07. juli 2022

Sambandskvinnur hittast - Fólkatingið og fólkatingsval

Mikukvøldið, 6. juli, skipaði arbeiðsbólkurin "Fleiri kvinnur í Sambandsflokkin" fyri enn einum temakvøldi, hesuferð í Beitishúsinum í Miðvági. Evnið til tiltakið var Fólkatingið og fólkatingsval.

Anna Falkenberg, forkvinna í arbeiðsbólkinum, bjóðaði vælkomin og gjørdi innleiðing til evnið, m.a. greiddi hon frá hvussu arbeiðið á Fólkatingi er skipað. Edmund Joensen, fólkatingslimur, greiddi frá egnum royndum sum fólkatingslimur og týdningin av, at hava sambandsumboðan á fólkating. At enda segði Magnus Rasmussen nøkur orð um skiftið, tá hann sum varalimur fyri Edmund Joensen fór frá Løgtinginum til Fólkatingið frá einum degi til annan og hvussu hann kendi munin. 
 
Orðið var frítt og høvi var at seta spurningar.
 
Kvøldið var sera væleydnað og uppmøtingin var góð. Um tú ynskir at gerast partur av kvinnuforuminum, kanst tú venda teg til ein av kvinnunum í arbeiðsbólkinum ella Sambandsflokkin her á Facebook.
 
Vit vóna at síggja enn fleiri sambandsáhugaðar kvinnur til eitt komandi tiltak