02. august 2022

Framsøkin og djørv mál á grøna økinum

Vit mugu gerast grønari og seta ítøkilig átøk í verk, sum veruliga muna.

Løgmaður greiddi í ólavsøkurøðuni frá, at vit mugu minka um útlátið, minka um tilfarið, sum vit brúka, umframt gagnnýta og varðveita føroyska lendið og sjóøkið betur. Tað er umráðandi, at vit virka við høgari ferð, tó eisini langskygt og burðardygt.

Ein dagførdur orku- og veðurlagspolitikkur varð samtyktur seint í vár ið ber fram yvir 20 ítøkilig átøk sum skulu setast í verk fyri at minka útlátið av vakstrarhúsgassi við minsta lagi 30 prosentum komandi 10 árini, samanborið við útlátið í 2010. Hetta svarar til nærum 50 prosent minking í mun til útlátið, sum tað var í 2020. 

Oljufýringar verða bannaðir í nýggjum húsum frá 2024 og stuðul verður veittur at taka niður gamlar oljufýringar, og hitapumpur fara framhaldandi at sleppa uttan meirvirðirgjaldi. Eisini verður skipanin við mvg-afturbering og frítøka fyri virðisgjald til el- og vetnisbilar longd. Hetta eru nøkur av tilmældu átøkunum úr dagførda orku- og veðurlagspolitikkinum, sum nú ítøkiliga verða sett í verk.

Skiftið til grøna elframleiðslu gongur eisini framá og skjótt fáa vit orku frá tveimum nýggjum vindmyllulundum omanfyri Havnina. Landið skal ganga á odda, og verða bygningarnir í Tinganesi skjótt hitaðir við sjógvi. Í sama leisti verður meira ferð sett á royndirnar við sjóvarfalsorku og kannað verður, um orka fæst úr heitum keldum.

Ítøkilig átøk - ikki tóm lyfti og signalpolitikkur.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum