03. august 2022

Tíð til eitt gearskifti - enn meira ferð á grøna orkuskiftið

- “Tá ið roynt verður at fáa øll fólk at leggja um til grøna orku, eigur landsstýrið at ganga undan við sínum egnu bygningunum”, sigur formaður Javnaðarfloksins í greinini “Tey koyra á fólk – men gera einki sjálvi” á In.fo 2. august. 

Eg má siga, at eg eri so hjartaliga samdur, at landsstýrið skal ganga á odda, og tað treytaleyst. Løgmaður kunngjørdi í ólavsøkurøðuni, at landið skal eisini nýta grønar loysnir og tí fara bygningarnir í Tinganesi skjótt at verða hitaðir við sjógvi. 

Tað er nógv hent nógv gott á grønu leiðini undir sitandi samgongu og løgmaður nevndi nógv gleðiligt í ársins ólavsøkurøðu, tó er tað eisini rætt, at summi ting henda ov seint. 

Man kann siga, at almennir bygningar fylla lutfalsliga lítið í samlaðu orkunýtsluni. Hinvegin hevur tað sera stóran súmbolskan týdning, at tað almenna vísir veg í verki.

Harumframt kann tað almenna taka á seg at royna alternativar loysnir, soleiðis at privatir veitarar fáa høvi at royna nýggja tøkni og privatir keyparar sleppa at síggja hvussu hesar loysnir roynast í verki.

Einki skal gerast í óðum verki, men tað almenna kann loyva sær at vera nakað meiri eksperimenterandi enn tað privata. 

Tað almenna stóð sum kánus, men er vaknað 

22. september í fjør skrivaði eg eina grein undir heitinum “Tað privata tekur ábyrgd - tað almenna stendur sum kánus”, har eg m.a. skrivaði soleiðis:

- ”Hvør einasti landsstýrismaður átti at havt sum aðalmál at fingið stovnar, og virksemi annars, at minka orkunýtsluna munandi. Sum tað allarfyrsta áttu flestu nýggj almenn og kommunal flutningsakfør at verið el-drivin, har tað á nakran hátt ber til. Flestu almennir bygningar áttu at skift yvir til mest møguliga varandi orku. Umframt alt hetta kemur bjálving, rusksortering og alt annað, ið hoyrir burðardygd til”

Ásannast má, at støðan er vorðin nakað væl frægari nú enn fyri einum ári síðani - landsstýrið er komið upp í gear. Men nú er tíð til enn eitt gearskifti, soleiðis at vit fáa enn meiri ferð á grøna orkuskiftið.

Bæði land og kommunur eiga komandi tíðina at gera klárt til at leggja um til grøna orku. Landið eigur at seta pengar av til hetta, men kommunurnar eiga eisini at taka hesa ábyrgd á seg.

Almennir stovnar eiga at hugsa um umhvørvið

Í dag taka flest allar privatar fyritøkur umhvørvið í stórum álvara. CSR – “Corporate Social Responsibility” – er blivið eitt avgerandi hugtak innan vinnuligan roknskap og merkir, at fyritøkan má vísa, hvussu hon ger átøk til frama fyri tí umhvørvið hon virkar í.

Hetta átti eisini at verið kravt av almennum stovnum og kommunum. Tað hevði ikki verið nakað forgjørt í, at stovnar og kommunur skrivaðu CSR-frágreiðingar, har víst verður á, hvørji átøk verða gjørd til gagn fyri umhvørvið, burðardygd og grøna orkuskiftið.

Hetta er snøgt sagt eitt borgarakrav í dagsins samfelagi.

Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin