24. november 2022

Okkum tørvar ein skúla- og barnamálaráðharra

Vit síggja eina greiða gongd - ein tendens.

Fleiri og fleiri børn og ung stríðast. Tey stríðast við ymisk sálarórógv, og hetta førir við sær langar bíðilistar, foreldur, ið ikki vita síni livandi ráð, barnagarðar og skúlar, ið kýta seg alt tey megna fyri at hjálpa barninum, men hóast hetta, ber ikki á mál. Børnini fáa ikki neyðugu hjálpina.

Javnan frættist um foreldur, sum stríðast við at fáa veitt teirra barni hjálp. Eitt, sum kemur fram er, at tey mugu venda sær nógvir ymsir myndugleikar, tí tað eru fleiri «málaráð,» ið varða av júst tí, ið barnið hevur tørv á.

Vit kunnu ímynda okkum, at foreldur, sum í forvegin hava tað torført, orsakað av barnsins avbjóðingum, sum nú skulu leita land og ríkið runt, fyri at veita ta hjálpina, ið tørvur er á. Hetta er ikki lætt, og hetta er als ikki rætt.

Tí skulu vit hava EIN ráðharra, sum hevur ábyrgd av børnum. Onkur í grannalondum okkara hava roynt hetta. Vit kunnu eitt nú fara upp til Íslands. Har hava tey eitt slíkt málaráð. Ein persónur, sum tekur sær av teimum stovnum, sum onkursvegna arbeiða við børnum og fyri børn. Tó so ikki fysisku heilsuni, sum heilsumálaráðið tekur sær av. Tað førir við sær, at børnini ikki eru taparir, og detta niðurímillum tveir stovnar ella tvey ráð. Tey verða loftað, og fáa røttu hjálpina.

Vit her heima eiga at gera sum tey í Íslandi.

Vit mugu tryggja børnunum ein góðan og tryggan uppvøksur.

Vit skylda teimum tað!

Johan Dahl

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið