29. apríl 2022

Samtykkigrundað neyðtøkuáseting samtykt við 2. viðgerð

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, legði fyrr í ár uppskot til løgtingslóg fyri tingið um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven.

Lógarbroytingin snýr seg um samtykkigrundaða neyðtøkuáseting og herðing av revsing fyri neyðtøku og fyri samlegu við barn undir 15 ár, tá ið gerningsmaðurin hevur gjørt sær dælt av síni kropsligu ella sálarligu yvirvág, herðing av revsing fyri blúnisbrot og forboð til dømd fyri ávís kynslig brotsverk.

Eitt samt løgting tók undir við uppskotinum og uppskotið varð samtykt í dag við 2. viðgerð.

Málið er sera álvarsligt og broytingin er neyðug.

Vit fegnast í Sambandsflokkinum um, at eitt samt løgting tók undir við uppskotinum.

Sambandsflokkurin