða pallinum og okkara strategiska staðseting í Norðuratlantshavi kann seta Føroyar í eina lyklastøðu. Og hendan støðan er ikki til sølu fyri hægstbjóðandi.

Vit eru, og skulu áhaldandi vera, ein samrunnin partur av Vesturheiminum og NATO. NATO er okkara trygdarnet í núverandi støðu og ríkisfelagsskapurin er garantur fyri hesa trygd.

-----------

Á seinasta landsfundi, fyri hálvum ári síðani, varpaði eg ljós á ta syrgiligu støðuna í Afghanistan, júst eftir, at Taliban hevði tikið fult ræðið á landinum.

Spurningurin, hvørt vit í Føroyum skuldu taka ímóti flóttafólki ella ikki, varð nógv umrøddur og eg vísti á, at vit verða noydd at menna neyðugar skipanir og tilbúgving til at taka ímóti menniskjum í neyð.

Í dag standa vit aftur í somu støðu, tó hevur støðan flutt seg tættari uppá okkum. Vit hava eina ábyrgd mótvegis Evropa og tí ukreinska fólkinum. Hetta er í okkara grannalagi.

Vit hava boðað frá, at vit eru klár at taka ímóti ukreinskum flóttum. Tað skylda vit teimum og okkum sjálvum. 

Vit hava meldað greitt út, at vit eru partur av Vesturheiminum, vit hava eisini meldað greitt út, at vit vilja átaka okkum altjóða ábyrgd, og tí okkara part av ukrainsku flóttunum.

-----------

Vit vístu eisini lit, tá vit boðaðu frá, at vit seta tiltøk í verk ímóti Russlandi, eins og hini londini í demokratiska Vesturheiminum. At hava eina støðu, hevur avleiðingar – tað kostar at verja fólkaræðið.

Vit hava sett eitt umfatandi arbeiði í verk, at greina hvørjar avleiðingar kríggið í ukraina kann hava fyri føroyska samfelagið, bæði innan trygd, veitingar, flóttar og ikki minst búskaparliga fyri landskassan, vinnuna og einstaka borgaran.

-------------

At vit hava víst okkum sum part av Vesturheiminum skal hava við sær nakrar fyrimunir.

Sambandsflokkurin hevur altíð arbeitt fyri tættari samstarvið við Vesturheimin, og ES er ein marknaður okkum tørvar munandi betri atgongd til.

Nú sær út til at hol er komið ígjøgnum, og ES hevur fingið eyguni upp fyri okkum. Danmark, sum ES-limaland, er okkara forlongdi armur í ES og danir ynskja at tala okkara søk.

Vit skulu menna føroysk handilviðurskifti og styrkja samstarvið við lond, ið eru til at líta á.

-----------

Somuleiðis skulu vit áhaldandi gera okkara til at menna og modernisera ríkisfelagsskapin.

Sambandsflokkurin er einasti flokkur ið heilhjartað gongur inn fyri ríkisfelagsskapinum.

Vit síggja møguleikarnir í at útvikla felagsskapin, heldur enn at avvikla hann.

Tað nýstovnaða samstarvsráðið er eitt dømi um hesa menning. Samstarvsráðið er eitt amboð til, at vit fáa okkara ávirkan á tann førda uttanríkis- og verjupolitikkin - tí tað er treytaleyst ein styrkur fyri Føroyar, at vit saman við Danmark og Grønlandi, hava eina uttanríkispolitiska rødd.

Eingin stjórn hevur megnað at stovnsett eitt tílíkt ráð, har allir tríggir ríkispartar felags umrøða og taka avgerðir til frama fyri Føroyar, Grønland og Danmark. Vit skulu fegnast um og vera errin av, at við Sambandsflokkinum á odda, hava vit megnað at framt hesi framstig í ríkisfelagsskapinum.

Tí vit skulu enn halda fast við, at eingin avgerð skal vera tikin um Føroyar uttanum teir føroysku myndugleikarnar, eiheldur í uttanríkis- og verjupolitiskum málum.

Ríkisfelagsskapurin er í menning og vit hava enn einaferð staðið á odda í tilgongdini.

Við Ríkisfelagsskapinum tryggja vit Føroysku tjóðini veruligt frælsi, so fólkið trívist og hevur størsta møguliga persónliga frælsið. Frælsið at velja og at vera. Frælsið at velja eina breiða viftu av útbúgvingum, og at vera trygg í einum breiðum heilsuverki, umframt at hava arbeiðs- og lestrarmøguleikar í øllum Evropa.

-----------

Ríkisfelagsskapurin letur hurðarnar upp fyri føroyska ungdómin ið leitar sær út í heim til víðarilesnað. Við einum ES-passi og einum CPR-nummari eru møguleikarnir endaleysir og tekur burtur tær markaforðingar, ið tey annars kundu rent seg í.

Trupulleikin hevur áður verið, at tey ikki venda heimaftur, tó prógvar áhaldandi fólkavøksturin í Føroyum, at støðan í dag er ein onnur. Tey ungu trívast her og ynskja at flyta heim - Tað fegnast vit um.

Ein fylgja av áhaldandi fólkavøkstri er, at vit ikki megna at nøkta tørvin á bústaðarmarknaðinum.

Stór tøk eru tikin til, at fáa størri útboð av bústaðarmøguleikum. Fleiri eggjandi skipanir eru settar í verk, fyri at fáa ferð á bústaðarbygging. Leigubústaðir sleppa undan 25% MVG, útleigan er skattafrí upp til kr. 100.000, rentustuðul til tey ið eiga sítt egna.

Herumframt hevur Bústaðir fingið víðkaðar heimildar at byggja leigubústaðir, við eini heimild á nærum hálvari milliard.

Veruligi trupuleikin er, at útboðið ikki fylgir økta eftirspurninginum.

Tí skulu allir partur leggja seg í seðlarnar, at fáa útvegað byggilendi og at byggja býlið. Hetta er ein uppgáva sum bæði land, kommunur, íleggjarar eiga at gera nakað við í felag.

Fyri at tryggja ungu familjunum, og ungum í heilatikið, tak yvir høvdið, skulu tøk takast í felag, so útboðið stendur mát við eftirspurningin.

Bert soleiðis tryggja vit framhaldandi fólkavøkstur.

-----------

Á seinasta landsfundi umrøddi eg somuleiðis tørvin á vantandi arbeiðsmegi í Føroyum, sum eisini er komin sum ein fylgja av góðum tíðum.

Búskaparráðið mælti landsstýrinum til at økja um atgongdina til útlendska arbeiðsmegi, tí annars fór støðan at tálma búskapinum óneyðugt.

Í novembur undirskrivaði Magnus Rasmussen eina avtalu við donsku stjórnina um eina nýggja fast-track skipan fyri útlendskari arbeiðsmegi.

Fast-track skipanin gevur føroyska vinnulívinum betri atgongd til útlendska arbeiðsmegi, og somuleiðis styttir skipanin um viðgerðartíðina og lættir munandi um umsitingina av arbeiðsloyvum.

Hetta gleðist eg um, tí slíkar skipanir skulu setast í verk fyri at halda samfelagshjólunum koyrandi, nú tá tíðirnar eru so góðar.

Nú arbeiðsmegi manglar, eru fleiri pensjónistar, ið vilja arbeiða. Men ein avbjóðing er, at tey verða mótroknaði av arbeiðsinntøkuni. Tað skal broytast, soleiðis at arbeiðsinntøka ikki verður mótroknað pensjónini – hetta fer at økja um tímarnar og hendurnar á arbeiðsmarknaðinum, nú tørvurin er stórur.

Tað merkist á arbeiðsmarknaðinum, at vit hava góðar tíðir. Arbeiðsloysið í Føroyum er søguliga lágt - 0,9% - og arbeiðsmarknaðurin sum heild eftirspyr arbeiðsmegi sum aldrin áður.

Hetta ger seg galdandi innan allar geirar, men serliga innan eldra- og røktargeiran, her manglandi arbeiðsmegi, merkir manglandi røkt.

Aldursbólkurin við fólki yvir 80 ár fer at vaksa við umleið 1.200 fólkum - ella 50% - komandi 10 árini.

Búskaparráðið sigur í várfrágreiðingini, at tørvurin í eldrarøkt verður áleið 1.000 starvsfólk, herav 700 afturat verandi starvsfólkahópi og 350 væntast at fara frá vegna aldur. Tørvur verður á  350 nýggjum búplássum næstu 10 árini, um verandi vælferðarstøði skal haldast í 2030.

Og sambært útrokning hjá Almannaverkinum, verður tørvur á áleið 500 starvsfólkum afturat verandi starvsfólkahópi komandi 10 árini vegna demografiskar broytingar og nýtt virksemi. Harumframt fara eini 200 – 300 starvsfólk á pensjón næstu 10 árini.

Saman við einum øktum tørvi á 100 sjúkrarøktarfrøðingum til sjúkrahúsverkið, er samlaði tørvurin útvið 2.000 fleiri starvsfólk til heilsu- og røktarøkið komandi 10 árini.

Eitt skifti í konjukturinum kann broyta nógv, tó broytir hetta ikki uppá eginleikarnar ið gera seg galdandi, tá ið tað snýr seg um starvsfólkahópin á eldraøkinum.

Ein lágur miðal starvsbrøkur og eitt arbeiði, ið er strævið bæði sálarliga og kropsliga, eru bert nakrir av teimum eginleikum ið gera seg galdandi fyri tey, ið taka sær av okkara eldru og øðrum, ið hava tørv á røkt - hjá teimum, ið halda vælferðini uppi.

----------------

Eitt vælvirkandi heilsuverk er sera týdningarmikið í okkara vælferðarsamfelag.

Sambandsflokkurin hevur sett viðgerðartrygd á breddan og hon er nú sett í gongd. Vit eru ikki komin á mál, men vit eru á veg móti málinum. Málið er, at fólk fáa viðgerð innan 30 dagar eftir ávísing.

Fólk, ið hava fingið viðgerð, skulu ikki bíða í longri tíð eftir endurvenjing. Sum ein part av viðgerðartrygdini, hevur Kaj Leo H. Johannesen eisini sett sálarheilsuna á breddan og vit kunnu longu staðfesta, at tørvurin er størri, enn vit hava givið okkum far um. Fyri at náa málinum um viðgerðartrygd, krevur hetta eisini fleiri starvsfólk.

Samgongan hevur víðka møguleikarnar innan lesna í sjúkrarøktarfrøði. Nú verða tveir flokkar  upptiknir árliga, har tað áður bert hevur verið ein. Eisini verður arbeitt við at stovna ein flokk afturat innan heilsurøkt.

Men, serstakar tíðir krevja serstakar loysnir. Heilsu- og røktarøkið er ein grundarsteinur undir okkara vælferð og vit verða noydd at gera nakrar framfýsnar broytingar fyri at betra um umstøðurnar hjá starvsfólkunum innan økið, umframt at geva teimum fleiri starvsfelagar - tí tað hava tey uppiborið.

Eg fari í dag at koma við einum sosial-liberalum boði uppá, hvussu hetta kann gerast.

Mítt boð er, at vit innføra ein heilsu- og røktarfrádrátt. Hesin frádrátturin skal geva starvsfólkunum innan geiran ta virðing, tey hava uppiborið, og eggja teimum, at halda áfram at starvast innan økið, umframt at nýggir starvsfelagir leggjast afturat.

Eisini kann umhugsast, at ein umskipan av Heilsuskúlanum, við fjarlestri og brúk av tøkniligum møguleikum. Hetta styrkir samstundis um fakleikan hjá starvsfólkahópinum innan eldra- og røktargeiran.

Nýhugsan innan økið er neyðugt, so vit framhaldandi kunnu varðveita okkara vælferðarstøði.

Hetta er eitt kjarnumál hjá Sambandsflokkinum.

------------

Eitt annað týðandi mál, sum Sambandsflokkurin stendur á odda fyri, er málið um burðardyggan vøkstur í føroyska samfelagnum.

Fyri at framtíðartryggja vælferðina skulu vit miða ímóti, at hava burðardyggan vøkstur í samfelagnum, tað merkir, at vit samstundis, sum vit hava vøkstur, miða ímóti at loysa umhvørvisligar og sosialar trupulleikar, og á tann hátt viðlíkahalda okkara vælferð uttan at gera skaða á tilfeingi á jørðini.

Vit skylda okkara komandi ættarliðum at hava eina greiða ætlan fyri, hvussu vit í Føroyum kunnu fremja tað grøna orkuskiftið, soleiðis, at Føroyar kunnu gerast ein fyrimynd fyri onnur lond kring heimin.

Í heyst var eg á COP26 ráðstevnu í Glasgow. Til ráðstevnuna kunngjørdi grønlendski landsstýris-formaðurin, at Grønland ynskti at taka undir við Paríssáttmálanum, eftir føroyskum leisti. 

Føroyar blivu longu í 2016 partur av avtaluni, har vit sjálvi kunnu avgera hvørji mál vit seta okkum - og tað er altso hesin leisturin, sum Grønland eisini ynskir.

Tískil eru vit longu ein fyrimynd, men vit mugu liva upp til rolluna. Tí vit í Føroyum skulu vera ein fyrimynd fyri onnur lond, tá tað kemur til tað grøna orkuskiftið og um at minka um okkara útlát - tað skylda vit okkara komandi ættarliðum.

Arbeiðið við at orða ein nýggjan veðurlagspolitikk er væl áveg og verður vónandi lagt fyri tingið í vár. Við einari breiðari semju fyri eygað, er uppskot um veðurlagspolitikk lagt fram fyri áhugapørtum og politisku flokkunum.

Grøna orkuframleiðslan frá vindi verður trífalda innan stutta tíð og er hetta eitt stórt stig á leiðini. Tó mugu vit seta fleiri átøk í verk og fáa eina breiða semju um veðurlagspolitikkin fyri at tryggja, at Føroyar gerast grønar á landið í 2030.

Skarvslopið á oljuprísinum seinastu vikurnar setur trýst á okkum øll, og vísir enn eina orsøk til, at vit flyta okkum yvir á viðvarandi orku, ið vit sjálvi kunnu framleiða í Føroyum.

Vit øll – einstaklingar, vinnan, landið og umhvørvið – Vinna, við at vera fremst á grønu leiðini.

Vakstrarforum er eisini eitt stig á leiðini mótvegis einum burðardyggum vøkstri í føroyska samfelagnum og vinnugreinum.

Vakstrarforum er samansett av fólkum við servitan innan ymiskar geirar, og forumið varð sett á stovn fyri at seta nøkur ítøkilig mál. Mál, ið skulu viðlíkahalda okkara vælferð, meðan vit samstundis miða ímóti at loysa umhvørvisligar og sosialar trupulleikar.

Trý økir eru almannakunngjørd við íøkiligum tilmælum frá Vakstrarforum - eitt um føroyska KT-vinnu, eitt um havið og framtíðina, og eitt um ferðavinnuna.

Í juni í ár skal ein samanumtakandi frágreiðing vera liðug. Sjálvur síggi eg fram til hesa frágreiðing, tí eg persónliga síggi mong møgulig vakstrarøki, ið kunnu fremja tann burðardygga vøksturin.

—-------

Eg byrjaði mína røðu afturi í 1915. Árið, tá eitt orðaskifti snúði seg um at geva kvinnum valrætt og valbæri. Í dag skriva vit 12. mars 2022, júst tvey ár eftir, at Føroyar fóru niður í ferð. Ferð er nú komin aftur á samfelagið og ferðin skal ikki setast niður aftur. Nú skal verulig gongd á mál, ið eru tíðarhóskandi fyri 2022 og sum hava ligið á láni.

Eitt nútímans samfelag krevur allar góðar kreftir at dríva tað fram á leið. - Tí skulu vit eisini stíla hægri, enn gjørt varð í 1915. Vit skulu miða ímóti javnbjóðis umboðan millum kynini í løgtings- og kommunalpolitikki.  Soleiðis framtíðartryggja vit best vælferðarsamfelagið Føroyar.

Heimurin er ein annar, enn hann var í 1915 - Tað skal endurspeglast í føroyska samfelagnum, tað skal endurspeglast í ríkisfelagsskapinum, og tað skal endurspeglast í sambandsflokkinum.

Bert soleiðis tryggja vit ein breiðan og stóran sambandsflokk á løgtingið

Andras Samuelsen segði í 1915, at hann vildi bera fram sína gleði yvir, at kvinnur fingu valrætt og valbæri. Eg vil í dag, í 2022, bera fram mína gleði yvir, at arbeitt verður miðvíst ímóti, at øll í føroyska samfelagnum, við komandi lógarbroyting, eru líka fyri lógini. Ein lógarbroyting, ið gevur pápum betri rættindi til síni børn.

At kvinnur í dag hava valrætt er fyri okkum ein sjálvfylgja, men sjálvfylgir koma ikki av sær sjálvum. Tær eru eitt úrslit av eini tíð, eini viðgerð og eini hugburðsbroyting.

Tær eru eitt úrslit av menning. Lat okkum leggja tað í geyma.

Við hesum leggi eg upp til politiskt orðaskifti.

Takk fyri.