07. mai 2022

Sambandskvinnur hittast

Fríggjadagin, 6. mai, skipaði arbeiðsbólkurin "Fleiri kvinnur í Sambandsflokkin" fyri einum temakvøldi á Katrinu Christiansen. Evnið til tiltakið var ríkisfelagsskapurin.

Anna Falkenberg, forkvinna í arbeiðsbólkinum, bjóðaði vælkomin og greiddi frá søguligu og løgfrøðiligu bakgrundini av ríkisfelagsskapinum. Edva Jacobsen, tingkvinna, greiddi síðani frá um fyrimunir og vansar, umframt hvussu vit kunnu modernisera ríkisfelagsskapin. Síðani segði ríkisumboðið, Lene Moyell Johansen, nøkur orð um sítt arbeiði og hvat hon tekst við sum ríkisumboð í Føroyum. At enda tóku uppmøttu kvinnurnar samanum.    

Eitt sera væleydnað og læruríkt tiltak við góðari uppmøting. Um tú ynskir at gerast partur av kvinnuforuminum, kanst tú venda teg til ein av kvinnunum í arbeiðsbólkinum ella Sambandsflokkin her á Facebook.
 
Allar sambandsáhugaðar kvinnur eru vælkomnar