06. mai 2024

Samband (NEXUM) er loysnin

Stuttligt at síggja ungu íverksetanar, seta orð á týdningin av fría fyritaksseminum og týdninginum av at knýta sambond

Fýra unglingar hava nú veruliga gjørt vart við seg við eini app, har tey vísa í verki hvussu fría fyritakssemið er drívmegin, ið skapar framburð fyri okkum øll, borgaran, vinnuna og harvið øllum samfelagnum.

Hetta prógvar týdningin av liberalismuni, har vit skipa okkara samfelag soleiðis at fría fyritakssemið fær loyvi at virka og hvør einstakur fær loyvi at vísa hvat tey duga til, og tað góða úrslitið kemur øllum samfelagnum til góðar. Mótvegis teimum sosialistisku ella kommunistisku tonkunum, har tað almenna skal taka sær av øllum, soleiðis at ábyrgdin og arbeiðshugurin verður tikin frá einstaklinginum.

Sambandsflokkurin vil at hvør einstakur skal hava sama útgangsstøði til lívið, rætt til grundleggjandi tænastur, skúla, útbúgving, heilsurøkt vm. og síðan at skipa sítt lív eftir egnum dreymum. Hetta er sosialliberala stevnan hjá Sambandsflokkinum.

Tað er at fegnast um, at skúlar taka íverksetan inn sum ein part av undirvísingini og eru við til at skapa framburð í samfelagnum, sum NEXUM er eitt livandi dømi uppá.

Hjartaliga tillukku og góða eydnu víðari við tykkara menning

Bárður á Steig Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum