05. oktober 2021

Bleytu virðini høga raðfesting hjá hesi samgonguni

Tað er sera gleðiligt, at tey bleytu virðini í okkara vælferðarsamfelag verða høgt raðfest í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022.

Nógv av tí, sum Sambandsflokkurin fór til val uppá sæst eisini aftur í raðfestingum, bæði fyri 2020/2021 og nú aftur í 2022 - og tað er at fegnast um. 

Vil her nevna nøkur av teimum mongu málunum, sum eru raðfest í fíggjarlóguppskotinum fyri 2022:

Innan heilsumál:

- Palliatión/ krabbameinsætlan

- Psykiatrisk skaðastova

- Styrkja Barna- & Ungdómspsykiatri´ina

- Endurvenjing

Innan almannamál:

- Endurvenjing

- Viðlíkahaldsvenjing

- Dugni, endurbúgving

- Fleiri verkstaðspláss og virkispláss

- Javning av pensiónum (ikki gjørt síðan 2014)

Innan uttanrikis- og mentamál:

- Undirvísing í føroyskum sum annaðmál

- Víðka Rásina (betra um karmarnar við tí endamáli at kunna taka fleiri inn)

- Taka eyka flokk inn av sjúkrarøktarfrøðislesandi

Sambandsflokkurin heldur fast við at raðfesta tey bleytu virðini og soleiðis styrkja eitt vælferðarsamfelag, har fólk trívast og mennast.

Edva Jacobsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin