25. mai 2022

Koronupakkarnir hjálptu eisini “vanliga fólkinum”

(svar til Beintu Løwe)

Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, skrivar í lesarabrævi í dag, at samgongan fer einki at gera fyri at hjálpa fólki, ið koma illa fyri av príshækkingum. Hetta sigur hon, hóast løgmaður ikki vildi avvísa, at ein hjálparpakki er á veg.

Og fyri at gera søguna uppaftur betri, samanber Beinta hetta við støðuna í sambandi við koronu, har hon sigur, at politiska skipanin var skjót, tá vinnan skuldi hava hjálp.

Sjálvandi er tað ein spennandi søga at samanbera fólk, ið ikki fáa hjálp, við tað at vinnan fekk hjálp. Trupulleikin er bara, at søgan er ikki sonn.

Fyrsti hjálparpakkin í sambandi við koronu snúði seg fyrst og fremst um arbeiðsfólk og ikki so nógv um vinnuna. Lógin um ALS bleiv broytt, soleiðis at fólk sum arbeiddu niðursetta tíð, orsaka av koronu, fingu rætt til arbeiðsloysisstuðul, hóast tey ikki vóru arbeiðsleys. Eisini bleiv dagpeningalógin broytt, soleiðis at fólk í sóttarhaldi kundu fáa dagpengar, hóast tey ikki vóru staðfest at vera sjúk.

Við hjálparpakka 2 fingu fólkapensjónistar, sum høvdu arbeiði, rætt til dagpengar, um teir blivu raktir av koronu, ella máttu í sóttarhald. Eisini vóru onnur átøk sum millum annað hjálptu vinnuni, men eitt av endamálunum við tí var júst at forða fyri hópuppsøgnum.

Hjálparpakki 3 skuldi millum annað tryggja at fólkapensjónistar, sum vóru sjálvstøðug vinnurekandi, ikki vóru fyri brádligum inntøkumissi vegna koronu. Eisini kundu listafólk, tónleikafestivalar og almannagagnligir felagsskapir fáa stuðul.

So tað er beinleiðis ósatt, tá Beinta Løwe roynir at mála eina mynd av, at samgongan bara vil hjálpa vinnuni og ikki borgarunum í landinum.

Sjálvandi fer samgongan ikki at lata fólk sita køld ella svong, nú prísirnir eru nógv hækkaðir. Men eins og í sambandi við koronu, so er neyðugt at seta møguligar hjálparpakkar rætt saman, soleiðis at teir ikki gera størri skaða enn gagn.

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin