10. mai 2022

Íslendski forsetin á vitjan í Tinganesi

Íslendski forsetin Guðni Th. Jóhannesson var í morgun á vitjan í Tinganesi, har hann heilsaði upp á Bárður Nielsen, løgmann.

Løgmaður vísti á sterku vinarbondini millum Føroyar og Ísland. Íslendski forsetin segði seg vera sera fegnan um, at hansara fyrsta vitjan eftir koronafarsóttina var til Føroyar. Hetta var prógv um sterka sambandið millum Føroyar og Íslandi.

Íslendski forsetin er í hesum døgum á arbeiðsvitjan í Føroyum, har hann m.a. skal halda almennan fyrilestur á Fróðskaparsetri Føroya við heitinum “Nationalism in Turbulent Times.

Guðni Th. Jóhannesson hevur verið forseti í Íslandi síðani 2016.

Kelda:

Løgmansskrivstovan

Sambandsflokkurin