03. august 2022

Steno Miðstøðin: Eitt nýtt kapittul í føroyskari heilsusøgu

Viðgerðartilboð til fólk við diabetes, øðrum endokrinologiskum sjúkum og gransking fara at verða lyft upp á eitt enn hægri stig í kjalarvørrinum av at nýggja Steno Miðstøðin verður sett á stovn á nýggjárinum

Nú er lógaruppskotið lagt fyri Løgtingið, sum skal heimila landsstýrismanninum í heilsumálum at taka ímóti pengunum frá Novo Nordisk Fonden. Ætlanin er, at nevndin fyri Novo Nordisk Fonden á nevndarfundi í september fer at taka støðu til samstarvið og góðkenna játtanina, so farast kann undir Steno Miðstøðina frá 1. januar 2023.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast um tilgongdina higartil og væntar sær nógv av nýggju Steno Miðstøðini og samstarvinum við Novo Nordisk Fonden.

- "Við nýggju Steno Miðstøðini verða viðgerðartilboðini til fólk við diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum lyft upp á eitt enn hægri stig enn í dag. Somuleiðis eri eg glaður fyri, at samstarvið við Novo Nordisk Fonden fer at styrkja granskingina innan diabetes og endokrinologi umframt heilsugransking sum heild í Føroyum," sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Les meira her: https://www.hmr.fo/.../steno-midstodin-eitt-nytt.../