26. oktober 2022
Tað hevur verið áhugavert, og ikki sørt undirhaldandi, at lisið fleiri av teimum greinunum, sum hava verið frammi síðani val varð útskrivað. Summi vilja beinleiðis blanda seg í donsk innlendis viðurskifti, og víðariføra eina ávísa sannføring inn í donsku politisku skipanina. Onnur vilja fyrireika loysingina í Danmark við donskum pengum. Áh ja, so má man ikki gloyma tey, ið vilja geva føroyingum í Danmark framíhjárætt til bústað – altso betri umstøður enn danir sjálvir hava í Danmark.
Hvar er álvarsemið og veruleikasansurin?
Vit liva í dag í einum sera ótryggum heimi, við bæði kríggi og eini búskaparkreppu, sum bankar uppá hurðina. Tað er stabilitetur, vit hava tørv á - og ikki at flokkar spæla hazard við okkara tryggleika. Grundleggjandi haldi eg, at tað er tørvur á, at flestu flokkarnir byrja at taka støðuna í álvara, og fyrihalda seg til tann veruleika, vit liva í. Tað ger Sambandsflokkurin. Vit taka støðuna í álvara, og vilja niður at Fólkating at tryggja okkara trygd. Hetta vilja vit gera við einum semjusøkjandi anda og ítøkiligum uppskotum, sum t.d. við einum parlamentariskum samstarvsráði, so Føroyar fáa betri innlit í uttanríkispolitisk viðurskifti.
Mýtan um jólagávurnar av fólkatingi
Fíggjarlógin verður sum kunnugt altíð samtykt um jóltíðir, hetta verið seg bæði í Danmark og í Føroyum. Á Fólkatingi er siðvenja fyri, at teir norðuratlantisku limirnir hava hvør í sær samráðst við fíggjarmálaráðharran, um ta sokallaðu norðuratlantisku puljuna, ið er áleið á 25 mió kr. hvørt ár.
Pengar, sum koma øllum ríkinum tilgóðar – í hvørtfall fyri Sambandsfloksins vegna. Dømi um hetta eru havgransking og filmspulja, umframt Sjómaq prosjektið, sum hevur til endamáls at basa fordómum og upplýsa ung í ríkisfelagsskapinum (serliga danir) um hvønn annan.
Hesi átøk eru ítøkilig, og gagna øllum í ríkinum. Tá loysingaflokkarnir kalla hetta jólagávur ella biddaragongd, so havi eg hug at svara: “Skikka tær pent ella fært tú onga jólagávu”. Nei tvætl. Eg havi slett ikki tørv á at svara slíkum útsøgnum, tí mín politiska ideologi er ikki í dilemma, tá tað snýr seg um at betra umstøðurnar hjá føroyingum – sjálvandi geri eg mítt ítasta fyri varðveitslu, betring og menning av okkara samstarvi og samfelagi.
Avgerðin er einføld – antin byggir man brýr ella brýtur man tær niður. Eg velji ta fyrru.
Anna Falkenberg
valevni fyri Sambandsflokkin