18. mars 2022

Maria í starvsvenjing hjá Sambandsflokkinum

Maria Strøm Hentze, sum er úr Hoyvík og gongur í Skúlanum við Løgmannabreyt í 9. flokki, var í dag fríggjadagin 18. mars í starvsvenjing hjá Sambandsflokkinum. Hon er glað fyri at hava fingið høvið at fáa vitan um Sambandsflokkin, politiska arbeiðið í flokkinum og sleppa at arbeiða við nøkrum uppgávum

Gott við starvsvenjing fyri tey ungu

Tað er týdningarmikið og gott, at ungfólk fáa høvið at royna seg á arbeiðsmarknaðinum og harvið fáa innlit og eina fatan av, hvussu eitt arbeiðspláss virkar - í hesum føri eitt vitanartungt arbeiðspláss í politisku skipanini. Annars hevur hon eisini roynt ymisk fyrifallandi arbeiði eftir skúlatíð og í frítíðini.

Skipanin við starvsvenjing er nakað, sum bæði fyritøkur og almennir stovnar eiga at gera brúk av og taka sum nakað positivt og gagnligt fyri allar partar. Jú, fleiri fyritøkur og stovnar bjóða teimum ungu henda møguleikan, jú lættari er tað hjá teimum at velja tað arbeiðspláss, sum tey hava áhuga fyri og gevur góða meining í mun til onkrar framtíðarætlanir tey hava.

Undir øllum umstøðum og uttan mun til, hvat arbeiðspláss tey velja, so er tað gott og sunt at uppliva, hvussu onnur hava tað í sínum dagliga arbeiði.

Spennandi og áhugaverd arbeiðspláss

Maria hevur higartil verið í starvsvenjing í eina viku á Løgtingsskrivstovuni og skal vera eina viku afturat - í hesum tíðarskeiðnum hevur hon verið ein dag á floksskrivstovuni hjá Sambandsflokkinum á Gamla Apoteki. Hon heldur, at tað hevur verið áhugavert at hoyra um, hvussu samfelagið í høvuðsheitum er skipað og hvussu politiska skipanin við ymsu politisku flokkunum leiða og stýra samfelagnum - hetta umvegis lóggávu, reglur og umsiting innan tey ymsu málsøkini.

Maria er sera glað og nøgd, at tað eydnaðist henni at sleppa í starvsvenjing á hesum arbeiðsplássunum og fáa høvið at møta teimum dugnaligu starvsfólkunum, sum øll gera sítt til, at hesi arbeiðspláss eru vælvirkandi.

Sambandsflokkurin