08. mars 2022

Sambandsflokkurin vil hava fleiri kvinnur í politikk

Starvsnevndin í Sambandsflokkinum hevur tikið stig til at seta ein arbeiðsbólk undir heitinum: “Fleiri kvinnur í Sambandsflokkin”.

Sambandsflokkurin staðfestir, at flokkurin er alt ov illani umboðaður av kvinnum.

Arbeiðsbólkurin skal arbeiða fyri at fáa fleiri kvinnur í Sambandsflokkin, og skipa fyri tiltøkum, í samstarvi við lokalu veljarafeløgini, við tí endamáli at tekkja kvinnum at flokkinum.

Hetta er arbeiðssetningurin:

1. At tryggja, at jøvn umboðan verður á uppstillingarlistum hjá Sambandsflokkinum til komandi løgtings- og fólkatingsval.

2. At skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum, til tess at økja um leiklutin hjá kvinnum í Sambandsflokkinum.

3. At skipa fyri tiltøkum, har kvinnur fáa møguleika at seta dám á politikkin hjá Sambandsflokkinum, og somuleiðis kenna seg tryggar í Sambandsfloksins sosial-liberalu stevnuskrá.

Arbeiðsbólkurin er samansettur av sjey kvinnum, umframt einum skrivara.

Arbeiðsbólkurin hevur tilvísing til forkvinnuna í Starvsnevndini, Rósu Samuelsen.

Umboðini eru hesi:
- Maud Poulsen – Demokratia
- Anna Falkenberg
- Eyðdis Hartmann Niclasen
- Hanna Ovadóttir
- Marin Hentze Gaardlykke
- Petrina Berg á Lag
- Sunrid Traðará

Linnéa L. Petersen er skrivari í arbeiðsbólkinum.

- “Eg meti tað vera umráðandi, at vit sum flokkur gera alt fyri, at bæði kyn eru eins væl umboðað í politikki. Eg gleði meg til at fara í holt við arbeiðið”, sigur Rósa Samuelsen, forkvinna í Starvsnevndini.

Sambandsflokkurin