08. mars 2021

Kvinnubrot í Sambandsflokkinum

Í dag, 8. mars, er altjóða kvinnudagur. Vit heiðra tær kvinnur ið hava stríðst fyri, at kvinnur í dag hava rættindi, ið tykjast so eyðsýnd. Vit heiðra rættin hjá kvinnum at atkvøða og stilla upp í politikki, og harvið gera sína rødd galdandi í øllum samfelagsviðurskiftum.
 
Kvinnur fingu valrætt til kommunuvalið í 1909, og til løgtingsvalið í 1916. Tó vórðu tær fyrstu kvinnurnar ikki valdar á ting fyrr enn í 1978, tað vóru Jona Henriksen úr Javnaðarflokkinum og Karin Kjølbro úr Tjóðveldisflokkurin, sum tá tóku sæti í Løgtinginum. Vit ynskja at nýta høvið at heiðra tær kvinnur, ið hava verið við at mynda føroyskan politikk og Sambandsflokkin.
 
Lisbeth L. Petersen gjørdist í 1984 fyrsta kvinna, sum varð vald inn í Tórshavnar Býráð fyri Sambandsflokkin. Í 1992 varð hon vald til borgarstjóra, og gjørdist harvið fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu. Harumframt varð Lisbeth L. Petersen fyrsta føroyska kvinna vald í Fólkatingið, hon sat á Fólkatingi frá 2001-2005. Hon varð vald í løgtingið frá 1990-2008, og sat sum forkvinna í Sambandsflokkinum frá 2001-2004.
 
Maria Hansen varð í 1989 vald í Vestmannar Kommunu fyri Kvinnulistan og gjørdist fyrsti kvinnuligi borgarstjóri í Vestmanna. Í 1994 varð hon vald á ting fyri Sambandsflokkin, har hon hevði sæti í fýra ár.
 
Fyrsta landsstýriskvinna fyri Sambandsflokkin var Rósa Samuelsen, sum gjørdist landsstýriskvinna í almannamálum í 2008. Eisini hevur Rósa sitið sum borgarstjóri í Sandavágs Kommunu frá 2001-2008, og í Vága Kommunu frá 2013-2016. Rósa situr í dag sum løgtingslimur fyri Sambandsflokkinum, eftir at hon í 2019 varð afturvald fyri triðju ferð.
 
Jóna Mortensen tók sæti á tingi í 2011 sum fastur varalimur fyri Johan Dahl, og sótu tað tá tríggjar kvinnur á tingi fyri Sambandsflokkin.
 
Edva Jacobsen tók fyrstu ferð sæti á tingi í 2008, tá hon gjørdist fyrsta varakvinna og kom á ting sum eykafólk nakrar ferðir í hesum tíðarskeiðnum. Hon var harumframt tingkvinna fyri flokkin frá 2011-2015. Í dag situr hon, saman við Rósu Samuelsen, sum løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin. Umframt landspolitikk, er hon aktiv í kommunalpolitikki, har hon situr sum býráðslimur í Fuglafjarðar Býráð.
 
Í dag sita tvær kvinnur á tingi fyri Sambandsflokkin. Tað eru áður nevndu Rósa Samuelsen og Edva Jacobsen. Vónandi verða tær fleiri í tali í framtíðini.
 
Sambandsflokkurin ynskir øllum ein góðan kvinnudag

Kvinnur í Sambandsflokkinum