18. oktober 2022
Ein spurningur, sum aftur og aftur verður settur er hesin: Hví føroyska fólkatingsumboðan á Christiansborg?
Fyri mær sum sambandsmanni, so er hetta ein spurningur, sum eg fegin vil og eisini kann svara lættliga uppá.
Orsøkirnar til, at vit eiga at hava føroyska fólkatingsumboðan á Christiansborg eru fleiri, og fari eg í hesi stuttu grein at nevna tríggjar orsakir:
Grundlógartryggjaður rættur
Í sjálvari ríkisgrundlógini stendur, at Føroyar hava rætt til tvey fólkatingsumboð. Hetta er okkara demokratiski rættur í ríkisfelagsskapinum.
Henda grundlógartryggjaða rætt fer Sambandsflokkurin altíð at virða og gera brúk av, og Sambandsflokkurin fer ongantíð at ganga við til at avtaka okkara demokratisku umboðan á Fólkatingi. Tvørturímóti vilja vit gera okkara besta fyri at gera brúk av hesum grundlógartryggjaða rætti og kempa fyri, at Sambandsflokkurin fær umboðan á Christiansborg.
Lóggivið verður um føroysk viðurskifti
Á Fólkatingi verður lóggivið um viðurskifti, sum kunnu hava stóran týdning fyri Føroyar.
Eisini verður lóggivið um viðurskifti fyri føroyingar, ið eru búsitandi í Danmark og fyri føroyingar, sum koma í samband við danskar myndugleikar.
Tað er tí eyðsæð, at tað er av stórum týdningi, at føroysk umboðan er á Fólkatingi - alt annað vildi verið óforsvarligt. Neyðugt er tí við føroyskari fólkatingsumboðan, sum er árvakin og fylgir væl við í øllum málum, sum á onkran hátt kunnu hava ávirkan á Føroyar og føroyingar.
Ríkisfelagsskapurin
Tað er av stórum týdningi at gera sær púra greitt, at vit eru partur av ríkisfelagsskapinum og eiga tí at virka í felagsskapinum eftir teim lógum og reglum, sum har eru.
Fólkatingsumboðini eiga tí at vera eitt slag av sambindiliði í ríkisfelagsskapinum, soleiðis at m.a. føroysku áhugamálini verða væl og virðiliga lýst á Fólkatingi.
Hetta eigur at verða gjørt hóvliga og við einum ríkisskapsvinarligum tóna, tí so eri eg sannførdur um, at so fáa vit føroyingar tað besta burturúr ríkisfelagsskapinum - tað, sum vit eisini hava rætt til.
Besta trygd fyri, at hetta verður veruleiki, tað er við einum sambandsumboði á Fólkatingi.
Um eg verði valdur 31. oktober, so taki eg sæti á Fólkatingi, beinanvegin!
Ein atkvøða til Sambandsflokkin - hon fer væl!
Magnus Rasmussen
valevni hjá Sambandsflokkinum til Fólkatingið