25. oktober 2021
Tað ber ikki til at rinda 5,4 milliardir við bummpengum
“Tunnil til Suðuroyar er mettur at kosta 5,4 milliardir krónur.” Tað var greiði boðskapurin, sum Landsverk legði fram í farnu viku. 5,4 milliardir svarar til góðar 100.000 krónur fyri hvønn føroying og væl omanfyri 300.000 krónur fyri hvørt húski í landinum.
Beinanvegin tá ein so dýr rokning verður løgd fram, koma nógv hugskot um, hvussu vit lættast kunnu rinda hana. Onkur sigur, at tunnilsfeløgini eiga at verða løgd saman, soleiðis at tey sum koyra gjøgnum hinar tunlarnar eisini rinda fyri Suðuroyartunnilin. Onnur siga, at pengarnir skulu krevjast inn við skattinum, soleiðis at øll rinda samhaldsfast o.s.fr.
Men vit skulu ikki gloyma, at vit eru 53.000 fólk í Føroyum, og hesi fólkini skulu so ella so rinda rokningina. Um onkur skal rinda minni, so má onkur annar rinda meira. Hetta er sum at velja ímillum at taka pengarnar úr vinstra lumma ella høgra lumma. Vit blíva hvørki ríkari ella fátækari av at skifta lumma.
Vit skulu tó gera okkum greitt, at Suðuroyartunnilin verður ikki goldin við bummpengum. Tað er hann alt ov dýrur til. Tey sum skulu ferðast millum Havnina og Suðuroynna skulu eisini rinda bummpengar fyri at koyra gjøgnum Sandoyartunlinum, so samlaði túrurin verður somikið dýrur, at eingin fer at hava ráð at ferðast tann vegin. Tí má ein onnur loysn finnast. Men tann loysnin hevur ikki annað endamál, enn at flyta ein part av rokningini til teirra, sum ikki koyra tann vegin. Samlaða rokningin fyri íløguna verður framvegis líka stór.
Hugskotið um at rinda við bummgjaldi, var uttan iva eitt gott hugskot tá fyrstu undirsjóvartunlarnir vóru gjørdir. Men eg haldi at tíðin er komin, har vit mugu hyggja eftir øðrum loysnum, tí tankin við bummgjaldi fer ikki at halda í longdini. Um pengarnir fara frá brúkaranum til eitt tunnilsfelag ella teir fara í landskassan, sum so rindar íløguna, kann gera tað sama. Tað eru 53.000 føroyingar sum skulu gjalda, og spurningurin er bara, hvussu hesi 53.000 býta rokningina ímillum sín.
Eg haldi at tíðin er komin, har vit mugu finna útav, hvussu vit vilja fíggja framtíðar íløgur í samferðslukervið. Bummpengar fara ikki einsamallir at rinda eina íløgu, sum sambært Landsverki kostar 5,4 milliardir krónur.
Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin