Eyðdis Hartmann Niclasen

Eyðdis Hartmann Niclasen

Valevni til fólkatingsvalið 2022
Heimstaður: Miðvágur
Hjúnafelagi: Marner Hansen
Børn: Heri og Thór
Útbúgving: Útbúgving innan ferðavinnu og leiðsluútbúgving
Yrki: Stjórnarskrivari
- Eg havi valt at stilla upp fyri Sambandsflokkin, tí at hesin flokkurin hevur altíð haft eitt fast stavnhald, og kjalarvørrurin er ein breið vifta av vælferð og møguleikum skaptir í Ríkisfelagsskapinum - hetta vil eg fasthalda og vera við til at menna, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.

Les meira um Eyðdis

Eyðdis Hartmann Niclasen hevur gjøgnum lívið roynt, hvat tað vil siga, at vera føroyingur í Ríkisfelagsskapinum.

Hon er fødd 01.08.72 í Qeqertarsuaq, á Disko oynni í Grønlandi. Hon er ættað av Tvøroyri og gift við Marneri Hansen úr Miðvági, saman eiga tey synirnar Heri, ið er 17 ár og Thór, ið er 22 ár.

Eyðdis er uppvaksin í Danmark og í Føroyum, og hevur eisini búð í 2 ár í Suðurfraklandi, m.a. í samband við lesnað. Hon flutti heim til Miðvágs við familjuni í 2006.

Hon hevur arbeitt innan reiðarívinnuna og ferðavinnu nærum alt lívið, í 30 ár tilsamans.

Eyðdis hevur nomið sær útbúgving innan ferðavinnu frá reiðarínum DFDS A/S, og hevur akademiútbúgving í leiðslu. Í 18 ár hevur hon arbeitt sum stjórnarskrivari fyri leiðslu og nevnd, í samtøkunum DFDS A/S og Smyril Line P/F.

Í 2017 til 2020 tók hon við sum borgarstjóri í Vága kommunu.

Eftir fólkatingsvalið og síðani løgtingsvalið í 2019, har hon gjørdist varalimur, hevur hon inntil nú sitið á løgtingi í fimm umførum.

Við hennara royndum bæði innan politikk, leiðslu, fyriskipan, marknaðarføring og sum fasilitator og tóvhaldari av alskyns verkætlanum, bjóðar hon seg fram til at vera okkara umboð og menna Føroyar innan Ríkisfelagsskapin, soleiðis at bæði vinnan og fólkið, ið her býr, kunnu vaksa, blóma og trívast, við bestu treytum í heiminum.

Nøkur av hennara hjartamálum til fólkatingsvalið:

- Ríkisfelagsskapurin skal mennast, tí í Ríkisfelagsskapinum standa Føroyar sterkari

- Føroyar skal hava innlit  og ávirkan í uttanríkis- og verjumálum

- Umráðandi at fáa so stóra ávirkan sum gjørligt í Arktiska ráðnum

- Menna samstarvið við Grønland

- Boða ta jaligu søguna um Føroyar og føroyingar

- Beina burtur markaforðingar í Ríkisfelagsskapinum

- Slóða fyri smidligari marknaðaratgongd og altjóða samhandilsavtalum, serliga á ES-marknaðinum

- Trygga og skjóta sjúkraviðgerð

- Bestu umstøður og møguleikar til útbúgving