Hóast Løgtingið hevur røtur meira enn 1000 ár aftur í tíðina, so hava eingir politiskir flokkar verið í Føroyum fyrr enn hesa seinastu øldina.
Í 1906 varð Sambandsflokkurin, sum tann fyrsti politiski flokkurin her á landi, stovnaður. Umleið eitt ár seinni, varð Sjálvstýrisflokkurin formliga stovnaður.
Ikki ber til við vissu at dagfesta, nær flokkarnir vórðu stovnaðir, tí sum flokkar skipaðu teir seg so við og við. Tó verður vanliga sagt, at Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin báðir vórðu stovnaðir í 1906.
Tann 18. august 1906 boða 13 av 22 tinglimum frá í Dimmalætting, at teir hava skipað seg í ein politiskan flokk á tingi, ið nevnir seg ”sambandsmenn”.
Sambandsflokkurin varð stovnaður við tí høvuðsmáli at virka fyri eini frílyntari menning av Føroya fólki, og flokkurin vildi varðveita ríkisrættarligu bondini við Danmark.
Fríðrikur Petersen varð valdur til formann í tí nýstovnaða flokkinum, og tað var eisini hann, sum orðaði uppskotið til stevnuskrá.
Mangt er broytt í stevnuskránni síðani 1906, samsvarandi tíð og umstøðum, men greinin um ríkisrættarligu støðu Føroya er at kalla tann sama.
Í stevnuskránni í 1906 stóð, at Sambandsflokkurin virkaði fyri ”Bevarelsen af Færøernes nuværende statsretlige Forbindelse med Danmark.” Í dag stendur: "Sambandsflokkurin hevur til aðalmál í ríkisfelagsskapi við Danmark at arbeiða fyri hollari og frílyntari menning av Føroya fólki"
Áðrenn tingmenn høvdu skipað seg í politiskar flokkar, ráddu somu politisku reglur í Føroyum, sum aðrastaðir í Norðurlondum – eitt nú hetta, at fólkið skipaði seg í tvinnar hugsjónarligar bólkar, Vinstra og Høgra.
Tá so fyrstu føroysku flokkarnir vórðu stovnaðir, við uppbýtinum samband og sjálvstýri, so er lætt at skilja, at tingmenn innanfyri hesar flokkar ikki vóru so samdir um vinstra – høgra spurningin.
Millum fyrstu tingmenn Sambandsfloksins vóru nakrir høgramenn (konservativir), meðan aðrir vóru vinstramenn (liberalir). Við tíðini fann flokkurin tó eitt felags stavnhald viðvíkjandi hesum spurninginum. Í stevnuskránni stendur nú: "Sambandsflokkurin er ein liberalur, demokratiskur og sosialt innstillaður flokkur."
Undir 2. heimsbardaga, vórðu Føroyar hersettar av bretum, ímeðan Danmark varð hersett av týskarum. Harvið var alt samband ímillum londini kvett.
Løgtingið varð tí noytt til at gera eina fyribils stýrisskipan fyri Føroyar, og var henda stýrisskipan samtykt tann 7. mai 1940. Sambart henni skuldu millum annað allar lógir fyri Føroyar, samtykkjast av løgtinginum og staðfestast og kunngerast av amtmanninum.
Tá kríggið var av, kundi ein hildið, at stýrislagið aftur fór at vera, sum tað hevði verið, áðrenn kríggið byrjaði. Men so var ikki. 12. mai 1945 boðaði amtmaðurin frá, at ríkisstýrið góðkendi, at amtmaðurin og løgtingið undir krígnum høvdu fyrisitið Føroyar og at fyrisitingin helt fram á sama hátt.
Orsøkin til hesa serstøðu var ivaleyst tann, at tað ikki bert í Føroyum, men eisini í Danmark var vanlig hugsan millum politikarar, at ikki bar til at venda aftur til tað gamla stýrislagið. Ríkisstýrið bjóðaði tí eisini løgtinginum til samráðingar um Føroya framtíðar skipan.
Í eykatingsetu í november mánaði varð samtykt at velja eina 7-manna samráðingarnevnd, at samráðast við ríkisstýrið. Samráðingarnar vóru bæði langar og tungar – kanska serliga tí, at føroyska samráðingarnevndin stóð so spjødd.
Úrslitið av hesum samráðingum varð, at samráðingarnevndin fekk eitt sokallað ”tilboð” heim við sær úr Danmark, sum varð lagt fyri tingið á eykatingsetu í apríl-mai 1946, men tað varð ikki samtykt.
Fólkaflokkurin setti tí fram uppskot um, at tilboðið varð latið til fólkaatkvøðu soleiðis, at veljararnir kundu svara, um teir góðtóku stjórnartilboðið, um stjórnartilboðið gekk ov langt, um tað gekk ov stutt ella um teir vildu hava loysing.
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin góðtóku fólkaatkvøðu, men spurningarnir til veljararnar skuldu bert vera tveir: um veljarin ynskti stjórnartilboðið ella um hann ynskti loysing. Hetta varð samtykt við 12 – 0 atkvøðum.
Fólkaatkvøðan var 14. september. Fólkaflokkurin mælti veljarunum til at skriva ”nei” á atkvøðuseðilin, um teir ynsktu eina loysn, sum lá ímillum stjórnartilboðið og loysing.
Bert 66,4% av veljarunum vóru á vali. 161 fleiri atkvøður vóru fyri loysing, enn fyri stjórnartilboðnum, men so vóru eisini 481 ”nei-atkvøður”.
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hildu, at nei-atkvøðurnar gjørdu valið ógreitt, av tí at Fólkaflokkurin alment hevði mælt veljarunum til at atkvøða ”nei”, um teir ynsktu eina millumloysn.
Meirilutin í løgtinginum (Fólkaflokkurin og ein javnaðarmaður) tulkaðu valúrslitið soleiðis, at meiriluti var í fólkinum fyri loysing, og at løgtingið tí átti at fremja hetta í verki. Men tá boðaði Ríkisstýrið frá, at allar samtyktir og tiltøk um loysing vóru ímóti § 18 í grundlógini, har tað bert er kongur við samtykt ríkisdagsins, sum kann lata frá sær part av ríkinum. Ríkisstýrið skar ígjøgnum og upploysti løgtingið og álegði amtmanninum at útskriva nýval og læt samstundis vita, at ríkisstýrið kundi strekkja seg nakað afturat.
Løgtingið varð upployst, og val varð útskrivað. Samtíðis varð bjóðað til nýggjar samráðingar.
Aftaná løgtingsvalið, var meiriluti ikki longur í tinginum fyri loysing. Ein samráðingarnevnd varð vald, at samráðast við ríkisstýrið um framtíðar skipan Føroya.
Hesa ferð hevði samráðingarnevndin, sum útgangsstøði eitt uppskot, ið var samtykt av løgtinginum. Úrslitið av hesum samráðingunum varð Heimastýrislógin.
Heimastýrislógin varð endaliga samtykt í Løgtinginum tann 5. desember 1947. Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin atkvøddu fyri, ímeðan Fólkaflokkurin atkvøddi ímóti.
Tað var undir Heimastýrisskipanini, at rættilig ferð kom á menningina av føroyska samfelagnum. Føroyar gjørdust eitt nútímans vælferðarsamfelag, sum fylgdi menningini í okkara grannalondum.
Men føroysku loysingarflokkarnir vildu alla tíðina hava hesa skipan burtur – uttan at hava nakað betri at seta í staðin. Sambandsflokkurin hevur tó frá fyrsta degi vart hesa skipan. Hon hevur givið víðastu karmar hjá føroyska samfelagnum at fáa lut í samfelagsmenningini, og hon hevur tryggjað Føroya fólki bestu kor.
Frá tí at fyrsta landsstýrið varð stovnað í 1948 og til dagin í dag, hevur Sambandsflokkurin verið í samgongu í umleið 35 ár – harav hevur flokkurin átt løgmann í umleið 20 ár.
Tíðin stendur ikki í stað, og hóast vit, undir heimastýrislógini, hava havt eina framburðstíð í Føroyum sum ongantíð áður, so noyðast vit kortini at gera broytingar, fyri at fylgja tíðini.
Sambandsflokkurin er ikki ímóti broytingum í ríkisfelagsskapinum, men krevur, at allar broytingar, ið verða gjørdar, skulu tæna Føroya fólki.
Um hetta stendur í stevnuskrá Sambandsfloksins, at flokkurin er til reiðar at gera tær stjórnarligu broytingar, ið hann heldur tæna fólkinum best.
Sambandsflokkurin hevur síðani 1906 havt 88 tingmenn, ið er nógv tað mesta, nakar føroyskur flokkur hevur havt.
Í Norðoyggjum hevur Sambandsflokkurin havt 6 tingmenn, í Eysturoy 20, Norðstreymoy 11, Vágum 9, Suðurstreymoy 20, Suðuroy 17 og 1 próst. Ein tingmaður, Andrass Samuelsen, var valdur í tveimum valdømum, fyrst í Norðstreymoy, síðan í Eysturoy. Í Sandoy hevur flokkurin ongan tingmann havt.
Í 2007 varð skipanin við valdømum avtikin. Tí umboða tey sum eru vald eftir nýggju skipanini, alt landið.
Klæmint Olsen, sýslumaður, Klaksvík. Tingmaður 1877 - 1910
Michael Matras, keypmaður, Viðareiði. Tingmaður 1901 - 1906 og 1914 - 1924
Símun Júst Jacobsen, lærari, Svínoy. Tingmaður 1910 - 14
Óli Fr. Joensen, keypmaður, Klaksvík. Tingmaður 1924-28, 1932-46 og 1950-54
Jógvan Hansen, kongsbóndi, Húsum. Tingmaður 1928 - 32
Eli Nolsøe, skrivstovumaður, Klaksvík
Jógvan Poulsen, lærari, Strondum. Tingmaður 1883 - 1928
Tummas Juul Petersen, sýslumaður, Fuglafirði. Tingmaður 1903 - 1910
Jákup Olsen, keypmaður, Oyndarfirði. Tingmaður 1903 - 06 og 1910 - 14
Andrias Weihe, kongsbóndi, Selatrað. Tingmaður 1903 - 1910
Chr. J. Christiansen, fiskimaður, Eiði. Tingmaður 1910 - 18
Símun Thorkildshøj, vitapassari, Nesi. Tingmaður 1910 - 14
Andrass Samuelsen, sýslumaður, Fuglafirði. Tingmaður (Norðstreymoyar valdømi) 1906 - 14 og Eysturoyar valdømi 1914 - 50 (løgmaður 1948 - 50, læt tá varamann taka sæti á tingi fyri seg)
Jóan Jákup Weihe, kongsbóndi, Norðskála. Tingmaður 1918 - 20 og 1924 - 32
Johan M. Fr. Poulsen, lærari, Strondum. Tingmaður 1920 - 70
Jóannes Petersen, smiður, Saltnesi. Tingmaður 1924 - 32
Andrias Andreasen, skipari, Eiði. Tingmaður 1932 - 40
Jens Chr. Olsen, vrakieftirlitsmaður, Toftum. Tingmaður 1940 - 45 og 1948 - 63 (tók sæti á tingi 1948 fyri Andrass Samuelsen, tá hann gjørdist løgmaður)
Hilmar Petersen, fjarritari, Fuglafirði. Tingmaður 1963 - 65 (tók sæti á tingi fyri Jens Chr. Olsen, sum doyði 1963)
Reinhold Thomsen, skipari, Norðragøtu. Tingmaður 1965 - 66 (tók sæti á tingi fyri Hilmar Petersen, sum doyði 1965)
Jógvan I. Olsen, skipari, Toftum. Tingmaður 1970 - 98 (landsstýrismaður 1989 - 90, læt tá varamann røkja tingstarvið)
Jóhs. M. Olsen, maskinmeistari, Strondum. Tingmaður 1970 - 88
Edmund Joensen, stjóri, Oyrarbakka. Tingmaður síðan 1988 (løgmaður 1994 - 98, læt tá varamann taka sæti á tingi
Jákup Lamhauge, havnarmeistari, Saltangará. Tingmaður 1989 - 90 (fyri
Jógvan I. Olsen, meðan hann var landsstýrismaður)
Atli Hansen, reiðari, Norðragøtu. Tingmaður 1994 - 98 (fyri Edmund Joensen, meðan hann var løgmaður)
Alfred Olsen, kommunuskrivari, Saltnes. Tingmaður síðan 1998
Johan Chr. Fr. Dam, kongsbóndi við Sjógv, Kollafirði. Tingmaður 1903 - 1918
Andrass Samuelsen, fútafulltrúi, Tórshavn. Tingmaður 1906 - 1914 (síðani í Eysturoy)
Mikkjal Samuelsen, fiskimaður, Haldórsvík. Tingmaður 1918 - 1939
Johan Reinert, keypmaður, Vestmanna. Tingmaður 1924 - 1928
Hans Iversen, keypmaður, Kvívík. Tingmaður 1932 - 1936 og 1939 - 1966 (kom á ting fyri Mikkjal Samuelsen, sum doyði hetta árið)
Tummas Joensen, bóndi á Kjalnesi, Kollafjørður. Tingmaður 1966 - 1970
Agnar Nielsen, skipstimburmaður, Vestmanna. Tingmaður 1970 - 1990
Terje Davidsen, tannlækni, Kollafjørður. Tingmaður 1990 - 1994
Maria Hansen, sjúkrarøktarfrøðingur, Vestmanna. Tinglimur 1994 - 1998
Bárður Nielsen, roknskaparleiðari, Vestmanna. Tingmaður 2002 - 2007 (landsstýrismaður 2004 - 07 og lat tá varamann taka sæti á tingi). Tók seg úr politikki í 2007
Olav Enomoto, datamatikari, Vestmanna. Tingmaður 2004 - 2008 (fyri Bárð Nielsen, meðan hann var landsstýrismaður og seinni tók seg úr politikki)
Jógvan Rasmussen, keypmaður, Sørvági. Tingmaður 1914 - 20 og 1936 - 43
Dánjal Danielsen, lærari, Sørvági. Tingmaður 1920 - 24
Jóan Hans Joensen, skipari, Sørvági. Tingmaður 1924 - 36
Hentzar Weihe, keypmaður, Sørvági. Tingmaður 1946 - 50
Søren Danielsen, postavgreiðslumaður, Miðvági. Tingmaður 1950 - 54
Leon Joensen, vrakieftirlitsmaður, Sørvági. Tingmaður 1954 - 74
Ivan Johannesen, maskinmeistari, Miðvági. Tingmaður 1978 - 88 og 1994 - 98. Landsstýrismaður 1989 - 90 og 1994 - 98 (læt varamanninum tingsessin árini 1994 - 98)
Sune Jacobsen, lærari, Sørvági. Tingmaður 1988 - 90 og hevði sæti á tingi 1994 - 98 fyri Ivan Johannesen, meðan hann var landsstýrismaður
Marjus Dam, lækni, Miðvági
Søren E. Müller, reiðari, Tórshavn. Tingmaður 1903 - 08 (í Norðstreymoy 1891 - 1903)
Anton Degn, telefonverksstjóri, Tórshavn. Tingmaður 1906 - 08
Petur Chr. Johannesen, postflutningsmaður, Tórshavn. Tingmaður 1908 - 12
Hans Andr. Djurhuus, traðarmaður, Tórshavn. Tingmaður 1908 - 18
Johan M. Dam, sorinskrivarafulltrúi, Tórshavn. Tingmaður 1912 - 16
Poul Niclasen, blaðstjóri, Tórshavn. Tingmaður 1916 - 24, 1936 - 40 og 1946 - 49
Hans Chr. W. Tórgarð, arkitektur, Tórshavn. Tingmaður 1918 - 24
Johs. O. Joensen, handilsfulltrúi, Tórshavn. Tingmaður 1924 - 36
Jákup Andrias Wang, kongsbóndi, Kaldbak. Tingmaður 1924 - 28
Johan Danielsen, postmeistari, Tórshavn. Tingmaður 1932 - 36 og 1940 - 43
Trygve Samuelsen, sakførari Tórshavn. Tingmaður 1943 - 46 og 1949 - 74 (kom á ting í 1949 fyri P. Niclasen, sum niðurlegði tingstarvið í ótíð)
Peter F. Christiansen, fyritaksstjóri, Tórshavn. Tingmaður 1966 - 70 og 1984 (fyri Eilif Samuelsen, meðan hann var landsstýrismaður)
Pauli Ellefsen, grannskoðari, Tórshavn. Tingmaður 1974 - 90 (løgmaður 1981 - 84, læt varamann røkja tingstarvið fyri seg stutt skifti)
Eilif Samuelsen, lærari, Tórshavn. Tingmaður 1978 - 90 (meðan hann var landsstýrismaður 1981 - 84 røkti varamaður tingstarvið stutt skifti)
Dánjal Larsen, umsjónarmaður, Tórshavn. Tingmaður 1984 (fyri Paula Ellefsen, meðan hann var løgmaður)
Lisbeth L. Petersen, Tórshavn. Tinglimur 1990 - 2008
Finnbogi Arge, stjóri, Tórshavn. Tingmaður 1990 - 98. Tók seg úr tingbólkinum í 1995.
Bjørn á Heygum, sakførari, Tórshavn. Tingmaður 1994 - 98
Heðin Mortensen, tryggingarmaður, Tórshavn. Tingmaður 1998 - 2004
Kaj Leo Johannesen, fiskasølumaður, Tórshavn.
Jákup Dahl, keypmaður, Vági. Tingmaður 1877 - 84 og 1906 - 12
Oliver Effersøe, sýslumaður, Tvøroyri. Tingmaður 1889 - 91, 1900 - 01 og 1905 - 31
Óli Niklái Skaalum, lærari, Hvalba. Tingmaður 1906 - 16
Niclas J. Djurhuus, lærari, Sumba. Tingmaður 1906 - 1916
Magnus Dahl, keypmaður, Vági. Tingmaður 1912 - 16
Jógvan Dahl, keypmaður, Vági. Tingmaður 1916 - 18 og 1920 - 27
Jákup Jacobsen, keypmaður, Sandvík. Tingmaður 1927 - 28 (tók sæti á tingi 1927 fyri Jógvan Dahl, sum segði tingstarvið frá sær vegna sjúku)
Niels Nolsøe, bedingsmeistari, Vági. Tingmaður 1928 - 36
Jens Pauli Skaalum, lærari, Hvalba. Tingmaður 1931 - 32 (tók sæti á tingi fyri
Oliver Effersøe, sum segði tingstarvið frá sær vegna heilsubrek)
Kristian Djurhuus, sýslumaður, Tvøroyri. Tingmaður 1932 - 62 og 1966 - 70
(læt tingsessin frá sær, meðan hann var løgmaður 1950 - 58 og sum ávikavist landsstýrismaður og løgmaður 1967 - 70)
Andrias Djurhuus, postavgreiðslumaður, Vági. Tingmaður 1943 - 45, 1950 - 66 og 1967 - 74. (Sæti á tingi fyri K. Djurhuus, meðan hann var løgmaður)
Arnold Nielsen, lærari, Sumba. Tingmaður 1954 - 58 (fyri K. Djurhuus, meðan hann var løgmaður)
Jákup Mortensen, lærari, Tvøroyri. Tingmaður 1974 - 78
Flemming Mikkelsen, smiður, Vági. Tingmaður 1978 - 94 og 1998 - 2002
Jákup Joensen, stjóri, Lopra. Tingmaður 1994 - 1998
Johan Dahl, stjóri, Vági. Tingmaður síðani 2002. (Landsstýrismaður eitt stutt skifti í 2004 og aftur síðani sept. 2008)
Jaspur Vang, løgreglumaður, Tvøroyri
Føroya Próstur
Fríðrikur Petersen
Bjørn Kalsø, lærari, Syðradalur (K). Tingmaður síðani 2008 (Landsstýrismaður 2004 - 2008)
Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, Streymnes. Tingmaður síðani 2008. (Landsstýrismaður 2007 - 2008)
Rósa Samuelsen, Sandavágur. Tinglimur síðani 2008 (landsstýriskvinna síðani sept. 2008)
Helgi Abrahamsen, Strendur. Tingmaður síðani 2008 (kom á ting sum varamaður, tá landsstýrið bleiv skipað í sept. 2008).
Edva Jacobsen, Fuglafjørður
Hesum landsstýrum hevur Sambandsflokkurin verið partur av, síðani Heimastýrislógin kom í gildi í 1948:
Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin: 12. mai 1948 - 15. desember 1950
Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin: 15. desember 1950 - 18. desember 1954
Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin: 18. desember 1954 - 9. januar 1959
Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin: 9. januar 1959 - 4. januar 1963
Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin: 12. januar 1967 - 19. november 1968
Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin: 19. november 1968 - 12. desember 1970
Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin: 10. desember 1970 - 11. januar 1975
Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin: 5. januar 1981 - 10. januar 1985
Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin: 22. juni 1989 - 15. januar 1991
Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Verkamannafylkingin: 15. september 1994 - 11. juni 1996
Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Verkamannafylkingin: 11. juni 1996 - 15. mai 1998
Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin: 3. februar 2004 - 4. februar 2008
Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin: 26. september 2008-2011
Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin: 14. november 2011-2015
Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin: 14. september 2019-